Skip to main content

Posts

Hvørjum vilja vit amast upp at?

Í morgun vaknaði eg við at ein skipsfloyta gav signal um vandaferð, nú skipið stevndi fram á kós, sum ein annar krossaði. Tað havi eg aldri hoyrt áður. Løgið at vilja amast upp at hesum bátum, sum dyrka kríggj og djevilska ræðslu, hugsi eg við mær sjálvum, nú eg í gjár møtti hálvthundrað ukrainum í Perluni í gjár og ein hin seinasti Holocaustyvirlivarin var látin. Afturvið føroyskum smyrjibreyði hildu tey ukrainska frælsisdagin. Alkeksandr sang um heimlandið, tað størsta í fría Evropa, sum Russland hevur reint at knúska í berari hevnisøku í eitt hálvt ár. Tjóðveldi hevur gjørt av at stilla upp til eitt parlament í einum øðrum landi, og besti evropeiski verji hjá Ukraina, Boris, er koyrdur frá, tí hann drakk eina baltiska øl, og land hansara er farið úr øllum tí evropeiska samveldinum.  Hvørjum vilja vit amast upp at? Hvør gongur fremst í amingini? Hyggi eg í føroysk-ensku orðabókina, so finni eg ikki orðið at amast. Heldur ikki at nálgast. So ikki ber til at flyta føroysku atferðina hj

Allur heiður til Ukraina!

Meðan vit veita russarum allar tær tænastur, ið hugsast kunnu, sum um einki er hent í Ukraina hetta hálva árið, krevur Kaja Kallas, ið er forsætisráðharri í Estlandi, at nú skal Russland byrgjast inni.  Flogferðsla er steðgað, so einasti møguleiki hjá vanligum russum at ferðast til Evropa er gjøgnum Finnland, Estland og Lettland. ES má seta í verk eitt visabann móti russum at ferðast, sigur hon og siterar Roosvelt fyri skjótt hálvfems árum síðan: Her er einki at ræðast uttan ræðsluna sjálva. Kosta hvat tað kosta vil, skulu vit byrgja Russland inni, tí vanligi russarin skal vita og kenna á sær, at landið er í kríggj og dregur alt Evropa við sær. Tað gera vit ikki í Føroyum, sum er in the middle of nowhere, tí í Russlandi eru ov nógvir pengar at heinta. Tað er føroyska politiska ambitiónin: pengar fyrst og einki næst. Og meðan Føroyar halda fram at stuðla Russlandi, hevur einasti hugsunarflokkur í landinum eittans mál í dag: Skulu vit stilla upp til danska fólkatingsvalið og aftur avspor

Tríggir góðir í felag

Í heyst eru 60 ár liðin síðan Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio. Tí hevur felagið fingið samstarv við Cinemateket í Keypmannahavn, sum er biografurin hjá Danska Filmstovninum, at vísa fýra klassikarar í heyst.  Tað er Jesper Andersen, sum er programmleiðari og javnan hevur vitjað í Føroyum, ið hevur gjørt tað møguligt at vísa virðisfullar filmsklassikarar millum nýggju arthouse filmarnar, sum Filmsfelagið vanliga vísur mikukvøld í Havnar Bio.  Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap. Hetta eru tríggir teir fyrstu filmarnir í heystskránni hjá Filmsfelagnum:  24/8 KL 20:00 Trainspotting (Danny Boyle, Skotland 1996, 93 min) Fyrsti filmur, sum verður vístur mikudagin, er ein Oskartilnevnd perla úr Skotlandi, ið byggir á skaldsøgu hjá Irvine Welsh, sum Danny Boyle hevur gjørt til filmin ”Trainspotting”, ið er bæði provokerandi og undirhaldandi. Í skotska høvuðsstaðnum, Edinburgh, fylgja vit nøkrum vinfólkum, sum ballast allan sólarkringin. Renton, ið er Ewan McGregor í fyrsta

