Skip to main content

Tíðindaflutningurin er versnaður


Mortan Østerø, Sosialurin í dag:

Birgir Kruse heldur, at tøkniliga menningin hevur darvað góðskuna á tíðindaflutinginum um allan heimin. At tað er vorðið lættari at framleiða tíðindi á øllum pallum, hevur elvt til størri mongd av vánaligum tíðindatilfari.

Birgir Kruse, ritstjóri og PD í samskifti, stóð á odda fyri at gera eina bók um fjølmiðlar til føroyska skúlaverki í 2007. Í 1995 fekk hann norðurlendska journalistvirðisløn fyri mentanarsendingar í Útvarpinum. Birgir heldur, at tøknilig frambrot hava gjørt tíðindaflutninginum eina bjarnartænastu.

- Aðalmálið hjá tøknini er at alt skal verða betri, skjótari og størri. Journalistiskt væntaðu vit tí øll, at nú fingu vit betri stundir at gera tilfar á øllum pallum, men so varð ikki, sigur Birgir.

Sambært honum, so hava fortreytirnar lagað seg øðrvísi, tá ið tað kemur til tíðindaflutning. Við tøknini uppdaga redktionellir leiðarar, at færri fólk kunnu gera sama arbeiði. Fyri tíðindaflutningin merkir tað, at nógv færri fólk hava tilfarið um hendi, áðrenn tað verður lagt út til brúkaran.

- Í 1970unum høvdu vit heilt upp í sjey til níggju prentað tíðindabløð okkurt ári – og eru uppløgini røtt – so er tað heilt vist heimsmet í at lesa tíðindabløð fyri hvørji 1.000 fólk. So føroyingar hava altíð verið eitt lesandi fólk, sum hava nógv at siga øðrum medborgarum. Munurin á tá og nú er, at fleiri starvsfólk sóu tekstin, innan hann fór til prentingar. Í hesum førinum er tøkniliga menningin ein beinleiðis orsøk til, at tíðindaflutningurin er verri fyri, tí dagsins tøkni ger, at redaktiónirnar kunnu rekast við færri fólkum, so færri eygu eru á tilfarinum, sigur Birgir Kruse.

Ótolin ringrás

At tíðindaflutningurin í størri mun er á netinum, hevur eisini sett hægri ferð á samlaða tíðindameldurin og latið upp fyri snaratgongd hjá brúkarunum til tíðindatilfarið. Sambært Birgi, hevur økta ferðin á tíðindaframleiðsluni elvt til óhepnar brúkara- og tíðindaframleiðsluvanar.

- Vit eru komin í eina ónda ringrás. Annan vegin kann tað vera, at vanligi lesarin billar sær inn, at hann hevur bara stundir at lesa smátíðindi, skjótar notitsir og einki meir, og hinvegin kann tað vera, at redaktiónin hevur tað hugmynd, at lesarin veruliga er ótolin og aldrin skal fáa drúgvan tekst ella tilfar, sum er knortlut og ringt at sodna. Og onkur er, sum í álvara billar sær inn, at drúgvur tekstur bara kann vera á pappíri og aldri á skíggja. Av tí sama tekur talgilda redaktiónin á seg, at framleiða mest møguligt innan stytstu tíð, hóast redaktionella starvsfólkatalið er minkandi. Onkuntíð kann hepnast væl, men góðskan á miðlaða tilfarinum verður oftast hareftir, og mistøk – bæði innihaldsliga, hagfrøðiliga og málsliga – kunnu verða graverandi, sigur Birgir.

Hann vísir á, at gott, gravandi tilfar tekur langa tíð at framleiða, men tá ið ein ónd og ótolin ringrás í flestu førum sleppur at seta dagskránna, tá verður torført at fáa eitt journalistiskt úrslit, sum fleiri eru nøgd við.

- Tað er sum við ostalýsingini hjá Klovborg; 'Klovborg ostur tekur ta tíð, sum ostur tekur'. Tíð tekur tíð og tíð krevur fólk, og fólk kosta pengar. Fíggjarligi spurningurin og ótolnið, sum er knýtt at tíðindarúgvuni, ganga hond í hond, og redaktiónirnar eru tódnaðar, hóast tær framleiða tað sama, og summar halda seg hava funnið eina nýggja nisju av tíðindum. Læta vit okkum fanga av hesi óndu ringrás, skvisa vit alt niður í næstan onki og fáa eina tilsvarandi ringa vøru, eina discount-vøru, sigur Birgir Kruse.

Smáredaktiónarí

- Við tøkniligu menningini, er tað eisini vorðið meira ómakaleyst at stovna og reka eina skjóta tíðindasíðu, og fleiri smærri tíðindasíður seta seg førar fyri at veita tíðindi um alskyns mál, hóast tey kanska bert eru eitt ella tvey starvsfólk, sigur hann.

Í hoyringsskrivinum um stuðul til privatu miðlarnar í farnu viku, sóu vit, hvussu nógvir tíðindamiðlar eru í landinum, og sama er galdandi í øllum øðrum londum. Summir miðlar hava sera avmarkað tal av starvsfólkum, men allir kappast um somu lesarafjøld og sama lýsingarmarknað.

- Tá ið tað tøkniliga gerst lættari at reka ein miðil, verða eisini fleiri aktørar. Eigara- og lønarviðurskiftini á miðlum og tíðindastovnunum verða kroyst við óneyðugari kapping, sum fyrst og fremst hevur uppsagnir og óstøðug viðurskifti við sær, sigur Birgir, ið metir, at júst hetta er ein av meginorsøkunum til eina objektivt mett minkandi góðsku á tíðindunum, sum hann sigur.

