Skip to main content

Myndir, skornar í minnið

Viðtal, Dimmalætting februar 2006:

Sætta listafólki at fáa trý ára starvsløn frá Mentanargrunni landsins er Karstin Olgar Lamhauge, ella bara Oggi, sum er úr Søldarfirði, har hann hevur grafiskan verkstað. - Verkætlanin, eg fari undir, eru myndir úr lívrunnum tilfari, sum verða settar upp við mánaðarbyrjan og tiknar niður og burturbeindar við mánaðarlok. Eg vil undirstrika niðurbrótingina í náttúruni, men samstundis goyma tær upplivingar, vit bera innan í okkum, sigur Oggi, sum fer at avmynda verkini og geva tey út í bók við teksti.

Samrøða
Birgir Kruse

Handan gomlu handilsgluggarnar, beint omanfyri gomlu oljutangarnar í Søldarfirði, hevur Oggi Lamhauge grafiskan verkstað. Handilshillar og skuffur við mjøli í leysari vekt, eru skiftar út við pressur og litir, spartlar og rullur. Her prentar Oggi og roynir støðugt nýggja tøkni og nýtt tilfar. Á bróstinum hanga royndirnar og tala teirra egna, greiða mál. Hann hevur nógv um at vera, fagurfrøðiligi listamaðurin, sum er útbúgvin í Íslandi og byrjaði starvsleiðina á evstu rók við eini altartalvu.

- Beint nú fyrireiki eg framsýning á Ráðhúsinum í Keypmannahavn, har eisini listafólk úr Grønlandi og Íslandi eru við, sigur Oggi og leggur afturat, at í summar er hann boðin at sýna fram á Mentanarnáttini saman við listakvinnuni Titu Vinther, sum júst hevur fingið Mentanarvirðisløn landsins, og fimm øðrum spennandi listafólkum.

Trý ára starvsløn

Í farnu viku kunngjørdi Mentanargrunnur landsins býtið av starvslønum. Grundað á eina sjáldsama verkætlan, fekk Oggi hina drúgvastu starvslønina. - Bakgrundin fyri verkætlanini er eygleiðing av og undran yvir náttúrunnar ringrás við fokus á spenningsøkið millum niðurbróting og endurskapan, sigur Oggi, sum hetta skeiðið eisini fer at arbeiða við, hvussu sansir og útrykk verða vakt og hvest, tá lutir verða tiknir úr sínum náttúrliga samanhangi og settir í nýtt, óvæntað samanhang.

Tólv myndir

- Hugsanin er at gera eina mynd fyri hvønn mánað í árinum, úr tilfari, sum er savnað saman úr náttúruni, sigur Oggi. Myndirnar verða gjørdar meira ella minni skulpturellar og verða settar upp við mánaðarbyrjan og tiknar niður og burturbeindar við mánaðarlok, fyri veruliga at undirstrikað niðurbrótingina av náttúruni.

- Ein fotomynd verður tikin av hvørjari mynd í endanum av mánaðinum, og skal lýsa minnið, vit bera innaní okkum av upplivingum, sigur nýskapandi listamaðurin við vegjaðaran í Søldarfirði. - Myndin av tí farna er eitt slag av dokumentatión, hugsað eitt sindur breiðari enn vanligt, og myndirnar verða savnaðar í eini bók, sum tekstur skal skrivast til.

Hetta er ikki eitt fiskastykki

Við støði í hugsanum Magrittes kring málningin »La Trahison des images« (1929), best kend fyri áskriftina hetta er ikki ein pípa, gjørdi Oggi mynd av einum fiskastykki til ferðandi framsýningina »Veiðimentan í útnorðri«, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri.

Saltfiskurin, evnaður úr pappirí og lagdur at turka, fekk nógva umtalu. Eftir lokna framsýning keypti Fiskirannsóknarstovan hugvekjandi listaverkið, sum er til skjals í fundarhølum teirra í Nóatúni. Myndina, ella installatiónina, kallaði Oggi »Hetta er ikki eitt fiskastykki« (2001).

