Skip to main content

Posts

Flaggið í Sortudíki

Flaggsøgan stendur sterk í grannalagnum uppi í Sortudíki í Havn. Tað er so vist og sætt. Útvarpsstjórin, sum sjálvur var á Vaglinum í 1940, skrivaði flaggsøguna so fyrimyndarliga í 1980, og setti síðan eina stóra stong á vøllin framman fyri húsunum í Sortudíki, sum helst vóru tey seinastu at foreina tjóðina í einum samanhangandi tanka, whatsoever. Í 1983 kom Norðurlandahúsið í grannalagið og Hotel Føroyar longur uppi við Oyggjarvegin. Perlur uppá tráð allan vegin. Seks ár seinni varð altjóða filmstevna við norðurlendskum filmum í Norðurlandahúsinum. Heiðursgestur var sámiski Nils Gaup, sum árið fyri var í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina fyri legendariska filmin Veiviseren . Norðurlendska umboðanin var so sterk, at danski filmurin Babettes gæstebud streyk við henni. Høgni, sum samskipaði filmstevnuna fyri Filmsfelagið, Norðurlandahúsið og teir norðurlendsku filmsstovnarnar, hevði keypt størsta sámiska flaggið, sum bókahandilin í Kautokeino sendi í pakka til Føroya.  Flaggið, sum hvør

Hvat sigur Fólkaheilsuráðið?

Gitte Klein, sum umframt Fólkaheilsuráðið nú eisini umboðar Kringvarpið, sigur á VP í kvøld, at sætta frágreiðingin hjá UNESCO ”The Global Education Monitoring Report - Technology in education: A tool on whose terms?" er rætt endurgivin í Kringvarpinum, tá sagt verður at UNESCO bannar snildfonum í skúlunum. So sigur Gitte, at “…men Birgir fær ikki við, at UNESCO finst at, at tað ikki eru lærarar, sum seta dagsskránna í mun til tøkni í skúlum. Ístaðin eru tað stóru tøknifyritøkurnar, ið hava marknaðarført glitrandi tøknina og ávirkað tey, ið vara av skúlum, til at keypa tøkni inn í stórum stíli.” Nú kann vera so ymiskt, hvussu vit lesa, men um Gitte dittaði sær at lesa tann bloggin , eg skrivaði um somu frágreiðingina, tann dagin hon kom út, og sum Gitte nú reagerar uppá, so hevði Gitte kanska varnast hetta drúgva brotið, sum handlar júst um tað evnið, Gitte eftirlýsir og tí heldur, at eg man hava gloymt burtur og ikki fingið við: ”Hóast stuðlað av grunninum hjá Bill og Melindu Ga

Fjúrtan dagar í Føroyum

Týska silvurbrúðarparið Michael og Melanie taka eina selfie í Bø, har tey hava búð í fjúrtan dagar. Tey er so góðir eygleiðarar, at tað røkkur ikki at brúka okkara tugda orðafelli um, at gløgt er gestsins eyga.  Vit mugu víðka tað til at rúma tí tanka, at tað at ferðast er fyri báðar partar at møta fremmandum fólki við annarleiðis tilgongdum at eygleiða gerðandisdagin, serliga hann, sum tú helt teg kenna heima hjá tær sjálvum. Her er morgunborðreiðingin og útsýnið á silvurbrúðleypsdegnum. Tey bæði eru úr Stuttgart í Baden-Württemberg har suðuri í Týsklandi og vildu fegin sleppa at skriva ein ferðablogg til føroyingar um upplivingina, matstovurnar og ikki minst, hvør skal fíggja verandi og komandi undirsjóvartunnlar í Føroyum. Hóast Michael starvast í banka- og fíggjarheiminum, fekk hann ikki svar uppá spurningin. Niðanfyri er forsøgan og sjálv ferðafrásøgnin hjá týsku hjúnum, sum siga Färöer , hóast tey skriva á enskum. Málsliga lati eg enska tekstin standa, so flestu skilja og kunnu

Trap Føroyar á netið

Niels Elers Koch er fyrisitingarstjóri hjá Trap Danmark og ritstjóri, nú sætta útgávan av bókaverkinum kemur út. Bøkurnar telja 34 bind, tólvtúsund blaðsíður, eg eitt bind er burturav um Føroyar, har 71 føroyingar hava medvirkað. Tann bókin fæst nú á føroyskum og enskum, við einum føroyakorti inni í bakpermuni.  Tað áhugaverda er, at Trap Danmark nú fer á netið, og Nám hevur tryggjað sær rættin til ikki bara føroysku og ensku bókaútgávuna, men eisini til talgildu netútgávuna av Trap bókini um Føroyar. Netútgávan væntast at verða klár um ársskiftið. Tað sum beinanvegin fangar mín áhuga, eru nýteknaðu kortini um havstreymar í Norðuratlantshavi og kring Føroyar. Fyrr hevur verið so ómakaleyst at siga, at tú ert úr einum landi, sum er við endan á Golfstreyminum. So vita øll hvaðani tú ert og hvar Føroyar eru. Jú minni landið er, jú størri er forvitnið úti í heimi, eins og egna trongdin at siga frá um landið, tú ert úr. Men um Golfstreymurin viknar so mikið, at hann ikki longur kann sigast

Kann tøkni skapa læring?

