20.10.10

Submarino er besti norðurlendski filmur

Nú er greitt, at besti norðurlendski filmur er danski Submarino, sum Søren Vinterberg (í miðjuni omanfyri) gjørdi, og sum varð frumsýndur í Danmark í mars í ár. Eins og undanfarnu virðisløntu norðurlendsku filmar, hevur hesin ikki verðið vístur herheima.

Norðurlendska dómsnevndin sigur m.a. soleiðis, á donskum, um besta norðurlendska filmin í ár:

- Submarino er en barsk, men også dybt rørende historie om to brødre, der er knyttet sammen af en skæbnesvanger barndom. Filmen handler om brødre, som pålægges de voksnes ansvar - og om barnet som bærer af en social arv, men også håbet om en bedre fremtid. Den behandler temaer som traumer, skyld og forsoning. Submarino er et enkelt og samtidig komplekst kunstværk med et stærkt manuskript og en stilsikker instruktion. (...) En elegant, stram og velfungerende dramaturgi, nærvær i spillet og en intelligent brug af lyd og lys bidrager til at skabe dette indsigtsfulde billede af menneskelivet.

Fyri filmshugaða føroyingin er so spurningurin, um virðislønti norðurlendski filmurin leggur seg afturat teim mongu loyniligu filmum, sum aldri verða sýndir herheima, hóast vit eru eitt Norðurland. Spyrst, so livst.

Tilnevndu filmarnir eru hesir. Ein mentanarpolitisk viðmerking á hesum bloggi, eftir at hava sæð norska Upperdog, kann lesast her.