Í starvsskeiðnum fer Oggi Lamhauge at gera fleiri royndir við pappíri, sum í hesum føri krevur varsemi og tolni. - Í myndum og standmyndum royni eg at nærkast tilfarinum og gera royndir, soleiðis at eg verði betur førur fyri at arbeiða við hesum serstaka tilfarinum, sigur Oggi.

Talgild list í ringrás

Onnur verkætlanin, sum Oggi hevur sett sær fyri hetta skeiðið, byggir hinvegin á ólívrunnað alnetið og hugsanina um eina ringrás. - Talan er um eina heimasíðu, sum biður vitjandi um tilfar at skapa myndirnar úr, sum síðan verða sendar út aftur á netið í broyttum hami, sigur grafiski listamaðurin úr Søldafirði. - Eg fari at biðja fólk taka andlitsmyndir av sær sjálvum og senda tær inn. So verða tær settar saman til størri myndir, á ein annan hátt og sendar víðari út á netið og heimasíðuna. Altso ein nýmótans ringrás gjørd við kunningartøkni, slær Oggi fast og vónar, at fleiri fara at taka undir við ætlanini, og at honum fer at eydnast at fáa gott samstarv við serfrøðingar á talgilda økinum, so verkætlanin kann røkka víða og eydnast til fulnar. - Myndirnar, sum verða gjørdar úr innsendu myndunum, verða eisini førdar yvir í aðra tøkni, prentaðar og sýndar fram á vanligan hátt, sigur Oggi, sum eisini er útbúgvin námsfrøðingur.

List, námsfrøði og terapi

- Eftir mínum tykki hevur ein listamaður við námsfrøðiligar útbúgving góðan førleika at nema og skilja tey menniskjaligu økini av tilveruni, sigur Oggi. - Námsfrøðingurin við listarligari útbúgving hevur betri førleika at veita teimum, hann arbeiðir við, kreativa vegleiðing og íblástur. Kreativitetur er ein neyðugur grundarsteinur undir menningini av tí einstaka. Har hevur listin ein týdning, er Oggi sannførdur um.

- List kann vera partur av terapi, men ikki beinleiðis terapi. List, ella kreativ framleiðsla, kann vera ein miðil til at staðfesta og seta orð á kenslur, ella eina støðu, ið ein ikki fær viðgjørt á annan hátt, sigur Oggi, sum dagliga starvast á Stíggi í Runavík, sum er verkhús undir Serforsorgini. - Eisini er tað yvirhøvur gott fyri fólk at uppliva ymisk sløg av list, so tey kunna vaksa sum menniskju, og harvið betur skilja fjølbroytni í huga og samfelag, sigur Oggi, sum í álvarsligum skemti leggur afturat, at List er substral, altso gróðrarevni í jaligari merking, uttan neilig árin, tí listin vil lív og elur lív.

Súmbollødd list

Í bókini »Myndlist í Føroyum«, verða tvey listafólk nevnd, sum bæði arbeiða við tí átrúnaðarliga í súmbolløddum myndum, Oggi sjálvur og Sigrun G. Niclasen. Spurdur um tað átrúnaðarliga er ein natúrligur partur av listini, ella um annað er meiri umráðandi enn hitt, sigur Oggi, at listin í sjálvari sær er endamálið. - Men hon úttrykkir tað, sum listafólkið hevur av tankum, kenslum og fatan av tilveruni, sigur Oggi. - Er tað átrúnaðarliga ein partur av listafólkinum, gerst tað harvið eisini ein natúrligur partur av listini.

