Í heyst eru 60 ár liðin síðan Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio. Tí hevur felagið fingið samstarv við Cinemateket í Keypmannahavn, sum er biografurin hjá Danska Filmstovninum, at vísa fýra klassikarar í heyst.
Tað er Jesper Andersen, sum er programmleiðari og javnan hevur vitjað í Føroyum, ið hevur gjørt tað møguligt at vísa virðisfullar filmsklassikarar millum nýggju arthouse filmarnar, sum Filmsfelagið vanliga vísur mikukvøld í Havnar Bio.
Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.
Hetta eru tríggir teir fyrstu filmarnir í heystskránni hjá Filmsfelagnum:
24/8 KL 20:00 Trainspotting (Danny Boyle, Skotland 1996, 93 min)
Fyrsti filmur, sum verður vístur mikudagin, er ein Oskartilnevnd perla úr Skotlandi, ið byggir á skaldsøgu hjá Irvine Welsh, sum Danny Boyle hevur gjørt til filmin ”Trainspotting”, ið er bæði provokerandi og undirhaldandi.
Í skotska høvuðsstaðnum, Edinburgh, fylgja vit nøkrum vinfólkum, sum ballast allan sólarkringin.
Renton, ið er Ewan McGregor í fyrsta kenda leiklutinum, roynir at sleppa sær úr rúsandi umhvørvinum, men tað er truplari, enn hann nakrantíð hevði hugsað sær.
Hinir tríggir filmsklassikararnir eru ”One Flew Over the Cuckoo's” (1975), sum verður sýndur 7. september, “Some Like It Hot” (1959), sum verður sýndur 21. september og “Psycho” (1960), sum verður sýndur 5. oktober, tveir dagar fyri at Filmsfelagið, sum varð stovnað í Havnar Bio, fyllir 60 ár.
Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar og verða kunngjørdar so hvørt á Facebook profilinum hjá felagnum og á heimasíðuni hjá Havnar Bio.
31/8 kl 20:00 Grandmother (Matthew J Saville, Nýsæland 2022 94 min)
Við heitinum ”Grandmother” er 76 ára gamla stjørnan, Charlotte Rampling, høvuðsleikari í eini nýggjari svartari komediu hjá Matthew J. Saville. Hann er føddur í Durban í Suðurafrika, uppvaksin á bygd í Nýsælandi og hevur gjørt film um Boarakríggið.
“Grandmother” er fyrsti filmur frá hansara hond við eini stjørnu í høvuðsleiklutinum. Um tað mundi, at Wim Wenders var í Føroyum, vitjaði hon eisini her.
Charlotte Rampling, sum býr í París, og spældi við í ”Dune”, ”Tout s'est bien passé”, ”Benedetta” og ”45”, sum Filmsfelagið hevur víst, er í hesum filmi ein birg og lívlig omma, sum hóast avbjóðingar er full av lívsmegi. Tað má destruktivi ommusonurin sanna, tá hann verður koyrdur av kostskúlanum og noyðist at flyta heim, har omman, sum situr í rullistóli, er flutt inn.
Uttan at hann á nakran hátt ynskir tað, verður hann sendur at keypa ommuni gin og annars at verða um hana við undirhaldi allan dagin. Sum frá líður kemur hann eftir, at omman hevur nógv at fortelja, millum annað tá hon var krígsfotografur undir krígnum.
Hóast aldursmunin verða omman, Ruth, og ommusonurin, Sam, knýtt saman í teirra stríði fyri lívinum á ein hátt, tey ikki høvdu væntað.
7/9 kl 20:00 One Flew Over the Cuckoo’s Nest (Milos Forman USA 1975 133 min)
Hetta er ein av týdningarmestu filmum í nýggjari tíð og hevur eisini kveikt Føroya fyrsta filmsleikstjóra, Katrina Ottarsdóttir, at útbúgva seg innan film. Filmsfelagið vísir í heyst fýra klassikarar, nú 60 ár eru liðin, síðan felagið varð stovnað í Havnar Bio.
Hetta er annar filmurin í røðini við klassikarum.
Tað var í 1975 at Milos Forman (1932–2018) gjørdi filmin, sum vann fimm Oscarvirðislønir og byggir á skaldsøgu hjá Ken Kesey (1935–2001).
Enn tann dag í dag eru flestu ummælarar á einum máli um, at hetta er týdningarmesti filmur, sum lýsir støðuna hjá sálarsjúkum á afturlatnari deild.
Hin trífalt Oscarvirðislønti Jack Nicholson er Randall McMurphy, ið er ákærdur fyri neyðtøku, og mettur at verða so vandamikil, at hann skal leggjast inn á eina deild fyri sálarsjúk, heldur enn at verða settur í fongsul.
Her kemur hann inn í eina kensluleysa samfelags- og viðgerðarskipan, sum fyrst og fremst verður lýst við yvirsjúkrasystrini, Nurse Ratched, hvørs atferð McMurphy ikki á nakran hátt kann sættast við.
Í staðin øsir hann hinar sjúklingarnar, klientarnar, upp, og fær teir at krevja sín rætt, og ikki á nakran hátt at geva seg undir hesa meiningsleysu yvirvøld. Samstundis er tað áskoðaranum skjótt greitt, hvør vinnur í ójavna dystin um maktina á afturlatnu deildini.
60 ár og 4 klassikarar
Regluligu mikudagssýningarnar í Havnar Bio byrja aftur mikukvøldið 24. august við skotska klassikaranum “Trainspotting” (1996). Hetta er fyrsti av fýra filmsklassikarum, sum Filmsfelagið, ið fyllir 60 ár hin 7. oktober, hevur fingið við góðari hjálp frá Jesper Andersen, sum er programmleiðari í Cinemateket í Danska Filmshúsinum.
Hinir tríggir filmsklassikararnir eru ”One Flew Over the Cuckoo's” (1975), sum verður sýndur 7. september, “Some Like It Hot” (1959), sum verður sýndur 21. september og “Psycho” (1960), sum verður sýndur 5. oktober, tveir dagar fyri at Filmsfelagið, sum varð stovnað í Havnar Bio, fyllir 60 ár.
Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.