Skip to main content

Kann mann blogga uttan blogg?


Tá eg tosið um blogg, brúki eg kallkynsorðið bloggur og sigi bloggurin hann. Og so bloggi eg, onkustaðni úti í tykisheimi, har hvørki kumpass ella syllar eru. Bara rúm, endaleyst rúm, at fylla tankar í. Sum í rúmdarferðini hjá Kubrick, har flogið verður gjøgnum ljós og rúm í túsund og eina nátt, ella so.

Í 2006 fór Dimmalætting undir ein nýggjan hósdagstátt. Í snøgt uppsettum greinum sluppu fýra ungar kvinnur, Gunn Reinert, Tóta Árnadóttir, Súsanna Sondum og Edna Mørkøre, at blogga. Eitt spennandi átak, sum gav blogginum eina kvinnuliga hevd, so tær vórðu nevndar bloggur.

Prentaðu bloggurnar, sum síðani komu í sama blaði, vóru persónligar og eisini partapolitiskar upp undir løgtingsvalið 2008. Og nú lýsir ungdómsblaðið Mess við skiftandi fólkum, sum blogga um mangt og hvat, og í vetur hevur Durita Holm bloggað í Punktum.fo

Í Føroyum verður bloggað á pappír, sum verður prentað og selt kring landið. Og tað er jú ikki bannað at selja pappír, sum Øssur Winthereig einferð segði. Um dagarnar spurdi eg Heina Gaard, hvar bloggurin hjá Duritu, hann vísti til, var. - Hann er á síðu trý í Punktum.fo og á heimasíðuni hjá Dimmu http://www.dimma.fo/, var svarið. Altso ein bloggur á pappíri og ikki á egnum netstaði, sum siður er.

Tí havi eg grundað yvir, um tað at blogga er ein nýggjur máti at skriva føroyskt uppá? At konversera við privatum talumáli um gerandis viðurskifti í almenna rúminum? Eru vit í Føroyum kanska so skjót at taka við nýggjari tøkni og nýggjum samskiftisháttum, at vit sum ongan ting kunnu lata tað at blogga renna saman við gomlu skriftligu hevdini og so bara seta ein blogg á pappír?

Sjálvur havi eg bloggað í mong ár og havi altíð hildið at tað er knýtt at einum navns nevndum bloggi, einum web-loggi, sum er eitt slag av almennari dagbók, úti í tykisheimi. Men aldri á pappíri.

Seinastu árini hevur Dimma tó dyrkað blogguna og gjørt hana til ein serligan stíl, hóast samskiftishátturin sum nevnt er gamalkendur á avíspappíri, sum er til sølu.

Hyggja vit at stílinum, sjálvum tí skriftliga innihaldinum, so er torført at meta um, hvør hann er og hví hann skal takast av netinum og setast á pappír. Kann vera at redaksjónin hevur mett stílin so kollveltandi, at hann kann selja eitt trongt blað á ein nýggjan hátt, tí bloggurnar, sum leggja lítið í syntaks og rættlestur, kunnu vera frekar, men eisini djúpt nalvapilkandi, sum aftur appelerar til tað fjalda, sum bert fá siga nakað um í almenna rúminum. Tá kunnu bloggurnar gerast lokkandi sum fornisku sirenurnar, ið fáa harðbalnastu sjómenn at renna upp í turt.

Meðan einstakir tekstir eru, ið beint fram eru list, fer mesti parturin tann vegin, sum skrellispannini stendur. Tykisheimur og pappírsprent hava hvør sína missjón. Og eg fái ilt fyri hjartað, tá talgildur tekstur verður skrellispannin hjá pappírsútgávuni.

Mín útlegging er at Pappírsdimma hevur misskilt tað at blogga og vil, nú tað er uppi í tíðini, peppa ivasamar greinar upp við at kalla tær ein blogg. ‘Margreta bloggar’, tað ljóðar meiri spennandi enn Margreta skrivar úr kongshúsinum, ella Margreta skrivar dagbók, ella Margreta hugleiðir...Margreta bloggar er meiri ektað, inniligt og líkatil. Og kanska beint av seingjakantinum í kongaligu gemakkunum, sum í søguliga frekku Jolly lýsingini hjá Føroya Bjór í 1999.

Hinvegin – kunnu bloggar og tað at blogga gera tað lættari hjá vanligum fólki at skriva og siga sína hjartans meining í einum so avmarkaðum og afturlatnum málsøki sum okkara, so er tað bara gott og kann ikki verða annað enn uppbyggiligt. Tí tá dagar úr tykisheimi ein nýggjur, fólksligur og meiri beint fram máti at skriva uppá. Sum at stoyta av eplunum.