Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2026

Fullsett flogfar til Bilbao - næsta ár helst Montenegro

Farna vikuskiftið og reiðiliga tað var eg á fimm daga ferð í Bilbao, sum Herleif Hammer og Anna Djurhuus skipaðu fyri við fulsettum flogfari hjá Atlantsflogi beinleiðis til baskiska høvuðsstaðin, útferðum til San Sebastian, Gernika og vitjan á Guggenheim savninum. - Túrarnir byrjaðu fyri mongum árum síðan sum forvitnisligir starvsfólkatúrar fyri miðnámsskúlalærarar í Føroyum, kanska serliga í Hoydølum, siga tey bæði, og leggja afturat, at fremsti tankin var, at vitja spennandi støð, ið vit vanliga ikki hugsa um sum fyrsta ferðamál, tá vit sjálvi ferðast. - Konseptið er, at tá fólk koma fram, so eru tey uppá egin hond, tí talan er ikki um ein chartertúr, hóast vit skipað fyri einstøkum útferðum, sum fólk sjálvboðin kunnu tekna seg til. Við einum tílikum leigutúri beint úr Føroyum ber til at koma ómakaleyst og skjótt til ferðamálið, siga Anna, sum mest stendur fyri tí logistiska og Herleif, ið mest stendur fyri tí søguliga. - Hóast ferðirnar ikki longur venda sær til nakran einstakan...