14.7.06

Til Havs við happing

Videolist: Millum óndskap og vakurleika, ger donsk listakvinna, ið gekk í Nonnuskúlanum, listarliga installatión um happing

Viðtal, Dimmalætting 14. juli 2006

Hesa vikuna hevur eitt filmslið ferðast bygd úr bygd, at finna umstøður, til eina videoinstallatión um happing.

- Heilt ítøkiligani snýr tað seg um eina einkulta scenu, eitt klipp, sum er ein panorering allan kringin runt, sigur Eva Koch við grønum bøi í baksýni.

- Panoreringin byrjar úti á havinum, fer inn at strondini, so síggja vit nøkur hús og síðani børn, sum spæla og kasta við onkrum. Upptøkutólið fangar eitt barn, sum rennur burtur frá og vit síggja at tað er ein steinur, ið varð kastaður. Panoreringin heldur fram, framvið barninum og út yvir bakkan og endar har hon byrjaði, úti á opnum havi.Tað er David Geyti, ið hevur gjørt panoreringsútgerðina, sum myndamenninir Bjarni Rubeksen og Rúni Kjær brúka, meðan Pauli Magnussen fangar ljóðið í harðbalnu føroysku náttúruni. Guðrun Eysturlíð er framleiðari og tann, ið skal fáa alt at virka, so upptøkan kemur rætt í kassan og gerst tann listarliga installatiónin, sum upphavskvinnan Eva miðvíst arbeiðir við. Høvuðsleiklutin hava tó átta næmingar úr fimta flokki í Vestmanna skúla. Men skotbráðið er stutt. Upptøkan varir snøgt tveir og ein hálvan minutt. So er liðugt og søgan er úti.

Evergreen

Hesa vikuna býr Eva Koch í Hans Andriasar húsi í Havn og hevur saman við Guðruni Eysturlíð barst við føroyska veðrið, bygd úr bygd. Við summargrønum føroyskum bøi í huga hevur Eva Koch navngivið verkið »Evergreen«.- Tað hevur stóran týdning fyri meg, at gera hetta. Men enn eru vit ikki liðug, so eg eri bæði spent, ørkymlað og bangin.- »Evergreen« skal verða ein livandi mynd av nøkrum alment menniskjansligum, sum vit øll kunnu kenna okkum aftur í, nevniligani bólkatrýsti og happing. Hetta eru ikki serliga tiltalandi menniskjansligir eginleikar, sum tó hava funnist, alt tað vit vita. Í verkætlanini vil eg bara nema við evnið, tí til endans er tað áskoðarin, ið sjálvur tekur saman um og metir, hvussu er statt. Men at fremja happing, tað verið seg millum børn, ella vaksin, er nakað av tí mest óhugnaliga, vit menniskju kunnu útinna, ella sjálv líða undir. Eg havi valt at lata leikin fara fram í Føroyum, tí har er hin vakrasta og sterkasta náttúran, eg veit um. Her fái eg óndskapin og vakurleikan at møtast sum mótsetningar. Og tá eg so velji at kallað verkætlanina »Evergreen« fái eg tað tvítýdda fram, sum annan vegin er tær grønu oyggjarnar og hin vegin, at hetta snýr seg um nakað, ið hevur ævigt gildi. Og tað er týdningarmikið.

Grøni dalurin

Eg valdi av fyrstan tíð Syðradal sum karm um evnið, tí at her er tann sterki vakurleiki, sum eg altíð havi knýtt afturat føroysku náttúruni – fjøllini, havið, útsýnið til hinar oyggjarnar, grøna grasið og steinarnir, ið eins og seyður, liggja alla staðni. Harafturat er Syðradalur ikki so nógv forstýraður av umheiminum. Men vit hava verið ymsa staðni og sjálvandi hava tey kendastu og vakrastu støðini eina rúgvu av vitjandi, men eg eri mest áhugað í at fanga ein vanligan gerandisdag, uttan tey mongu fólkini, ið líkasum ikki hoyra til í umhvørvinum.

