Skip to main content

Og til morgunlesturin verður endursendur, senda vit tónleik…

Soleiðis segði teknikarin í Útvarpinum í morgun, eftir at tvey innsløg høvdu verið í sama miðli um miðlastøðuna í Føroyum, nú ráðstevna verður í Norðurlandahúsinum í morgin. 

Kom at hugsa um tá Ívar segði, at ”Nú endursenda vit Føroyar í dag, sum fyrstu ferð varð send av Kristiansborg í gjár.” 

Eg ætli mær avgjørt at fara at lurta í morgin, og sum bloggari havi eg langt síðani takka ja til spennandi innbjóðingina.

Mítt hjartamál er júst hetta. Eri púra infiseraður.

Men aftur til annonseringina. Gamaní er bæði summartíð og hægsta tíð fyri lágt hangandi agurkum, men hvussu ber tað til, at tannleysur pausutónleikur frá gamaltfarnum døgum, We are the world var nýggjasti sangur eg hoyrdi, er so berandi partur av skránni, útvið 50 minuttir uttan eitt redaktionelt frábrigdi, bara høpisleyst innihaldsleysur pausutónleikur?

Stjórin í Kringvarpinum, Ivan, bar eina spennandi nýggjheit, at í heyst fer ein barnaapp at koma. Frálíkt. Tað hevur higartil eydnast væl at fáa ung á skránna við nýskapandi útvarpssendingum, sum týðuliga skapa afturljóð og definera ein nýggjan marknað. Frálíkt.

Verri er við bløðunum.Tey bíða eftir enn fleiri politiskum inntrivum, so møguleikar verða at fáa enn fleiri pengar til kunstigan andadrátt.

Facebook er føroyska uppslagstalvan, har alt verður kunngjørt. Her síggi eg postarnar hjá fyrireikarunum um ráðstevnuna í morgin, Útvarpið og Norðurlandahúsið og bløðini. Samstundis síggi eg eisini teir Facebookpostar, sum onnur, ið duga væl at skriva, eisini savnast um. Tað kann vera vælskrivandi kvinnur, sum skriva í Kvinnu, tilkomnar kvinnur, sum skriva í Fyndini, væl upplýstir menn, sum skriva bygdasøgur fyri kommunurnar og hava bókaframløgu, og eins væl upplýstir og vælskrivandi menn, sum skriva søgu fyri fakfeløg, sum eru farin um hundrað, fakfeløgini. Alt samalt vælskrivandi journalistar.

Her er so nógv drigið frá tí, sum fyrr var Útvarpið og bløðini, ja allir teir føroysku miðlarnir, at tað er ikki løgið, at tað sum Ivan enn kallar samanhangskraft, er um at syndrast, í staðin fyri at miðsavnast við bestu lønar- og arbeiðstreytum í okkara lítla, fjálga og væl upplýsta landi.

Hvussu er tað komið hartil, at miðlastøðan er so púra sundursyndrað, every one for himself, mótvegis støðuni fyri hálvari øld síðan, tá monolitturin Niels Juel ráddi fyri borgum og kanalin var ein, og bløðini vóru ordilig frá loysing til samband, enntá við danskari oddagrein? Hvussu ber tað til at konvergensurin hevur snarað seg so langt av leið, óansæð hvønn vinkul tú anleggur at analýsera?

Eru tað fakfeløgini, sum hava gjørt tað óattraktivt at arbeiða í Útvarpinum og hava stygt skrivandi fólk burtur um allar heiðar? Ella er tað bara ein økismissur og fánandi áhugi fyri miðling og journalistikki? 

Sjálvur havi eg, fyri nøkrum árum síðan gamaní, undirvíst ungum í høvuðsstaðnum á miðlabreyt, og kann fyri vist siga, at vitanin um og áhugin fyri øllum handa miðlum er so stórur og so kvalifiseraður, at eg seti spurnartekin við, um skúlin yvir høvur dugir og hevur førleikar til at loysa unga miðlaførleikan úr lagdi, so brúnasíðir teir gomlu lærararnir eru, eingin undantikin, eg sjálvur allar minst.

Men hvar fer hesin ungi miðlaførleiki, sum serliga stendur sterkur á visuella økinum, samstundis sum skúlin má sanna at fleiri og fleiri ikki knekka lesikotur, sum tey siga – røvarasprog skal brúkast alla staðni at skapa mørk, hvør er innanfyri og uttanfyri – og fleiri bókstavadiagnosur koma fram í viðgerðarsamfelagnum, har øll bíða eftir øllum og einki hendir.

Í meðan bíða vit eftir endursendingi av morgunlestrinum.

Hvar eru tit øll vælskrivandi fólk, sum fyrr bóru øllum miðlunum uppi? 

Vit eru ein fiskivinnutjóð, og sig mær by the way, hvar ein fiskivinnusending er á skránni ella ein vælskipaður táttur í bløðunum, sum ikki bara er avreiðingartøl? 

Hvussu langt aftur í árbøkurnar skal eg fara, fyri at finna hana aftur? 

Og hvar er fólksins Fimmari, tá fólkið slapp at siga sína meining meðan øll hildu ondini og lurtaðu?

Er øll føroysk miðlasøga í tátíð? Skapast einki nýtt?

Nú endursenda tey morgunlesturin og hálvtrýss minuttir eru farnir og bloggtíðin er úti.

Amen.