10.4.14

Kringvarpið tosar við seg sjálvt og livir hinumegin Ringvegin


Í hesum døgum fyllir ein partur av Kringvarpinum runt og vit hoyra upp í saman, at Kringvarpsfólk tosa við Kringvarpsfólk - um Kringvarpið. Tann samrøðan kemur líka sum ikki út um pallin og senukantin. Samrøðan verður innanhýsis, meðan mikrofonin av óvart er frá, onkuntíð kamera eisini, og eg, sum rindi gjaldið, kenni meg sum køstaflugan á vegginum, óynskt. Kringvarpið er blivið óunnuliga fátæksligt og tað er ikki gott.

Eitt kvøldið var Bergljót úrvaldur gestur, í morgun var Armgarð gestur hjá henni, og nú var Gunnar gestur hjá Onnu.

Ikki eitt ilt orð um persónarnar, ið eg meti høgt, men hesin sníkjandi varhugi, sum hevur verið støðugt tiltakandi seinastu árini, kom aftur á meg í dag, tá eg lurtaði eftir Pressutáttinum. Hóast Kinna umboðaði kritiska lurtaran, so kemst ikki uttan um, at Kringvarpið tosar við seg sjálvt, meðan vit skammfuktaði sleppa at lurta.

At mentan ikki verur nóg væl dekkað í øðrum av landsins fremstu mentanarastovnum, hin er hinumegin túnið, er ein fyrisitingarligur spurningur og hevur altíð verið tað. Mín góði vinur, Gunnar, ger eitt gott arbeiði og hevur altíð gjørt tað, men hann er ikki ein redaksjón, sum megnar at fara landið runt og dekka tiltøk, og tankar og tos um mentan og list.

Hví skal mentan og list viðgerast hugnaligari enn onnur evni, spyr Kinna av røttum, og eftirlýsir okkara vegna, seriøsan uppsøkjandi mentanarjournalistikk, sum hevur dýpd og kant.

Sendingin In Mente, sum er ein tíma um vikuna, verður, hóast atfinningar um lágt støði og sikti í seinastuni, lýst sum mentanarliga flaggskipið í Kringvarpinum. Tað er ikki so galið hjá eini einmansredaksjón. Men hvat so við hinari mentanarsendingini, sum ein rúgva av fólki gera í samstarvi millum bæði grannahúsini, sum eru størstu mentastovnar í landinum? Tann sendingin hevur veruðliga uppiborðið at fáa konstruktivan kritikk við píkaðum spískaskóm, so tom og tannleys, hon tíanverri er blivin.

Listin livir í eini boblu, sigur Anna, og tað er so púra rætt. Eingin kritikkur er í almennu listamiðlingini, og so slettis ikki í miðlamiðlingini. Eingin kritikkmentan er til yvirhøvur í tødnaðu miðlaverðini. Tað er tað bera trallala. Og í eini brandroynd at samanbera mentan og list við væl brandaða ítrótt, koma útvarpsfólkini so illa frá snakkinum, at eftir stendur ein kritikkur av In Mente hjá Gunnari, tí hann dittar sær at lýsa fyri komandi tiltøkum.

Hevur nakar í sama miðili fingið kritikk fyri at lýsa fyri ítróttartiltøkum og kappingum? Var tað ikki Kringvarpið sum lýsti í serstakari public service sending, nú onkur skuldi taka eitt pappír úr eini gullfiskaboblu og gera av, hvussu kappast skuldi í onkrari ítrótt, sum útloysir bæði bilettpengar og milliónastuðul frá UEFA? Og hevur hetta sama, at brúka ein almennan pall til privatáhugamál, ikki verið gjørt øll 30 árini í sjónvarpssøguni og tey útvið 60 árini í útvarpssøguni? Hvi henda framíhjárætt hjá ítróttini? Hví finnast at, tá Gunnar skilagott velur at varpa ljós á komandi ókommersiell tiltøk úti um landið í einum mentanarálmanakka, sum er gull verdur fyri fyriskiparar?

Minnist frá 80'unum, at størsta útreiðslan hjá einum áhugafelag, har eg var formaður, var útvarpslýsingar. Tað máttu vit fyrihalda okkum til, hóast tað gav lítla mentanarliga meining. Vildu vit lýsa, skuldu vit betala við kassa eitt. Fyri hvørt orð. Men tað gjørdi ítróttin aldri, nú Pressutátturin gjørdi hesa samanbering.

Er tað bara á tíðindadeildini, man kann vera kritiskur, verður spurt í somu sending. Og hví er ikki ein heil mentanarredaksjón? Tað hevur verið spurt fyrr, men oftast til fánýtis. Kanska tekur onkur hetta til sín. Tað høvdu mong við mær fegnast um.

Gunnar upplýsir, at hann er einsamallur í In Mente og Tíðarinnar Bakspegili hvørja arbeiðsviku. Hann brúkar frítíðina at gera sendingarnar so góðar, sum tær eru. Eg eri samdur við Kinnu um, at tað er flott. Men fyri Kringvarpið er tað jánkasligt. Botn jánkasligt, sum orðini fullu. At dúva uppá at fólk arbeiða ólønt í Kringvarpssendingum, sum kom fram herfyri, eigur ikki at bera til.

Niðurstøðan hjá lurtaraumboðnum, Kinnu, var, at siktað verður ov lágt í løtuni og at langt er frá tí, sum sjálvt uppleggið í In Mente sendingini sigur, til dømis tá týdda bókini hjá Geir Lippestad varð umrødd í seinastu sending. Eri ikki samdur í akkurát hesum dømi, sum eg helt riggaði heilt væl, men sum hinvegin kostaði hin eina vikutíman við mentan í Kringvarpinum.

Tað, at vit ikki fáa aðrar mentanarsendingar í somu viku, er ein mangul í almenna mentanarjournalistikkinum og ein álvarsligur feilur í Kringvarpsfyrisitingini. Mentanarmiðling er ikki bara ein skreytsending av og á, men ein javnur streymur at dekka eitt fakøki, sum er mentanin og listin, so sum hon faldar seg út og sprettir kring landið, hvønn gudsskapta dag. Staying power og leveringsdiktigheit, fyri at vera í útvarpsmáli.

Taki so hjartaliga undir við Kinnu, tá hon sigur, at okkum manglar sendingar, har listin skal fáa betri pláss, at dýpdin og tað kritiska eygað verður meira vakið, og at vit sleppa at hoyra meira av tí, sum hendir úti um landið.

Og ógvuliga spakuliga dittaði siðiligi verturin, Anna V. Ellingsgaard, sær at siga, at Mentanarkaféin í Norðurlandahúsinum var ein nokkso løtt sending. Orðsnúgvin tekur Gunnar um pástandin og sigur, at ein lættfatuligur samskiftisformur gevur gott feedback og økir um forstáilsið fyri mentan.

Tjae, eg veit ikki, hvar Kringvarpið er í løtuni á hesum fakøki. Eg lurti hvønn dag, men síggi og hoyri mest sum bara oyðimarkargongur fyri mær. Og so fótbóltsróp og -gleim millum UB40 og Dire Straitspláturnar. Kanska skuldi man farið at interessera seg fyri fótbólti og fingið okkurt, bara okkurt úr miðlunum, teim varpaðu eins og teim prentaðu.

Hjá okkum mentanaráhugaðu er vorðið nokkso flatt, serliga við Kringvarpinum, sum tosar við seg sjálvt og ikki finnur útrásir, sum fyrr riggaðu væl, at fáa okkum lurtarar og hyggjarar á tal og sjón. Vit eru beint hinumegin Ringvegin. Har, vit altíð hava verið.