Í morgun vaknaði eg við at ein skipsfloyta gav signal um vandaferð, nú skipið stevndi fram á kós, sum ein annar krossaði. Tað havi eg aldri hoyrt áður.
Løgið at vilja amast upp at hesum bátum, sum dyrka kríggj og djevilska ræðslu, hugsi eg við mær sjálvum, nú eg í gjár møtti hálvthundrað ukrainum í Perluni í gjár og ein hin seinasti Holocaustyvirlivarin var látin.
Afturvið føroyskum smyrjibreyði hildu tey ukrainska frælsisdagin. Alkeksandr sang um heimlandið, tað størsta í fría Evropa, sum Russland hevur reint at knúska í berari hevnisøku í eitt hálvt ár.
Tjóðveldi hevur gjørt av at stilla upp til eitt parlament í einum øðrum landi, og besti evropeiski verji hjá Ukraina, Boris, er koyrdur frá, tí hann drakk eina baltiska øl, og land hansara er farið úr øllum tí evropeiska samveldinum.
Hvørjum vilja vit amast upp at? Hvør gongur fremst í amingini?
Hyggi eg í føroysk-ensku orðabókina, so finni eg ikki orðið at amast. Heldur ikki at nálgast. So ikki ber til at flyta føroysku atferðina hjá mentamálaráðharra, tingformanni og løgmanni, nú teir amast og nálgast upp at einum loyniligum kavbáti, sum hevur sløkt alt sporføri.
Men vælvitandi keldur siga, at hann eitir Ohio, og er hin fyrsti av átjan kjarnorkuriknum amerikanskum kavbátum, so gamal, at fyrrárið verð kunngjørt, at í 2026 verður hann koyrdur í Ship-Submarine Recycling Program í tronga Puget sundinum, sum skapti grunge ljóðið.
Tað gera russar eisini. Endurvinna sínar kavbátar. Og elska síni børn.
Einasta linnandi inntriv í almennu Morgunføroyum er, at Eyðfinn Jensen spælir Imagine hjá John Lennon í Útvarpinum.
Hvørjum vilt tú amast upp at?