Flaggsøgan stendur sterk í grannalagnum uppi í Sortudíki í Havn. Tað er so vist og sætt.
Útvarpsstjórin, sum sjálvur var á Vaglinum í 1940, skrivaði flaggsøguna so fyrimyndarliga í 1980, og setti síðan eina stóra stong á vøllin framman fyri húsunum í Sortudíki, sum helst vóru tey seinastu at foreina tjóðina í einum samanhangandi tanka, whatsoever.
Í 1983 kom Norðurlandahúsið í grannalagið og Hotel Føroyar longur uppi við Oyggjarvegin. Perlur uppá tráð allan vegin.
Seks ár seinni varð altjóða filmstevna við norðurlendskum filmum í Norðurlandahúsinum. Heiðursgestur var sámiski Nils Gaup, sum árið fyri var í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina fyri legendariska filmin Veiviseren. Norðurlendska umboðanin var so sterk, at danski filmurin Babettes gæstebud streyk við henni.
Høgni, sum samskipaði filmstevnuna fyri Filmsfelagið, Norðurlandahúsið og teir norðurlendsku filmsstovnarnar, hevði keypt størsta sámiska flaggið, sum bókahandilin í Kautokeino sendi í pakka til Føroya.
Flaggið, sum hvørt ár verður vundið á stong í Tinganesi hin 6. februar, er helst tað vakrasta í Norðurlondum. Tað er felags fyri allar sámar, hvar teir so búgva, ein lit fyri hvørt av londunum Noreg, Svøríki, Finnland og Russland. Reyði liturin ímyndar eld, grøni liturin náttúru, guli liturin sólina og blái liturin vatnið. Í ringrásini brýtur sirkulin, sum ímyndar sól og mána, allar litirnar.
Men ólukkutíð, Norðurlandaráðið hevði ikki góðkent sámiska flaggið. Tí vórðu góð sámisk ráð dýr í 1989, og vit fóru til Niels Juel, sum eftir at hava hugsað seg um í ein dag ella so, samdist við Karina í grannahúsinum, at flaggið kundi sleppa inn í Útvarpshøllina, men bara sum veggja- ella borðprýði. Ikki upp í stongina, sum stóð tóm til tað sama, hin størsta í økinum.
So sterkt er eitt flagg.
Tað hoyrdist eisini í viðgerðini av Ólavsøkurøðini hjá løgmanni.
Eftir at hava tosað um átjan frísk, sum vórðu send av landinum at blíva sjúk, fór framsøgumaðurin hjá einum av tingflokkunum at tosa um alfabetfelagsskapin, eitt óføtt barn, akkurát á sama hátt sum vøggan hjá allari haturstalu, fótbólturin, sigur um B36, árstalsfelagið.
Kanska er tað fyri at sleppa undan at verða ákærdur fyri haturstalu, at tú umskrivar nøvn til nakað tú ikki kanst ábyrgjast fyri. Ófødda barnið er jú ikki føtt og hevur enn minni fingið navn. Tí kanst tú gera rokning uttan vert. Tað, sum tú ætlaði og legði upp til, hendi jú ikki allíkavæl.
Men ímeðan kanst tú gera teg sjónligan og tala til viðhaldsfólk, sum tá norski prædikumaðurin Hanvold kom higar og vildi brenna Harry Potter bøkur tá tær vóru í hæddini. Lukkutíð er hann beint nú komin fyri seg eftir eitt strok, og hevði tí kanska riggað væl sum fyrsti stjóri í nýggja samkomuhúsinum í Sortudíki, tá tað kemur á føroyskar hendur. Hann hevði í hvussu er tónað reint flagg, kann eg gita, púra uttan vert eins og politikarin ger.
Tí nýggjasta ætlanin í sama grannalagi er nemmiliga at taka yvir Norðurlandahúsið, tí tað ein dag um árið flaggar við LGBT-flaggi.
So sterkt er eitt flagg.
Hóast ókeypis argumentið um ein trojanskan hest, sum úr øllum Norðurlondum ger innrás í Sortudíki, er púra burturvið, og bara buldrar sum tómar tunnur, so má eg sanna, at fyri so lítlan pening, sum uppskotsstillararnir hava skavað og vunnið fram av fíggjarlógini, so er tað funnin fressur fyri Tórshavnar kommunu og landið alt at fáa eitt mentanarhús og eitt tjóðleikahús uppá ein gang og tað í Sortudíki, nú Klaksvíkin hevur eitt, mentanarhúsið Varpið.
So mangla vit bara parkeringspláss.
Men hvat, Havnin og landið alt mangla jú frammanundan bæði mentanarhús og tjóðpall í nógv størri mun enn parkeringspláss.
Og Setrið, sum nú hevur funnið Frælsið, hevur eisini flaggað við alfabetflagginum. Og vinnulívið niðri í býnum við.
Men vit kunnu byrja uppi í grannalagnum og látast at hetta er Black Friday og skavaogvinn, har tú kanst fáa alt uppá eingang. Eitt tilboð, tú ikki hevur ráð at vísa frá tær.
Vísið nú tykkara mansmót og takið undir við Miðflokkauppskotinum um at keypa Norðurlandahúsið. Afturfyri fáa vit mentanarhús til býin og tjóðpall til landið. Bíligari verður tað ikki.
Tá tóna tit reint flagg. Alt árið.