Nú stjørnudustið frá Michelin hevur lagt seg og gerandisdagurin aftur rullar úr norðuratlantisku havsbrúnni, havi eg hug at nevna tríggjar matstovur, eg havi vitjað í seinastuni, ein íslendsk, ein donsk og ein heima í Havn.
Fyrst er tað íslendska vakstrarhúsið Sól, sum er millum konteynarar, rullur av veirum og bíðandi trolarar og farmaskip í Hafnarfirði. Ein mentanarlig samanrenning, tú verður kløkkur av. Omaná drívhúsplantum og lillafarvaðum vakstrarljósi, vit kenna av heimrustini í Hvamminum í Tórsbyrgi og serliga úr Kvívík, løgdu tey í fjør nýtt gólv á, og opnaðu nýggju matstovuna Sól, sum nú stendur oman á øllum grundvøkstrinum.
Má siga, at samstundis sum hetta er mest sjálvsagda og hands-on-ítøkiliga gólvalegging til sitandi fólkið, sum í frið og náðum vil hava ein forkunnugan vakstrarbita og tosa grønklókt við borðfólkið eina óbetaliliga løtu, er hetta eisini hitt mest eksotiska gólv, har tú gongur sum í rúmdini, ja í bleytum inniskóm, og sært grønt til allar síður, eisini hinumegin vágna meðan dimmið søkkur niður í lendið, og rúmið bara gerst bjartari úr neðraljósinum.
Tað er Sól í Hafnarfirði.
Íslandsmeistarin í kokkteyli skeinkir og greiðir frá, sum hava vit altíð kenst. Basilikum gimlet við lime og Marberg gin. Vit velja nýveiddan kalva í eggjanudlum við grønum bønum og kræklingum undir, soppar í løgum, mille-feuille, við brestandi sinnopskornum í løttu sósini, rygglundir av neyti við sjampinjon í brúnari sós og ein rokaðan tallerk við litføgrum og vælkomponeraðum salati beint úr niðaru hædd, har tey eisini bryggja egið Sól-øl, lager og IPA.
Í Aalborg vóru vit í farnu viku inni á Penny Lane í miðbýnum og fingu ein middagsbrunsj. Heilt vanligur við øllum sum hoyrir til, men eins og í íslendska førinum eru hølini sjáldsama hugnalig, sum sat tú í eini tíðarleysari summar- og jólastovu, sum Bo Bedre og Alt for damerne hava sett í karm fyri teg, prentað og givið út í eini felags skreytútgávu. Hugnaligt at koma inn av gøtuni og fáa tað, tú ætlaði, mitt á degi. Hevur tú eina søta tonn og letur teg freista, so eru tær mangar við diskin á hesum stað, køkuligu søtmetisfreistingarnar.
Komin út má eg nevna vælskipaðu Christansgade, sum mitt í býnum krossar Boulevarden, tá Kennedybiografurin er fyri framman og jarnbreytarstøðin til høgru. Havi ikki sæð ein bý, har søgulig hús, ið eru minst hundrað ára gomul, eru so væl hildin, ja sum í Tróndargøtu, umvæld og endurbøtt eftir allari gøtuni. Eri málleysur, at ein miðbýur kann skipa seg sjálvan so væl til báðar síður, uttan at kapitalurin tekur ræðið. Heiðurligt, vakurt og søguligt. Og so ein tillagað sponsk trappa við Det Glade Vanvid. Ein fragd fyri eygað og allar sansir, ja eitt útferðarmál fyri byggi- og býarskipanardeildir.