Vit brúka minni og minni tíð uppá føroyskar miðlar

Vit brúka minni og minni tíð uppá føroyskar miðlar, segði Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, tá hann í Norðurlandahúsinum í dag greiddi frá savnaða útboðnum av miðlum í eini miðal føroyskari stovu í dag. Sum Ivan fyrr hevur sagt við Neflixstjóranum í huga, so er tað ein ósvitalig sannroynd, at hóast bara 24 tímar eru í samdøgrinum, so er miðlaútboðið longu langt síðan tambað so vítt og langt, at nú er bara svøvnurin eftir sum seinasti fíggindi hjá miðlaframleiðarum. Sum brúkarar makta vit ikki at konsumera meir, hóast nýggj tilboð, pallar og appir stinga seg upp hvønn einasta dag. Við átakinum Biit hevur Kringvarpið umsíðir eydnast at fáa ungdómin á tal, og í heyst kemur ein app til barnatilfar, segði Ivan. Men hann segði eisini, at indavl, innannøring, er ein veruligur vandi í Kringvarpinum, tí journalistiska føðiketan er so veik. Hinvegin vísa kanningar at ung eru tíðindanoktarar, praktisera news avoidance, sum teigurin í kanningini sigur, sum so aftur merkir at tech stýrdar algo

Og til morgunlesturin verður endursendur, senda vit tónleik…

Soleiðis segði teknikarin í Útvarpinum í morgun, eftir at tvey innsløg høvdu verið í sama miðli um miðlastøðuna í Føroyum, nú ráðstevna verður í Norðurlandahúsinum í morgin.  Kom at hugsa um tá Ívar segði, at ”Nú endursenda vit Føroyar í dag, sum fyrstu ferð varð send av Kristiansborg í gjár.”  Eg ætli mær avgjørt at fara at lurta í morgin, og sum bloggari havi eg langt síðani takka ja til spennandi innbjóðingina. Mítt hjartamál er júst hetta. Eri púra infiseraður. Men aftur til annonseringina. Gamaní er bæði summartíð og hægsta tíð fyri lágt hangandi agurkum, men hvussu ber tað til, at tannleysur pausutónleikur frá gamaltfarnum døgum, We are the world var nýggjasti sangur eg hoyrdi, er so berandi partur av skránni, útvið 50 minuttir uttan eitt redaktionelt frábrigdi, bara høpisleyst innihaldsleysur pausutónleikur? Stjórin í Kringvarpinum, Ivan, bar eina spennandi nýggjheit, at í heyst fer ein barnaapp at koma. Frálíkt. Tað hevur higartil eydnast væl at fáa ung á skránna við nýskapandi

Glasgow getaway

Meðan náttúran er stóra magnetin hjá útlendskum ferðafólki at koma higar, er tað stórbýurin í sjálvum sær, hjarandi, blinkstrandi og jazzutur, ið er okkara magnet og attraktión at fara út í heim. Frá tí lítla til tað stóra. Frá bygdini til metropolin, og ein hin fyrsta býin í Evropa, Glasgow, sum í 1950 fór um milliónina. Alt síðan Strandferðslan setti Smyril í sigling beint til Aberdeen, og eitt privat felag slapp at yvirtaka bæði navn og farleið, og síðan slepti øllum, so vit bara høvdu privatkapitalistisku farleiðina til Danmarkar eftir, havi eg fegnast um strembanina hjá Atlantsflogi, fólksins vegna, at bróta hetta sjálvvalda danska samband, eisini um prísirnir eru hægri enn hjá SAS.  At ferðast beinleiðis til tann staðin tú vilt, og ikki verða noyddur at liggja fyri íla við Oyrarsund, ella í einum hvítkálkaðum smábýi í Norðurevropeiska snippinum, sum vart tú tíðarvilstur í Fiskerne hjá Hans Kirk, har aldrandi føroyingar hava búsett seg við útsýni til havið og uggað seg við, at næ