Og orðið varð lív

Fyrstu ferð, Oggi Lamhauge hevði myndir á Várframsýningini, var í 1998. Hann hevði sent nógvar myndir inn, eisini feska sveinastykkið úr Myndlista- og Handiðaskóla Íslands. - Úrvalsnevndin tók nakrar myndir burturav til framsýningina og læt hinar liggja á skrivstovuni í Listaskálanum, sigur Oggi, sum ikki visti, at um somu tíð leitaðu kirkjufólk í Hattarvík eftir altartalvu, sum skuldi heingjast upp í sambandi við, at kirkjan har í bygdini fór um tey hundrað. - Ein bygdarmaður haðani legði merki til eina sterka átrúnaðarliga binding í mínum myndum, og kom til hugs kirkjuna í Hattarvík, sigur Oggi Lamhauge. - Hetta førdi til, at hann setti seg í samband við kvinnuna í móttøkuni í Listaskálanum, sum segði honum frá myndunum úr sveinastykkinum, sum vóru á skrivstovuni, og sum í bygnaði og innihaldi vóru ætlaðar at seta upp sum altartalva. Maðurin setti seg í samband við meg, og endin gjørdist, at altartalvan kom at hanga í kirkjuni í Hattarvík, sigur Oggi Lamhauge, sum longu á fyrstu framsýning gjørdi so mikið vart við seg, at hann náddi hægsta listarliga støði – altartalvuna.

»Og orðið varð lív« er heitið á altartalvuni, sum er ein tilvísing til skapanarsøguna, til uppruna og gróður. - Talvan lýsir lívið, sum byrjar, lívið sum nørist og endurnýggjar seg dag frá degi. Altartalvan lýsir eisini Guds tíðarlinju, sum er bein – hevur byrjan og enda, sigur Oggi greiður og tilvitaður, bæði um listina og átrúnaðin.

- Haldi, uttan at lata meg binda av føroyskum lítillæti, at altartalvan er góð og hóskar stak væl inn í rúmið, hóast okkurt smáting hevði verið øðrvísi, gjørdi eg hana í dag, men sum heild eri eg væl nøgdur, sigur Oggi.

Men listin skal standa

- At gera eina altartalvu er ein stórur heiður og ein stór uppgáva. Men alt er ikki sagt, sigur Oggi, tá eg spyrji hann, um tað at byrja á toppinum við hægstu listarligu uppgávu. - Nei, eg havi enn nógv upp á hjarta, sum kann verða sagt og gjørt á nógvar ymiskar mátar, sigur hann og leggur afturat, at listin er eitt abstrakt hugtak. - Til ber ikki at siga, at nøkur list er størri ella minni enn onnur, við grundgeving í ymiskum listaskálum. Men eyðvitað er kirkjurúmið frálíkur listaskáli, sigur Oggi og letur tankarnar renna. - At hugsa sær eina gudstænastu har prædika, tónleikur og myndaligt úttrykk renna saman í eina eind og lovprísa Guði, tað setir spor í sinnið. Men tó - listin má standa fyri seg, og kravið til listina er, at hon verður standandi, uttan mun til framsýningarumstøður, sigur Karstin Olgar Lamhauge, setir kaffi útá og leitar í álmanakkan, nú hann í eitt trý ára skeið hevur fingið náðir, burturav, at arbeiða sum listafólk.

- Tá Rói Patursson ringdi og bar mær boðin um trý ára starvsløn, segði eg: “Tað er tó fantastiskt” og endurtók tað einar tríggjar ferðir, inntil hann svaraði: “Ja, tað er fantastiskt!”

FAKTA:
Leitandi og roynandi er grafikarin Karstin Olgar Lamhauge (1971) úr Søldarfirði. Hann er útbúgvin á Myndlista- og handíðaskóla Íslands (Ríkarður Valtingojer) 1993-98. Ein sterk trúarlig kensla kemur fram í skavmyndum, etjingum og akvatintum við einføldum symbolløddum formum. Bárður Jákupsson “Myndlist í Føroyum” Sprotin 2000

3 ára starvsløn:
2006 Karstin Olgar Lamhauge, grafiskur listamaður
2005 Rakel Helmsdal, rithøvundur
2004 Rannvá Kunoy, listakvinna
2003 Kristian Blak, tónaskald
2002 Teitur Árnason Dahl, filmsframleiðari
2001 Aleksandur Kristianasen, rithøvundur

Birgir Kruse, Dimmalætting februar 2006