Nú eru aftur krøv um at taka telefonir úr skúlastovunum. Orsøkin er árliga UNESCO frágreiðingin, The Global Education Monitoring Report , sum kom í dag. Sum sæst á permuni omanfyri, er heitið "Technology in education: A tool on whose terms?" Tað er løgið, at so sterkar og ofta lítið rótfestar heimligar meiningar stútt og støðugt leggja seg upp at skúlanum. Men hvat, tað er har maktin er, í skúlanum. Og so í tí religiøsa umhvørvinum. Og har sum samanfallandi áhugamál og ynski um persónliga makt eru í hesum báðum pørtunum, tá er at verða uppá vakt. Nú varð eisini at hoyra í Útvarpinum , at UNESCO bannar snildfonum í skúlanum.  Havi leitað í allari frágreiðingini, um hetta er so. Hava leitað eftir orðunum "ban" og "banned", og ongastaðni funnið eitt krav um ella so mikið sum eitt tilmæli um at banna telefonum í skúlanum. Allíkavæl framtúrar Útvarpið við tíðindum um, at heimsins lærustovnur undir ST, UNESCO, krevur eitt bann av tílíkum amboðum. Hetta passar ik

Barbie, Ken, Eiler og Oppenheimer

Eiler Fagraklett í Havnar Bio, har hann hevur sæð "Barbie" saman við vinkonunum. Niðanfyri er ummælið hjá Eileri av filminum, sum hann sá sunnukvøldið  Hósdagin hevði nýggi Barbie filmurin heimsfrumsýning, og eins og so nógvir aðrir føroyingar, nýtti eg høvið at síggja nýggja filmin sunnukvøldið. Ein filmur, sum óvanliga nógv hevur verið prátað og skrivað um síðsta hálva árið. Hetta gjørdi, at nógv varð væntað av upplivinigini - og eg má siga, at Barbie og Ken skuffaðu ikki.  Í filminum spælir Margot Robbie høvuðsleiklutin sum Barbie, meðan Ryan Gosling spælir Ken. Søgan fylgir teimum báðum á eini sjálvrannsaknandi ferð eftir, at tey uppliva eina eksistentiella kreppu. Sum samkyndur drongur í áttatiárinum varð eg sjálvandi hugtikin og til tíðir drigin at ljósareyða dreymalandinum hjá Barbie. Men tað var ein onnur tíð, og tá var tað ikki væl sæð, at dreingir spældu við dukkur, og so slett ikki við hina mest femininu dukkuna av teimum øllum: Barbie. So eg fekk aldri eina Barbie

Opin býur

So varð býurin lýstur at verða opin aftur.  Flott og góð løtumynd, men er tað meir enn bráðvakurt?  Ólavur Frederiksen avmyndar arbeiðsmenn eftir liðugt verk á Vaglinum. Við eini siping til heitið á skjótt fýrs ára gamla italska filminum hjá Rosselini, Róm - opin býur , sum í dag er blivin ein institutionaliseraður kultklassikari, kunnu vit ikki siga annað, enn at Havnin er opin aftur. Ævigi býurin, sum Róm verður kallaður, varð lýstur opin hin 14. august 1943. The most precious moment in film history , sigur Martin Scorsese um filmin. Meðan gomlu bøkurnar siga okkum nógv um at sigla vandasjógv í krígstíð, ein teirra sigst verða til nýggjan føroyskan stórfilm, so eru okkara heimligu nútíðarvandar av heilt øðrum gerandisligum og meira óítøkiligum slag.  Skulu vit brúka nakað italskt samband, so eru vandarnir ein venetiansk maskarada, uttan andlit, tí teir verða útintir við skriviborð langt frá fólkinum, og eru tí truplari at staðfesta, fyri ikki at siga ábyrgda nakran fyri í fólkavaldu

ChatGPT - vinur ella fíggindi?

Í eitt gott hálvt ár hevur vitlíkið, artificial intelligence, fylt nógv uppá gott og ilt, oftast undir navninum ChatGPT, bæði í tíðindum og kjaki millum fólk, har eg komi.  Frá at verða ein spælandi fylgisveinur við skemtiliga óforpliktandi uppgávum sum ”skriva mær um hægsta fjall í Føroyum”, og "skriva mær ein sang uppá rím í tíggju ørindum um, hvussu ofta Dimmalætting er farin á húsagang", til álvarsligari uppgávur, ið krevja samrøðu og samskifti um úrvald spesifikk evni, har eg frammanundan billi mær inn, at eg havi eitt ávíst innlit, til dømis um film, og mest sum bara havi tørv á einum veggi at skriva upp ímóti, sum tá gentur lofta við fleiri bóltum, og einum hugsaðum ritstjóra at skipa lidna tekstin, á tí skriftmáli, vit velja, føroyskum, donskum ella enskum.  Men tað er ikki uttan bivan, ja kanska ógvuslig svørðsløg, at ChatGPT hevur gjørt innrás í føroyska samfelagið, og er blivin ein veruligur møguleiki at samskifta við, júst har tú ert, og til tað høvið, sum nú stin