Skip to main content

Trap Føroyar á netið


Niels Elers Koch er fyrisitingarstjóri hjá Trap Danmark og ritstjóri, nú sætta útgávan av bókaverkinum kemur út. Bøkurnar telja 34 bind, tólvtúsund blaðsíður, eg eitt bind er burturav um Føroyar, har 71 føroyingar hava medvirkað. Tann bókin fæst nú á føroyskum og enskum, við einum føroyakorti inni í bakpermuni. 

Tað áhugaverda er, at Trap Danmark nú fer á netið, og Nám hevur tryggjað sær rættin til ikki bara føroysku og ensku bókaútgávuna, men eisini til talgildu netútgávuna av Trap bókini um Føroyar. Netútgávan væntast at verða klár um ársskiftið.

Tað sum beinanvegin fangar mín áhuga, eru nýteknaðu kortini um havstreymar í Norðuratlantshavi og kring Føroyar. Fyrr hevur verið so ómakaleyst at siga, at tú ert úr einum landi, sum er við endan á Golfstreyminum. So vita øll hvaðani tú ert og hvar Føroyar eru. Jú minni landið er, jú størri er forvitnið úti í heimi, eins og egna trongdin at siga frá um landið, tú ert úr. Men um Golfstreymurin viknar so mikið, at hann ikki longur kann sigast at raka Føroyar, ja kanska missur styrkina og ikki røkkur longur enn har hann sleppur við Cape Hatteras, so verða stórar lívfrøðiligar broytingar á okkara leiðum, og gudviti hvussu tá verður við toskinum á Føroyabanka, sum aðrir streymar fara at raka. 

Hvussu stórt og umfatandi eitt bókaverk er, so er tað longu søga tann dagin tað er prentað. Tí verður spennandi at fylgja við, hvussu talgilda netútgávan av Trap Føroyum fer at rigga og verða umsitin.

Onkuntíð hevur verið tosað í krókunum um, at almenn arbeiðspláss, sum fáast við faktaupplýsingar, áttu at fingið álagt í nakrar tímar um vikuna at medvirkað í hini føroysku Wikipedia, og har tryggjað, at føroyska tilfarið altíð er dagført, við virkandi ritstjórum hvør á sínum fakøki. 

Við hesi stóru faktaútgávuni, Trap Føroyar, sum kjarna og støði, er spurningurin ikki bara aktuellur men eisini realistiskur. 

Verður ein aktiv útfarandi ritstjórn skipað, so kunnu vit fyri fyrstu ferð hava ein opnan føroyskan vitanargrunn, sum er livandi og tískil brúkiligur til undirvísing og alla miðling, eisini fyri ferðafólk, tí nú er tilfarið eisini á enskum. 

Tað hevur verið serstakliga hugvekjandi at medvirka í ritstjórnarliga arbeiðnum hesi seinastu árini, nú føroyski ritstjórin, Jóan Pauli Joensen, bað meg skriva ein lítlan kapittul um film í Føroyum. Takk fyri tað!