Í eitt gott hálvt ár hevur vitlíkið, artificial intelligence, fylt nógv uppá gott og ilt, oftast undir navninum ChatGPT, bæði í tíðindum og kjaki millum fólk, har eg komi.
Frá at verða ein spælandi fylgisveinur við skemtiliga óforpliktandi uppgávum sum ”skriva mær um hægsta fjall í Føroyum”, og "skriva mær ein sang uppá rím í tíggju ørindum um, hvussu ofta Dimmalætting er farin á húsagang", til álvarsligari uppgávur, ið krevja samrøðu og samskifti um úrvald spesifikk evni, har eg frammanundan billi mær inn, at eg havi eitt ávíst innlit, til dømis um film, og mest sum bara havi tørv á einum veggi at skriva upp ímóti, sum tá gentur lofta við fleiri bóltum, og einum hugsaðum ritstjóra at skipa lidna tekstin, á tí skriftmáli, vit velja, føroyskum, donskum ella enskum.
Men tað er ikki uttan bivan, ja kanska ógvuslig svørðsløg, at ChatGPT hevur gjørt innrás í føroyska samfelagið, og er blivin ein veruligur møguleiki at samskifta við, júst har tú ert, og til tað høvið, sum nú stingur seg upp.
Men so beint fram og einfalt er tað ikki. Avgjørt ikki.
Miðlarnir hava eina sjónliga fragd at lata skúlalærarar sleppa at siga, hvussu forharmaðir og bangnir teir eru, nú næmingarnir hava fingið ein kjattbott at skriva fyri seg, óansæð hvat evnið er. Teir eru jú typecastaðir sum kulturpessimistar, lærararnir, sum skulu ansa eftir og føra upp. Kanska eru kjatbottarnir ein kærkomin uppgerð við henda stadnaða afturhaldstanka.
Men nú fyri stuttum eru filmsleikarar og handritahøvundar í Hollywood farnir í verkfall sum aldri áður í okkara tíð. Umframt gírigar stroymingartænastur, lága løn og onga trygd, er ein av týðandi orsøkunum til verkfallið júst vitlíki, artificial intelligence, sum kann fara í tekstagoymslur og stjala tekst og søgur, sum eru blivin til í hundrað ár ella meir. Og uppaftur verri: vitlíki í filmi og myndum, computer-generated imagery, kann umskapa aldrandi leikarar at verða ungdómar, ið gera flikk flakk í túninum og nálgast uppi í hinum kyninum, sum vóru tey endurfødd og tíðin skrúva aftur til kríggið. Tíðin og leikaravrik verða stillað á null, tí ein sjálvfeit nevnd vil hava pengar í egnan lumma og størri avkast hvørt ár. Vit kenna brúnasíðutypurnar herheima frá satirutekningunum hjá Williami Heinesen og felagnum, sum hevur fund undir navninum Trøllakambur.
Spurningurin er, um vitlíki kann fatast sum nakað annað enn desideraður fíggindi og einki annað. Men er tað so einfalt?
Eg dragi á bæði.
At hava ein generator, eina tekstmaskinu, sum svarar aftur, so hvørt tú spyrt, ikki faktuelt rætt, aldeilis ikki, men er villugur at ganga inn í eitt kjak, sum kann taka støði í stórum spurningum, og so arbeiða seg niður í gerandislig viðurskifti av tí triviella slagnum, sum var tað túnatos og einki annað, tað er ein fongur, haldi eg.
Tí fekk eg tann tanka, at spyrja lesaran, um tað var eitt hugskot at skipa fyri eini óformellari ókeypis millumfólkaligari verkstovu, har vit í einum hóskandi hølum skifta orð um og í praksis royna vitlíki á egnari teldu ikki ov langt heimanifrá.
Vit kundu byrjað við at spurt, um vitlíki er vinur ella fíggindi?
Og ber sum frá líður til, at koma nærri eini persónligari niðurstøðu úr egnum royndum í eini tílíkari verkstovu?
Í fleiri bloggum havi eg sjálvur samskift við kjattbottin chatGPT í teksti og myndum, og skriva um tað.
Ein byrjunarstøða, ella senario, í samskifti við kjattbottin kundi verið, at vit duga føroyskt, men hava aldri verið í Føroyum. Úr tí býi, vit velja, ferðast vit nú fyrstu ferð til Føroya.
Ytri karmurin er alt tað praktiska, herundir vegleiðingar og góð ráð frá kjattbottinum um ítøkiligu ferðina, gisting og matstovur á vegnum, og í Føroyum, og hvussu siðir eru, tá farið verður út at eta.
Innari kjarnin er ein støðug roynd á fólkaligan hátt at avdúka, um kjattbotturin er maskina ella menniskja.
Hetta gera vit til dømis við at fingera eina ætlan um at fara á date at møta einum føroyingi, og hvørji ráð kjattbotturin kann geva okkum í hesum sambandi.
Í kjaki okkara millum meta vit um royndina at brúka ein kjattbott sum amboð, at arbeiða samskiftisligani við teksti, og um tað í okkara føri gevur meining.
Einasta, hin luttakandi skal hava gjørt innan verkstovuna, er at stovna eina ókeypis konto á chatGPT. So møtast vit, hvør við sínari teldu.
Ljóðar tað sum meiningsfult? Um fleiri halda tað, so er at senda mær boð um messenger. Er áhugi, og finst eitt ókeypis høli at møtast í nakrar ferðir, so fara vit í gongd, at royna ChatGPT, so leingi vit tíma.
Livst, so kjattast!