Skip to main content

Ferðandi í tónleiki

Guli húsin hjá Teiti hevur appelsingult hefti við egnari teknirøð og gulum tekstarki (Mynd: Birgir Kruse)

Tólv sangir eru á sættu fløguni hjá Teiti. Hann hevur skrivað allar sangirnar sjálvur, onkrar saman við øðrum. Eftir áralanga fyrireiking eru sangirnir spældir inn í Keypmannahavn eftir níggju døgum, har Tróndur Bogason hevur hjálpt til og tretivu onnur fólk.

Sangirnir eru søgur, sorgblíðar, men opnar, ofast við eini favnandi kenslu, sum vendir sær til ein ávísan bý úti í heimi, ella heilt upp til hin almáttuga.

Søgurnar nevna og geva okkum ljóðreferansur til tok og fremmand støð, og tað er bara tá Teitur fer í dialog við Gud, at vit, kanska, kunnu lesa Føroyar inn í sangirnar. Onnur fólk enn vit, gera tað neyvan. Hóast hann hevur slept Universal og stendur á egnum beinum, er hann í orðsins rætta týdningi universellur.

Í fyrsta sangi Feel Good snarar søgan um kærleikan og ta góðu kensluna, so sum heitið sigur, Feel Good. Í stíli millum Jimmy Webb og Paul Simon, ljóst og um at krakkelera. Ljóðblandið er løgið, saturerað, sum tey siga, sumt skitið og grumsut, sumt klárt og skart sum kristall og skapar eina rúmliga kenslu, so einsamalla røddini fær eitt perspektiv í opna og víða landslagnum.

God, I have so many things to tell you, er einasti sangur, sum hvør føroyingur kundi sagt, var heimligur í innihaldi. Men samstundis hin mest universelli, við spjaddum instrumentum sum á Magical Mystery Tour og rúmligum kóri í baksýni. Í innihaldi minnir teksturin eitt sindur um Útisetan á Káta Horninum.

Waverly Place byrjar við ljóði úr miðbýnum og gittarin førir okkum avstað sum eitt tok, og sangurin strýkur og rullar og verður til ein marsj.

Freight Train ber okkum víðari á tokferðini, sum eingin veit, hvar endar. Tað er líkasum poengið, haldi eg meg skilja, ikki minst tá vit hugsa um heitið á fløguni. Fyri fyrstu ferð at koyra av hundanum til, at lata hundin taka yvir, hin góðlynta hundin, that is. Fyrsti klangbotnur er Mother Nature's Son og tó er ferðin so púrasta egin, sum alt hjá Teiti. Orð og ljóð spæla upp at hvørjum øðrum. Kanska hin sterkasta, og samstundis einfaldasta og mest gjøgnumskygda ljóðmyndin á fløguni. Og alt er sprottið úr tokleysa landinum, kanska Føroyum, har Teitur eisini var í sanginum Tokspor á Káta Horninum.

Betty Hedges klingar akustiskt víðari og minnir okkum á at stórir spurningar krevja smá svar. Kanska er Betty Hedges ein parafrasa yvir Buddy Holly og Maybe baby, anyway I’m leaving it all up to you.

You never leave LA er um risastóra undirhaldsbýin í Kalifornia, har vegurin er lagdur við stjørnum og yrkjarin sigur “No one thinks about what it took to get that far”. Men aldri kanst tú sleppa LA, hevur tú einaferð búð har, sigur Teitur av egnum royndum. Ektað, við Paul Simon karati. Tað skrivaði eg í ferðadagbókina, tá eg hoyrdi hann í LA í 2003. Orðini standa enn og eg við tey. Og í hesum føri kann eg leggja Beach Boys og teirra sangir um Kalifornia afturat. Sorgblítt, men tó frískt og deiligt!

Í Stormy Weather dregur hann fyri fyrstu ferð á luftina. Skurrandi barytongittarin glettir á tonn og gerst ein darrandi kakofonisk hóttan, meðan trumman dukar og klokkuspælið dryppar, sum ein farri av Tubular Bells, meðan strúkararnir vinda seg upp í ein storm. Fantastiskt!

