Feed Shark birk: Birgir Kruse bloggar um miðlar, mentan og annað mangt birk

8.7.09

Rógva fyri bjargingarfelag





Móttøka fyri Patrick Winterton og Mick Berwick umborð á Westward Ho, sum liggur við Høgukei undir Skeivapakkhúsi í Havn. Millum tey møttu vóru Tróndur Patursson, býráðslimir í Havn og føroyskir kajakkrógvarar. Umborð fekst ein góður biti! (Myndir: Birgir Kruse)

Týskvøldið hitti eg teir báðar bretarnar Patrick Winterton, 52, og Mick Berwick, 47, umborð á sluppini Westward Ho, har býraðið í Tórshavnar kommunu hevði móttøku.

Bretarnir høvdu róð til Føroya í hvør sínari kajakk. 74 tímar norður úr Stornoway tóku teir land í Suðuroy fríggjadagin.

Serliga fegnir vóru bretsku kajkkrógvararnir at hitta Trónd Patursson, sum fyri 30 árum síðani sigldi við Tim Severin í húðabátinum Sankta Brendan, higani og til Vínlands.

Stórbýarbúgvarnir høvdu vant á Themsenánni í London og á kanalum í Birmingham. Endamálið við rógvingini er at savna pening til bretska bjargingarfelagið RNLI, sum hvønn dag í árinum stendur fyri fleiri enn 20 bjargingum á sjónum. Og alt á frívilligum støði, sum skilst.

Umframt eina fína enska talu, sum Jógvan Arge helt, varð borðreitt við altskyns føroyskum mati, meðan Regin Jacobsen spældi harmoniku.

Fleiri føroyingar, sum eisini rógva í kajakk, vóru møttir hesa hugnaligu løtu við vágna í Havn.

7.7.09

Sushi á etika







Sushiturisman er á gáttini, sum skrivað stendur á veggin í etika á Áarvegnum. Ovast Jóhannes Jensen og síðani Winnie Simonsen, ið leiðir nýggju matstovuna. Niðri undir sæst eitt úrval av tí, sum húsið hevur at bjóða og undirritaði, ið sýpur eina suppu (Myndir: Birgir Kruse)

Bygningurin sigur ‘Sushi’, sum í dag kundi merkt kom higar. Glas og betong, sum undir flagtekju, sníkir seg smekkurt framvið Amtmansgarðinum við teim høgu trøunum, ið stremba upp mót himni, yvir av Hafnia.

Hetta er nýtt í Havn. Ein avbjóðing til bæði góma og býarmynd.

Winnie Simonsen, sum er leiðari á etika tekur ímóti og vit finna okkara pláss, innast í roykfría krókinum í gamla Jinx. Longur síðani stóðu frískar blómur og angaðu um kapp í sama rúmi. Nú er aftur reint, ja heilt clean.

Hvør flati er estetiskt prøvaður og settur upp móti øðrum lutum, ið síggjast inni. Borð, lampur, klokka, vínbarr – alt er sett saman í eina reina heild, so tað er eitt fornoyilsi at koma inn og skoða innbúgvið, litirnar og útsýnið. Og enn eru vit ikki komin til matkortið.

Men so skulu vit seta okkum. Eg velji ein leysan stól á gólvinum. Hann er ov trongur og spískur í rygginum til mín. Sum tá eg setti meg í hin klassiska Porsche 911 hjá Oddmar. Havi ikki sitið trengri í lívinum. So eg valdi sofuna inn móti vegginum. Har sat eg frálíka væl við allar besta útsýni, oman og niðan eftir Áarvegnum.

Jóhannes Jensen greiðir frá um ætlanina etika, marknaðarkanningar og –royndir. Síðani vísir Vinnie Simonsen okkum, hvussu vit skulu halda pinnunum og dyppa í tað rætta og finna eina góða javnvág millum alt úrvalið, sum nú stendur á borðinum, meðan tveir tænarar ganga til og frá.

Hóast bitarnir eru í smáum og alt er serstakliga avmált, so smakkar stak væl.

Vanligt er at fáa ein tjúkkan búff, brúna sós og flødabakaði epli, við einum reyðvíni, sum einsvæl kundi verið blábersuppa. Niður við sjittinum og so í býin. Hetta er vanliga uppskriftin tá miðalføroyingurin fer út at eta í Havn.

Men ikki sushi. Tað er slow food og ein heilt annarleiðis kvalitativ uppliving. Smakkurin er konsentreraður, fyri ikki um at tala wasabi, sum setir upp í næsarnar og heilt út í eygnakrókarnar. Tú kennir teg reinsaðan og estetiskt mettaðan.

Soleiðis er helst at koma til Fjareysturs. Tú verður mettaður á ein reinsandi hátt. Sum at lesa eina haiku yrking. Og mín sann um ikki matskráin byrjar við einari føroyskari frágreiðing um bæði sushi og haiku.

Tað er sum at flúgva við Atlantsflogi beint til ein metropol. Tí tað er ein so sjáldsama fríðgerandi kensla at fara úr flogførum, sum ikki lenda í Kastrup. Soleiðis kendist tað at lesa matskránna hjá etika. Fríðgerandi fremmand, men tó so ektað heimlig.

6.7.09

Danskar apur í Tjóðveldisgjónni

Fagurt littu apublómurnar vaksa tjúkkar framvið trappunum oman í Gjónna norðuri við Gjógv, har børnini enn sum áður spæla í ánni (Myndir: Birgir Kruse)

Sunnudagin fóru vit biltúr norður eftir oyggj. Steðgaðu á Norðadalsskari, á Eiði, við Gjógv og í Fuglafirði.

Niðri í sjálvari Gjónni norðuri við Gjógv vuksu fagurlittar blómar mest sum í aldum fram við trappunum, ið eru við hin bratta bátadráttin.

Eftir at hava hugt í Litfloruna og ikki funnið blómuna, ella nakra, ið líkist, fekk eg ein illgruna um at plantan var úr onkrum hava í bygdini, ella at onkur snildur handilsmaður úr lokalu ferðavinnuni hevði gróðursett hana í váta klettin.

Spurdi tí starvsfelagan á Skúlabókagrunninum, Karinu Toftegaard, sum fæst við ferðavinnu har norðuri og so eisini mín góða granna, Lítt, Guðruna Gaard, ið veit alt um blómur og bøkur.

Jú, hetta er ein mimulus guttatis, sum á føroyskum hevur fingið heldur mishátta navnið apublóma, sigur Lítt.

- Hon er ikki upprunalig í Føroyum, men er innslødd havaurt. Vit hava altíð rópt hana Laurusa blóma, og tað kemur av, at konan, sum kom við henni í 1920unum, var ein rituvíkskona, ið æt Laura. Í dag er hon um alt landið, serliga í vátum lendi trívist hon væl. Tær nýtist ikki at fara longri enn yvir í Hoydalsá, sum er full av Laurusa blómu, sigur Lítt, ið heldur at tað er spell við hasum ljóta navninum, tí plantan er vøkur, men hon eitur abeblomst á donskum, so helst er tað orsøkin.

Karina Toftegaard sigur at nógv ferðafólk hava spurt um blómuna og hvat hon eitir. Eisini hon hevur funnið fram til danska heiti abeblomst og líknandi føroyska heitið apublóma.

Ein annar starvsfelagi á Skúlabókagrunninum, Pól Jespersen, kennir tvey onnur heiti. Tey eru Ingublomstur og Eingilskmannablomstur.
Har slapp so orðafellið um at navnið spillir ongan at standa sína roynd ein sunnudag á sumri. Tað er líka við, at eg taki ikki undir við orðafellinum. Navnið, tað spillir nógv. Serliga eina vakra blómu.

2.7.09

Koloni Box





Í morgun tók eg hesar myndirnar av Jóhan Martini Christiansen, 21, sum arbeiðir við instalasjónslist í Müllers Pakkhúsi.

Hann hevur smíðað seks kassar, Koloni Boxir, sum fylla stóra rúmið í gamla pakkhúsinum við vágna í Havn.

Almenna ferniseringin er fríggjadagin 3. juli 2009 kl 16:00. Ein hálvan tíma seinni er Mrs. Duplo dj í somu hølum.

Jóhan Martin Christiansen sigur soleiðis um framsýningina:

“Í sambandi við at Tórshavnar kommuna hevur verið demokratisk vald kommuna í 100 ár, ætlaði eg at skipa fyri einari verkætlan, sum er eini framsýning í Müllers Pakkhúsi, har ið framsýningin skal endurspegla ella viðmerkja, tað at liva í einum fólkaræði, sum samstundis er eitt ræði, ið hevur støðu sum koloni. Hetta er eitt paradoks. Alt, ið rørir seg í samfelagnum, verður á ein ella annan hátt definerað og skilt út frá hesum – tað at vera ein koloni. Tó er øllum greitt, at Føroyar eru ikki ein vanlig koloni, har Danmark virkar sum kúgandi vald. Tað er ikki so, at danski státurin beinleiðis vinnur pening, vørður og so framvegis burturúr Føroyum, í øllum førum ikki soleiðis, sum vanligt er fyri eina søguliga koloni, sum til dømi donsku Vesturindisku oyggjarnar.

Hetta ger paradoksið enn meiri torskilt og trupult at seta seg upp ímóti. Tí hvat skal mann seta seg upp ímóti? Til hvørja nyttu? Hvat er so málið at náa aftaná? Hvørji virði verða eftir og hvat verður skilt frá? Og hvat kemur so ístaðin? Hví vil mann búgva í Føroyum? Hví flyta summi av landinum? Og hvat velur ein, sum flytur, at hava við sær í kuffertinum? Hvar standa Føroyar og føroyingar í dag? Hví verður skipað fyri hálvsmartum tiltøkum við New York og Sex and the City sum fyrimynd fyri kvinnur? Hvar er føroyski maðurin? Kann hann identifisera seg við mannin, ið er til skips, luttekur í grindadrápi, hevur stóran bil og hús, eina fitta konu? Eksisterar ein queer-mentan í Føroyum? Kanska enntá ein serstøk føroysk queer-mentan? Og hví hevur David Bowie ikki havt konsert í Føroyum?

Slíkir spurningar koma undan kavi, tá ið hugt verður nærri at hugtakinum Føroyar sum koloni úr einum mannfrøðiligum sjónarhorni, heldur enn einum politiskum horni. Allíkavæl hongur hetta tó alt saman.

Eg vil við verkætlanini Koloni Box spyrja, hvat er í hesi box’ini, sum vit kalla Føroyar, og hvussu alt hetta virkar í mun til heimin kring okkum.

Verkætlanin er at visualisera spurningin við at byggja nakrar ymist littar kassar, sýnisgluggar ella rúm, ið eg velji at kalla Koloni Box’ir.

Í hvørjum kassa verður eitt evni, sum er ein tvørskurður gjøgnum søguna. Støðið verður tikið í ymiskum føroyskum viðurskiftum, ið siga nakað um hugburð og virði í Føroyum, bæði í dag og fyrr.”

30.6.09

Reisigildi í Tórsbyrgi

Í dag høvdu Djóni, Bogi, Julian og tveir vinmenn reisigildi í brekkuni niðan móti Lágargarði, har nýggj smátta er reist. Hin fyrra, ið stóð á somu grund, varð brend, tá fremmandir dreingir brúktu hølið til ymsan ólevnað. Jón, Edvard, Áki, Hans Jákup, Bjarni, Gutti og Snæbjørn bóru smáttuna av parkeringsplássinum, har hon leingi hevur staðið og blomstra, niðan í bøin. Nú er at vóna at bygningurin, sum nú stendur í nýggjum umhvørvi, fer at skapa gleði og hugna millum børn í Tórsbyrgi.

28.6.09

Koparbrúdleyp í Koltri








Í fagrasta veðri hildu Marin og Martin koparbrúpleyp í dag. Familian hevði keypt teimum eina dagsferð við Norðlýsinum, har vit grannar vórðu bodnir við. Tilsamans fleiri enn hálvthundrað, sum møttu í Vágsbotni klokkan 10 henda blíða sunnumorgun á hásumri.

Umborð varð borðreitt við bæði mati og drekka. Aftur við einum svalandi summarsligum campari og djús drykki, løgdu vit út á vágna og sóu fyrst nýggja útgerðarskipið Eldborg.