Heima í Havn eri eg nú setstur við borðið í trýhundraðogtretivu ára gomlu Nýggjastovu hjá Eiriki Lindenskov, har Ræst hjá Gist & Vist heldur til, og eg fyri vist helt, fór at fáa eina Michelinstjørnu og ein Nordic Prize. Men so bleiv ikki. Michelinvirðislønin, ikki færri enn tvær, fóru til PAZ hjá Poul Andrias Ziska uppi í Handilsgøtuni í hølunum hjá Hotel Havn og 62 Norður, har fína matstovan Frumbiti hjá avstralska Brent Morrow og føroysku Katrinu Mortensen einaferð var. Her niðri við søguligu Gongina, har niðurlendsku kaklarnir tala teirra egna mál við ovnin í Nýggjastovu, stákast fjølmenta liðið av kokkum og tænarum undir leiðslu av meksikanska meistaranum Sebastian Jiménez, ið helst er hin fremsti at leggja føroyskan smakk og matgerðarlist undir fremmandar gómar í eini føroyskt-meksikanskari twist fusión. Situr tú við langborðið, sært tú beint inn í køkin, har tey hetta kvøldið høvdu italska Michelinvitjan úr Dolomittafjøllum, Riccardo Gaspari, sum sæst í hvitari skjúrtu aftast, meðan fyriskiparin og mennarin í Ræst og grannamatstovuni, Roks, tað er sommelier Karin Visth úr Sveis, sæst longst til vinstru í køkinum á myndini omanfyri.
Úr seytjan rætta matskránni frá Sebastian Jiménez vil eg taka fram uppstandandi bollan við skerpikjøti, hunangi og sitróntimian, og so ræst kjøt, borðreitt, sum lá kvinnuskjúrtið, mannshúgvan ella reyðstríputa veitslu sloyfan úr føroyska tjóðarbúnanum omaná. Hetta er ræst kjøt, fermenterað rabarba og reyðrót, súltað kili og fiska dashi, borðreitt við borðið, har Jiménez hevur stykkið av tjóðbúnanum um grýtuna, so myndin og sjónin fær eina nýggja dimensjón. Betri verður siðbundin matur úr føroyska kovanum neyvan tilgjørdur og borin fram fyri okkum, ið saman við ferðafólki kenna okkum sum gestir, ið hjúklað verður um. Undirfult er tað. Aldri untist mær at vitja Koks, uttan tá týski sjónvarpskokkurin Tim Mälzer var her og gjørdi eina stuttliga sending um at gera mat eftir uppskrift frá Poul Andrias Ziska og sjálvur finna rávørur, meðan Koks var í Kirkjubø. Tá liðugt varð, skuldu vit tólv lokalu smakkdómarar meta um kontinentala avrikið hjá stuttliga sjónvarpstýskaranum.
Nú vit byrjaðu við grønum vøkstri til matgerð, og numu við arkitektur á øllum vitjaðu støðum, sker tað í eyguni, at eitt hálvarunt plasttelt er sett við endan á arkitektoniska meistaraverkinum hjá Ola Steen, Norðurlandahúsinum, niðanfyri Útvarpið hjá Palla Gregoriusen, bygningsverkini, sum eg havi hoyrt norðurlendskar arkitektar á útferð doypt the Beauty and the Beast, uttan at siga, hvat var hvat. Men hvat nýggja skemmandi plastteltið skal gera í lendinum meir enn fjøruti ár seinni, er mær ein gáta. At tey vilja dyrka grønmeti er forstáiligt, men at skemma bygningsverkið er hvørki plausibult ella forstáiligt. Ta tíðina, tá Norðurlandahúsið bleiv til, kom út mentanartíðarritið Brá, sum uttan líka enn er einastandandi í føroyskari kjakmentan. Tí havi eg funnið eina grein hjá Eyðuni Andreasen og Astri Luhin um júst nýbygda og nýskipaða Norðurlandahúsið. Tað stuttliga er, at blýantsstrikur fara eftir síðunum og hava valt sitatklipp eitt, tvey, trý og so framvegis. Brotini vórðu brúkt í sýningarskránni hjá Filmsfelagnum í Sjónleikarhúsinum hvønn sunnudag sum mentanarlig dagdvølja og ýti, í teirri vón, at vit fóru at fáa ein mentanarpolitikara, ið fekk sær hetta fyribrigdi fremst í vápnaskjaldrinum. Brá er eitt fjálgt minni, sum ber og heldur, meðan vit enn bíða eftir politisku drívmegini, sum tey í øðrum londum siga fyri vist búgva í mentan.