Fly on the wall er um at verða lítil í stóru verð. Kroysta kenslan verður staðfest í síðstu regluni “You only have one more day to live”, frasera á ein hátt, sum aftur nemur við Paul Simon. Ein sangur, sum geografiskt flytir meg til Grønlands. Bara har havi eg kent meg so lítlan í stóru oyðuni. Sum ein fluga við einum degi eftir at liva. Bravo.

Let the dog drive home er sangurin, sum gevur fløguni navn. Sindur meira rokkutur enn undanfarnu sangir, har tað fyrst og fremst er trumman, sum smíðar og pískar ljóðmyndina fram. Billi mær inn at hoyra eitt sindur av Beach Boys aftur í hesum vakra sangi við skitum gittarstrukturi.

Very careless people byrjar við blásarum, strúkarum og breitt málandi ljóði, til croonarin, Teitur, kemur á pallin. Hálvanann minutt inn í sanginum skiftur Teitur til 60’ara soul og so aftur til croonaran, sum nú er meiri Garfunkel enn Simon, við Brian Wilson ljóðandi fylgispæli. Hetta er fantastiskt. Klárt besti sangur í hesum umfari.

When I had it all er ein samansettur sangur, ítøkiliga surrealistiskur og tí trupul at skilja. Sorgblíða innihaldið leiðir tankarnar til The Great Gatsby hjá Scott-Fizgerald. And that ain’t bad.

All I remember from last night is you er um, ja akkurát tað, sum heitið sigur. No more.

Men hvussu blíva søgurnar hjá Teiti til?

- Eg havi ein ógvuliga gamaldags máta at skriva sangir uppá, næstan klassiskan. Eg kann spyrja teg, um tú hevur hug at siga mær eina søgu, sum hevur verið avgerandi í tínum lívi, og til dømis taka søguna upp á ein bandupptakara, sigur Teitur í samrøðu við meg, umvegis Facebook.

- Øll menniskju hava søgur sum tey bera uppá, søgur sum tey endurfortelja, tá ið tey møta onkrum fyri fyrstu ferð, okkurt sum fortelur nakað um tey. Tú hevur kanska lagt til merkis, um tú til dømis er á arbeiðisferð við onkrum vinmanni, at hann fortelur ta somu søguna hvørja ferð, ið tit møta onkrum nýggjum. Tað er tí, at hesar søgur fortelja okkurt týdningarmikið um persónin ella heimin. Hetta eru søgur, sum man velur í lívinum, tí søgan greiður frá tí, sum okkum tørvar. Tað eru hesar søgur, sum eg velji at gera til sangir. Tey sterku minnini. Man gloymur tey aldrin, sigur Teitur.

- Eg haldi, tað er herfrá at sangir í botn og grund koma frá. Sangir, sum yvirliva í hundrað ár. Fólkasangir, kvæði, countrysangir og eisini søguligir sangir. Av tí at søgurnar sjálvar finna framm og finna vegin út. At syngja tær, tað duga summi. Men øll eiga tær innaní, sigur Teitur.

- Tá eg so lurti eftir hugsaðu bandupptøkuni við tínari søgu, so skal eg taka støðu til, um eg haldi søguna vera góða. Hvat hon snýr seg um, um hon hevur nakað uppá seg og hvussu eg kann lýsa hana. So kann eg byrja at skriva ein sang, finna kontrastir í søguni og royna at gera útsetingar og leggja litir á hana, sigur Teitur at enda í Facebooksamrøðu í dag.

Jú, hann er ein góður málari, sum ferðast í orðum og tónum, hann Teitur.

Bravo og takk fyri at sleppa at møta tær í Kalifornia!

Ein fløguferð á fyrsta klassa er komin at enda. Far í næstu plátubúð og loys ferðaseðil við Teiti. Ella hoyrið og hittið hann á konsertferð. Tað skal verða viðmælt hiðani.

Útgávurnar eru:
Sólin og regnið 2002
Poetry and Aeroplanes 2003
Stay under the Stars 2006
Káta Hornið 2007
The Singer 2008
Let the dog drive home 2010