Skip to main content

Vit brúka minni og minni tíð uppá føroyskar miðlar

Vit brúka minni og minni tíð uppá føroyskar miðlar, segði Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, tá hann í Norðurlandahúsinum í dag greiddi frá savnaða útboðnum av miðlum í eini miðal føroyskari stovu í dag.

Sum Ivan fyrr hevur sagt við Neflixstjóranum í huga, so er tað ein ósvitalig sannroynd, at hóast bara 24 tímar eru í samdøgrinum, so er miðlaútboðið longu langt síðan tambað so vítt og langt, at nú er bara svøvnurin eftir sum seinasti fíggindi hjá miðlaframleiðarum. Sum brúkarar makta vit ikki at konsumera meir, hóast nýggj tilboð, pallar og appir stinga seg upp hvønn einasta dag.

Við átakinum Biit hevur Kringvarpið umsíðir eydnast at fáa ungdómin á tal, og í heyst kemur ein app til barnatilfar, segði Ivan. Men hann segði eisini, at indavl, innannøring, er ein veruligur vandi í Kringvarpinum, tí journalistiska føðiketan er so veik.

Hinvegin vísa kanningar at ung eru tíðindanoktarar, praktisera news avoidance, sum teigurin í kanningini sigur, sum so aftur merkir at tech stýrdar algoritmur og tann bera tilvild nú fer at stýra ungum og teirra handfaring av tíðindum, sum tey kanska, kanska ikki, møta á leiðini. Her er ein stór uppgáva fyri skúlaskipanina.

Skulu vit taka umboðini fyri bløðini í álvara, og hví skulu vit ikki tað, so eru tey í fyrsta lagi samd um, at tað er Posta, sum er orsøkin til at bløðini eru so illa fyri. Í øðrum føri er tað alt ov lítil miðlastuðul, í mun til norðurlendsku grannalondini, og í triðja lagi er tað ein manglandi føroyskur miðlapolitikkur, ið hevur skuldina fyri at bløðini eru so vánalig. Søgurnar um føroysku bløðini vóru um skuld og negativa ogn. Roknskapir í staðin fyri journalistiskar søgur, vinklingar og viðgerðir. Peikað verður í allar ættir, uttan eftir sær sjálvum. Andlátini forða fyri framtíðini, segði ein.

Ein samanlegging skal til, um vit skulu verða kappingarneytar við Kringvarpið, søgdu framsøgufólkini fyri bløðini.

Eg undraðist yvir, at so nógvar uttanífrá komandi orsøkir eru, ið forkoma føroyskari blaðútgávu. Er einki, ið peikar inneftir? Sum dagurin gekk, saknaði eg at fáa at vita, til dømis hvør var besta søgan í ár og hví og hvussu? 

Og so hin um fjórða statsvaldið og at fáa makthavararnar at rysta í brókunum, tað hoyrdi eg einki um. Sindur snópisligt, haldi eg.

Ein miðlavirðisløn, ið varð navngivin eftir Niels Winther, sum ein væl upplagdur Eirikur eisini hefti seg við sum ein varði í føroyskari blaðsøgu, varð givin nakrar ferðir herfyri. Sat sjálvur í dómsnevndini, sum gjørdi eitt gott arbeiði og varpaði ljós á eina virkna og dugnaliga, men trongda, vinnu, men her er alt vekk. 

Hví? 

Hvussu ber tað til at privata pressan ikki kastar meira positivt veitsluljós á seg sjálva, istaðin fyri at bora seg niður í eitt myrkt hol, har einki ljós er fyri framman? Eg skilji tað ikki.

Hóast vit einki kunnu gera við hann, varð felagsskapurin hjá Zuckerberg, Facebook og Meta, messaður upp á veggin alla tíðina. Eftir fundin kann eg ikki annað enn siga, eins og tey, ið ganga í tólv punkts trygdarseðla frá AA, og siga: Gud gev mær styrki til at gera nakað við tað, eg havi ávirkan á. Fuck the rest, metavers og allar aðrar forsøgnir um ókomnar dagar, inntriv og uppáfinnilsir. Tað skal nokk koma. Nú er umráðandi at gera nakað við føroysku miðlastøðuna og tað beint nú. Tað vitnaði ráðstevnan um í ríkiligt mát. Og so uppliva vit eina niðurlaging av Kringvarpinum, og hava brúk fyri ongum øðrum enn tí mótsætta. Meðan landstýrismaðurin situr á fremsta bonki.

Future generations are not going to read newspapers, segði íslendska umboðið, sum talaði á enskum, og kanska tí var hin einasti, ið folk ikki klappaðu fyri, tá hon kom á pallin. Tað gjørdu tey tó tá hon var liðug eins og í øllum hinum førum. 

Skilti eg løgmann rætt, so fer meirvirðisgjald nú at verða tikið frá útlendsku stroymingartænastunum og borið privatu føroysku miðlunum.

Í endanum kom Keld Reinicke og greiddi frá um film úr Føroyum sum ein nýggjan glugga út í heim. 

At byrja við helt eg, at hesin parturin hoyrdi ikki heima í skránni, men sum frá leið, sannførdi hann meg um, at ein av sjálvsøgdu uppgávunum, sum Kringvarpið nú skal gera nakað kvalifiserað við, er drama, og brúkti Trom sum dømi um eina samansetta føroyska og útlendska framleiðslu, ikki bara í pengum men eisini í førleikagevandi og mentanarberandi samstarvi, sum so aftur fekk meg at hugsa um trongdu bløðini, sum á sama hátt kundu roynt at sloppið sær upp í pengasterkar grunnar og fyritøkur í norðurlendsku grannalondunum, um pengar eru einasta forðing fyri góðum føroyskum journalistikki.

Ein elegant sloyfa á einum heilt ókey degi. 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar