Agurk er góð og kann brúkast til mangt og hvat í grøna føroyska húsarhaldinum. Men á hásumri leggur agurkin navn til lægsta felagsnevnaran í fjølmiðlaheiminum, árstíðina, sum eisini er spekulativ sniðsmoga og kettulemmur at sleppa ivasomum ætlanum, sum teim fyrstu lutaíbúðunum, út á heiladeyða summarmarknaðin, ta linligu hvannatíðina, millum søkurnar. Men hetta er eisini tíðin at sleppa bumbum, sum bresta, bumm, uttan at nakar varnast.
Semja er um, at summartíðin er ikki hin besta til tíðindi.
Løgtingið er í summarfrí, og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu.
Skúlarnir standa tómir, loftmiðlarnir taka sendingar av skránni, og heiðurskrýndu grindina, sum ókeypis kom frá Várharra, lata vit sleppa í
Vestmannasundi. Váðin er eingin.
Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru
fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja, til dømis um
festivalar, sum heldur vilja selja øl inni, nú veðrið er so ringt úti. Giti, at
onkur summarjournalistur man kenna seg sum erstatningskaffi frá Rich’s. Bara
eitt git, meðan vit bíða eftir vetrarskránni. Sama er galdandi á jólum, men tað
er bert um summarið, at hugtakið agurkutíðindi verður drigið fram.
Skúlabøkurnar siga, at tað vóru týsk handilsfólk, sum í 19.
øld fóru at brúka hugtakið sauregurkenzeit, um ta tíðina á árinum, tá agurkin
er búgvin. Umvegis danskt er orðið komið inn í føroyskt. Bretskir journalistar
kalla hesa tíðin á árinum the Silly Season. Í báðum førum er talan um
hásummartíð, sum vit í álmanakkanum kundu knýtt aftur at hundadøgum.
Eru vit seriøs og vilja varpa ljós á týdnngarmikil tíðindi,
velja vit tó at goyma tey til samfelagið aftur er í gongd og agurkutíðin
er av. Tá kunnu vit leggja røttu lunnar undur kjakið, eru vit so
samfelagssinnað, at vit yvirhøvur vilja og ynskja tað. Dømi eru um almennar kanningar,
sum hóast lidnar, verða goymdar at kunngera til agurkutíðin er av.
Hinvegin kanst tú eisini spekulera í, at senda tíðindi út um lutaíbúðir,
sum tað almenna nú setur til sølu fyri fyrstu ferð í søguni. Er agurkutíð, er
eingin vági at bera hesi tíðindi um eina í mínum eygum ókuranta vøru við hesum
heiti, men samstundis ein freistandi møguleiki hjá teim ovurhondsríku, at ogna
sær nýggja íbúð, ilskast tú um stóru, mest sum tómu húsini, tú nú býrt í, innan
tú, úr tiltakandi stættarsamfelagnum, fert foldum frá.
Ellinta Heimsmál hjá ST sigur, at ”fyri 2030 skal øllum
verða tryggjað atgongd til skikkaðar og tryggar bústaðir og grundleggjandi
tænastur fyri rímiligan kostnað; og fátækrabýlingar verða betraðir.” Víðari
verður sagt, at vit, tað er heimssamfelagið, skulu ”gera býir og búsetingar
inkluderandi, tryggar, haldgóðar og burðardyggar.”
Í uppslagi á Facebook, sigur mín góði granni, Hans J.
Hermansen, ið hevur lagt nógv fyri at upplýsa almenningin um henda ódýrara
bústaðarmøguleika, at fyrsta tilboðið frá almenna føroyska bústaðarfelagið, er
eitt vónbrot:
”Tað má kennast hugstoytandi sum landsstýriskvinna, ja,
mestsum sum bakbit, at hava biðið um og fingið ”tilmæli um átøk at nøkta
bústaðartørvin” tann triðja mars í ár, og so, góðar tríggjar mánaðir seinri,
síggja stovn, ið hon hevur ábyrgdina av, ganga beint ímóti álitinum. Guð viti,
hvat man búgva undir, tí hatta hevur einki við lutaíbúðatankan at gera,
tvørturímóti.”
Eitt annað mál úr almenna geiranum, sum eins lítið er gjørt
burtur úr, er nýggjasta ársfrágreiðing hjá Málráðnum, har upplýst verður, at Ráðið
er blivið heimleyst, skrivarin fer í summarfrí við telefon og teldu, uttan at
vita, hvar hon skal møta eftir feriuna, tí skrivstovan er niðurpakkað og send á
Sandvíkarhjalla. Nú loysir forkvinnan frá posabandinum, og tað við lít. Havi
ikki lisið so hvassan tekst, sendan av eini almennari skrivstovu.
Tað er serliga í agurkutíð, at vit kunnu síggja og siga, at
tíðindi eru ein miðlavøra, ið verður send á marknaðin, tá umstøðurnar eru
bestar. Ikki fyrr enn tíðindini eru framleidd og kunngjørd, gerast fólk varug
við tey. Skúlatíðindi blivu til, tá Lærarafelagið fór undir egna tíðindatænastu
og valutatíðindi blivu til, tá Sparikassin fór undir egna tíðindatænastu. Í
báðum førum eydnaðist at fáa innpass í Útvarpstíðindunum.
Tey tíðindi, vit aldri verða varug við, eru ikki tíðindi og
skapa einki kjak.
So mikið størri verður uppgávan hjá journalistum og miðlum í
agurkutíðum. Her liggur nógv á láni, serliga at verða umboð brúkarans í einum
tiltakandi stættarsamfelag, spyrt tú meg.
Lesið meir um hetta stórmál og finnið sitat og uppgávur í skúlabókini Fjølmiðlar, Føroya Skúlabókagrunnur 2008