Nonnuskúlin

Frá tí hon var 5 til hon varð 12 ára gomul, gekk Eva Koch í Nonnuskúlanum. Spurd, um hugskotið til evnið í »Evergreen« er haðani, ella er meiri alment, sigur hon at hetta var so stutt eftir Klaksvíksstríðið. - So tað var ikki so væl umtókt at vera ein lítil astmatisk, kensluborin donsk genta. Og tá vit seinni fluttu til ein lítlan bý í Jyllandi, var tað heldur ikki tikið væl upp, at vit tosaðu høvustaðardialekt. Brøður mínir og eg, vit lærdu okkum jútskt eftir einari viku, so vit kundu verða sum hini. Soleiðis er tað helst eisini, at happing fær eina sosialiserandi ávirkan, sum tó kann gerast terroriserandi, um alt fer av leið. Hetta er nakað vit eru varug við í dag, bæði í skúla og á arbeiðsplássum. Og tað haldi er gott og týdningarmikið, at evnið happing verður tikið upp. Eg geri hetta á ein ógvuliga almennan hátt, eg vísi eina scenu, seti ein spurning. Tað er tað, ið listin ger. Men tað er áskoðarin, ið skal meta um og taka støðu, út frá egnum royndum.

Myndir og minnið

Tað eru 41 ár síðani vit fluttu úr Føroyum, og tað er long tíð. Men Føroyar hava haft stóra ávirkan á okkum øll, míni foreldur og báðar brøðurnar. Tað hevur sjálvsagt merkt okkum, tí her livdu vit mesta barndóm okkara. Vit høvdu tað gott, vit spældu alla staðni. Vit høvdu eitt frælsi, sum eg ikki dugi at síggja aftur í spælinum hjá stórbýarbørnum. Kanska verður eitt so sermerkt skeið av barndóminum bara lættari at minnast? Tær myndir, vit minnast, verða defineraðar av støðum. Og so tóku foreldrini eina rúgvu av myndum, sum sjálvandi stuðla upp undir minnið, kanska so nógv, at trupult er at taka dagar í millum, hvat er eitt fotografi og hvat er ein innari mynd. Onkrar av minnismyndunum, ið støðugt koma fram, er best at fáa burtur og gloymdar, men allíkavæl geva hesar myndir tilfar at arbeiða við. Eg eri heppin og fegin um at kunna arbeiða við hesum minnum gjøgnum mítt yrki.

Ein døgurði í Havn 1962

Móðir Evu varð borin í heim í spansku fjallabygdini Teruel í 1931. Stutt eftir doyr pápin av bróstsjúku. Móðurin gerst sjúk og fer á sjúkrahús í einum grannabýi og kann ikki taka sær av teim fimm børnunum. Annað av teim báðum yngstu, ið eru tvíburðar, doyr, meðan triðyngsta barnið kemur til eina bróstmóðir, tey kenna í grannabygdini. Elsta barnið, ein drongur á 12 ára aldri, er nóg gamal at verða eftir í bygdini, har hann fær arbeiði. - Tvey tey mittastu børnini, ein drongur og ein genta, sum er mamma mín, verða send á barnaheimið í økishøvuðsstaðnum Teruel, har tey kendu leiðaran, sum var ógvuliga hjálpsamur. Hevði tað ikki verið fyri Spanska borgarakrígnum, sum brast á í 1936, so varð húskið heilt vist savnað aftur. Men nú elvdi kríggið til at øll vórðu koyrdu út av barnaheiminum. Dreingir og gentur, stór og smá, vórðu tikin frá hvørjum øðrum og send til ymisk heim í Valensia. Har í býnum verður mamma mín funnin og ættleidd av eini norskari kvinnu, sum er neyðhjálpararbeiðari. Soleiðis kemur mamma mín sjey ára gomul til Noregs. Hon fer í skúla og veksur upp í Oslo, har hon gloymir spanska málið. Vaksin, fer hon til Keypmannahavnar at útbúgva seg og har hittir hon pápa mín, sum hon giftist og fær trý børn við. Tá fær pápi mín starv sum sorinskrivari í Havn og í 1958 flytir alt húskið upp til Føroya. Og tá er tað, at tey eitt heystkvøldið í 1962 eta døgurða hjá vinfólkum, ið hava vitjan av einum sponskum parið, ið er á brúdleypsferð í Føroyum. Og trúgvi hvør, ið trúgva vil, brúðgómurin er notarur í Teruel, har mamma mín og bróður hennara vóru á barnaheimi. Hann býður sær til at finna slektina og tað eydnast. Mamma og pápi mín fara beinan vegin til Spaniu og hitta ommu og børn hennara umvegis tolk. Ógvuliga hjartanemandi, varð ein brúdleypsveitsla fyriskipað, at bjóða henna vælkomnari. Summarið eftir vóru vit børn eisini boðin niður at vitja. Á henda undursama hátt kom mamma mín aftur í samband við slekt hennara.

Villar – ein samvirkin ættarsøga

Søguna um spansku ættina hjá mammuni, tekur Eva Koch upp í verkinum »Villar«, sum umframt at vera ein installatión, eisini er ein samvirkin DVD, har vit sjálvi kunnu velja gongd og frásøgupersón.- Tað var soleiðis, henda søga skuldi sigast, sigur Eva uttan at himprast. Tað hevur eisini samband við, hvussu fólk skoða list, og hvussu nógv tíð, tey brúka uppá hvørt verkið. Tað snýr seg um sekund, hava kanningar staðfest. Eg vildi fegin gera nakað, har fólk fingu eina uppliving, óansæð um tey bara vóru í framsýningini hesi fáu sekund. Steðgaðu tey longri, vildi eg at tey eisini skuldu fáa aðrar upplivingar. Nakað tað sama, sum ein ferðamaður, ið er á gjøgnumferð. Verður hann sitandi í bussinum, so sær hann eitt vakurt landslag fara framvið. Men steðgar hann á og fær menniskju á tal, tá lata persónligu søgurnar seg upp fyri tær. Tí gjørdist installatiónin samvirkin.╗Villar« er seks videoprojektiónir. Kemur tú inn í skálan, sært tú seks fólk, ið hyggja at áskoðaranum. Hvør í sínum lagi kunnu hesi seks setast í gongd og siga ein brotpart av søguni. Verða fleiri enn tvey sett í gongd, ert tú innanfyri hjá hesum húski og sært teirra lív, sum m.a. eru gamlir filmar, har mamman sæst á barnasjúkrahúsinum í Valensia í 1935.- Sjálv installatiónin er ógvuliga visuell, meðan tann parturin, sum er á DVD, í størri mun er heimildarpartur, har tey fyra systkinini á hvør sínari skering siga hvør sína útlegging av somu søgu. Við at lata hvørt av systkjunum siga sína søgu og síðani lata áskoðaran fara frá eini søgu til aðra, sæst at sannleikin er subjektivur og kann hava fleiri síður. Hetta var í sjálvum sær eisini eitt mál eg hevði við verkinum.Hvar er markið millum tað privata og tað almenna? Ella er sjálv avdúkanin av tí persónliga ein partur av verkinum?- Tað er júst hetta eg arbeiði við í mínari list. Eg eri sannførd um, at sum menniskju eru vit grundleggjandi eins, óansæð hvørji vit eru, ella hvaðani vit stava. Tað havi eg hugsa um og viðgjørt í fleiri av mínum verkum. Men tað er ikki fyrr en nú, hesi seinastu árini, at eg havi tikið tilfar úr mínum egna lívi og søgu. Fyrstu ferðina var við norsku ommu mínari, tá eg arbeiddi við einum bill board, ið er ein miðil, sum oftast sæst í almenna rúminum, men har eg vildi siga søguna um eina veruliga menniskju, heldur enn eina modell. Eg gjørdi tað út frá tí tanka, at tað er lættari at kenna seg aftur í eini persónligari søgu, heldur enn fulkomnu ideal myndini, sum modellin er. Soleiðis havi eg tað sjálv og soleiðis hugsi eg eisini at onnur hava tað. Men eg haldi at munur er á privatum og persónligum søgum. Í ”Villar” siga móðir mín og systkin hennara teirra søgu á ein ósentimentalan og viðkomandi máta. Tað gerst skilligt, at tey hava eitt minnið, ið er um at hvørva við teimum, ið upplivdu borgarakríggið, sum varð tagt burtur, tí fleiri slektir stríddust á báðum hermótum. Byrjanin er persónlig, men søgan er almenn og týdningarmikli, haldi eg.

Í Norðurlandahúsinum

- Video er ein lutfalsligani nýggjur listarligur miðil, sum fyrstu ferð varð brúktur í 1965. Helst fara fleiri ár at ganga, innan miðilin fær pláss í donsku momslóggávuni sum listarligt tilfar á sama hátt sum bronsa, oljumáling og fotografi, sum júst í ár er tikið við í lóggávuna. Har verður video yvirhøvur lagt undir film og tískil víst til ta útbreiðslu, sum filmur hevur. Men tað er eyðsæð at videoinstallatiónin hevur ikki somu møguleikar í biografi og sjónvarpi, sum filmur og stuttfilmur hava. Enn eru bert fá donsk søvn, sum hava tikið videoinstallatiónina til sín, hóast altjóða framsýningar í mong ár hava nýtt henda miðil. Men stjórin í Norðurlandahúsinum Niels Halm hevur sýnt okkara verkætlan áhuga, so nú tørvar mær bara góðan byr, sigur Eva og sipar til veðrið, ið ikki hevur verið til vildar hesa vikuna. - Eg eri bæði spent, ørkymlað og bangin.