12.12.12

Geytin og Áskoðaravirðislønin



Stuttfilmurin hjá Sakarisi Stórá Summarnátt vann týskvøldið Føroya fyrstu Geyta virðisløn í Norðurlandahúsinum. Tað er Norðurlandahúsið, ið hevur tikið stig til Geytan, sum David Geyti og Astrid Andreassen hava gjørt. Við heiðurinum fylgja 25.000 krónur, sum Norðurlandahúsið eisini letur. Sakaris Stórá hevur longu kunngjørt, at hann fer undir nýggjan stuttfilm, sum hevur heitið Vetrarmorgun. Sakaris, sum er úr Skopun, hevur gingið á filmslistaskúla í Noregi. Meistarligi fotografurin Høgni Heinesen tók myndirnar í Norðurlandahúsinum, tá virðislønirnar vórðu handaðar.


Áskoðaravirðislønina vann Annika á Lofti úr Sandavági fyri filmin Mist. Hon hevur gingið á listaskúlum í Reykjavík og Berlin. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, handaði Áskoðaravirðislønina, sum er 15.000 kr, ið Tórshavnar kommuna letur. Niðanfyri sæst Annika longst til høgru saman við fleiri av fólkunum, ið hjálptu henni við filminum Mist.


Her er grundgevingin hjá dómsnevndini at geva Sakarisi Stórá Geytan fyri filmin Summarnátt:

Á klassiskum altjóða filmsmáli, sigur Sakaris Stóra heimligu og tó alheimsligu søguna um tvær ungar vinkonur, sum eru komnar á eitt avgerandi vegamót í lívinum. Søgan verður søgd á einum løttum filmsmáli, sum verður borðið fram við tryggari og skynsamari hond, ið er so ferm, at tað tykist, sum um søgan flýtur til tín í allar teir minuttir, hon varir. Ungu og óroyndu kvinnuligu leikararnir skara framúr, og hetta ber boð um hegniga leikstjórn og eina góða søgu. Undir leiðslu leikstjórans bera tær báðar søguna og geva henni sannførandi dýpd, eins og latið verður upp fyri margtýddum løgum og tulkingarmøguleikum. Tónleikurin, sum er gjørdur til filmin, fylgir visuellu gongdini og tey bæði, tónleikurin og filmurin, raka eina sannførandi og djúpa norðurlendska lind eina summarnátt. Hóast filmaða søgan er væl skipað, er hon aldri læst føst. Søgan er opin og nemur við fleiri temu, fremstu teirra eru vinalag og kærleiki, svik og trúfesti. Dómsnevndin metir at Summarnátt hevur góðar møguleikar á altjóða filmsfestivalum.

Høgni Heinesen, ið rekur Heinesen Myndir í fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð í Havn, avmyndaði eisini dómsnevndina, sum Norðurlandahúsið hevði sett til endamálið.