Síðani sigldu vit undir Hestoynna og fóru inn í Klæmintsgjógv við gummibátum. Umborð aftur, løgdu vit stilt undir hangandi Loftinum vestantil á oynni. Nú var maturin drýlur við skerpikjøti, kjøtpylsu og rullipylsu, og so samloka við eggi, tuni og øðrum leskiligum.

Meðan Turið sang um Magnus, damlaðu vit spakuliga fram við stakkunum unidr Hestoynni og út í Kolturssund. Í gummibátum vórðu vit sett í land í Koltri.

Her gingu vit túr í einar triggjar tímar. Onkur heilt niðan á Kolturshamar, sum er 478 metrar høgur. Vit, sum ikki løgdu so nógv fyri, gingu í tuninum Suðri í Húsi og niðan til smábátahylin hjá Niklas í Koltri. Í dag er hylurin burtur, men útsýnið er frálíkt. Og so er tað hin sjáldsama hvíti sandurin niðri í fjøruni.

Vit gingu um hegnið við portrini, sum bóndini hevði víst á, men einu ferðina bar buksubrókin við leidningin, ið førdi 6000 volt. Tað setti hart í innarlærið. Helst munnu tey føru Highland neytini hava kent henda streymin nakrar ferðirnar.

Umborð aftur varð borðreitt við turrari grind, turrum fiski, spiki og kókaðum eplum. Omaná var altskyns frukt at fáa.

So komu sangheftini og gittararnir fram. Edvard, Áki og Jón spældu undir meðan vit sungu um Valin á Tvøroyri og havgangandi evergreens úr Tórsbyrgi.

Veðrið var so frálíkt at vit sótu á dekkinum allan túrin, í samfullar 8 tímar. Tað merkitist á pannunu, sum hjá teim flestu mundi vera heldur enn ikki snerkt.

So bjóðaðu Marin og Martin heim í Tórsbyrgi 10, har grannar og familja møttu og ein frálíkur dagur brátt fór at lækka.

Vit takka koparbrúdleypsparinum fyri góðan vertskap!

27.6.09

Gongutúr við tónleiki í Havn




Leygardagin 27. juni 2009 á middegi varð ein sjáldsamur gongutúrur í Havn. Gogutúrurin var partur av Summartónum og 100 ára haldinum hjá kommununi. Atli K. Petersen hevði skipað fyri gongutúrinum, sum bæði var musikalskur við ymsum tónleikarum og staðbundin við einum góðum ferðaleiðara.

Tónleikararnir vóru allir tiknir úr skránni hjá Summartónum og ferðaleiðarin var Bette Johansen. Í góðveðrinum møtti fitt av fólki.

Atli K. Petersen lýsir tiltakið soleiðis:

Ein gongutúrur í Havn

Undir opnum himni samskipar Atli Kárason Petersen eina tónlistarliga ferð í miðbýnum, har gongufólkið, umframt vanligu býarmyndina, fær eina livandi ljóðmynd, sum frá óvæntaðum hornum og skotum tekur støði í tí, Havnin hevur at bjóða innan nútímans tónlist.

Ferðin byrjar í Bojsensgarði leygardagin 27. juni 2009 kl. 12:30. Gingið verður við ferðaleiðara, meðan solistar og smærri bólkar, kór og orkestur, spæla og syngja úr óvæntaðum støðum á leiðini.

- Tónleikurin fevnir um konventionellan nýggjan føroyskan tónleik og fría improvisatión. Ein partur av tónleikinum er longu skrivaður, men okkurt verður skrivað til júst hetta høvið, sigur Atli Kárason Petersen, ið samskipar tiltakið.

Gongutúrurin í Havn fevnir um Áarvegin, Laðabrekku, Tróndargøtu, Tórsgøtu, Tinghúsvegin, undir Ryggi, á Reyni, Kongabrúnna, Vágsbotn, Káta Hornið, Vaglið og Gamla Komunuskúlagarðin.

Tiltakið ‘Ein gongutúrur í Havn’ er 100 ára parturin av Summartónum 2009, ið eru elsti tónleikafestivalur í landinum. Fyri gongutúrin er henta at lesa í ‘Tórshavnar býaratlasi’’ sum Tórshavnar kommuna gav út í 2007.