- Tað eru tey á privata marknaðinum, sum eg hoyri siga, at tíðindaflutningurin skal hava eitt ávíst lesaratekki, so hann kann toga lýsingainntøkur frá øðrum miðlum. Vit síggja sostatt, at góðskan verður niðurraðfest fyri at tryggja, at miðilin vinnur á hinum, ella í minsta lagi yvirlivir. Tøkniliga menningin, sum skuldi vera okkara vælsignilsi, er vorðin eitt forbannilsi, tí hon tryggjar, at hetta ber til og kann halda á í langa tíð uttan stórvegis fígging og arbeiðsorku. So tað er greitt fyri mær, at tað, sum vit vanliga kallaðu tíðindini fyrr, eru vorðin verri í sama tíðarskeiði, sum tøknin er vorðin betri og lættari atkomulig.

Kreativt kappingarføri

Økta talið av miðlum, ið veita tíðindi ókeypis, eru helst tengdar at lýsingainntøkum, sum víðari er tengdar at stórari lesarafjøld. Ítøkiliga kann tíðindasíðan vísa lýsarum á 'vísi-tølini' hjá sær – altso hvussu nógvar ferðir teirra síðir hava verið vístar. Tá kemst ikki uttanum, at summar søgur fanga lesaran í størri mun enn aðrar, og sambært topp tíggju listunum á føroysku tíðindasíðunum, hava tær flestu skakandi yvirskriftir.

- Á netinum skal brúkarin sjálvur klikkja á einstøku søguna, og samlaðu klikkini verða skrásett, so redaktiónsleiðarin sær, hvørjar søgur og yvirskriftir fanga meir enn aðrar. Hóast tað altíð er vágið, so kann journalisturin við hesum í huga verða kreativur og leggja seg eftir at spíska yvirskriftina fyri at náa fleiri klikkum, sigur Birgir og tekur fram eitt aktuelt dømi:

'X-Factor Jógvan í fongsul'

- Tað er ein yvirskrift, sum fangar lesaran, tí ein føroyingur í Danmark hevur gjørt okkurt býtt og er endaður í fongsul. Ein garantur fyri nógv klikk. Tá ið stubbin er lisin, vísir tað seg, at Jógvan bert hevur framført í einum fongsli – hann er ikki fongslaður. Fyrisovítt lýgur journalisturin ikki, men hann spískar yvirskriftina, bara við klikkum í huga soleiðis, at tað ikki er samsvar millum tankan ein ger sær út frá yvirskriftini, og veruligu søguna, sigur Birgir Kruse.

- Summi bløð úti í heimi hava fólk í starvi, sum einans gera yvirskriftir, og eg havi fulla virðing fyri einari fangandi yvirskrift, so leingi hon ikki er misvísandi fyri innihaldið, men gevur eitt kreativt meirvirði. Og tá kemur tað at snúgva seg um brúkaraálit. Brúkarin varnast skjótt, um okkurt áhaldandi er tað reina gass. Verða yvirskriftirnar óneyðuga kreativar, ella verða tíðindini løgd út sum best ber til, so finnur brúkarin skjótt aðrar pallar at lesa somu ókeypis tíðindi, sum verða borðreidd á ein meir sannførandi hátt. Hetta er trúfestið hjá miðlabrúkaranum, sigur Birgir.

Krøv til miðlarnar

- Vit muga minna okkum sjálvi á, at vit eru ógvuliga fá fólk. Kunnu vit veruliga rættvísgera, at vit hava so nógvar miðlar til so fáar brúkarar?, spyr Birgir retoriskt.

- Eg kundi ynskt mær færri, men størri, sterkari og betri funderaðar redaktiónir, sum eru í betri sambandi við sínar lesarar. Tá høvdu tíðindafólkini fingið neyðugu arbeiðskorini til at evna tilfarið í øllum teim løgum og sjangrum, sum redaktiónin skal stýra. Men tað er trupult, skal tað ikki ganga út yvir allar tær skjótu smáredaktiónirnar, sum vit eisini vilja hava, og sum í fleiri førum gera eitt málsøkið og effektivt arbeiði.

- Ein skal sjálvandi vera varin ikki at køva talufrælsi, men til tíðir kundi man ynskt sær, at ein miðil hevði eina gátt, líkari tí hjá politisku flokkunum at sleppa á ting. Kanska miðlarnir áttu at verið av einari ávísari stødd, fyri at fingið sømdir at virka, soleiðis at vit sluppu undan alt ov nógvum smáredaktiónum, ið skapa eina kapprenning, sum tekur góðskuna úr samlaða privata tíðindaflutninginum á netinum. Men hinvegin, kanska skal privati tíðindaflutningurin nettup verða soleiðis. Nú fær hann eisini almennan stuðul, meðan almannavarpið ongan stuðul fær. Sjálvt um tað snýr seg um smáar upphæddir, er tað eitt sterkt politiskt signal at senda í einum valári, sigur Birgir.

Klikk-tíðindi køva góðskuna

Av fyrstan tíð hevur brúkarin neyvan verið spurdur um, hvat tilfar er áhugavert at síggja á einari tíðindasíðu. Við marknaðartreytunum, ið seta fram krøv um klikk, so hava brúkararnir hóast alt fingið eitt avgerandi vald á, hvussu nógv og hvat slag av tilfari kemur út, og hvussu yvirskriftirnar verða orðaðar. Heldur verandi mynstur á, við hópframleiddum skundverða tíðindum, so kann tað fáa keðiligar avleiðingar fyri bæði brúkara og framleiðara, heldur Birgir.

- Heldur hetta á, fara vit í størri mun at góðtaka vánaligan tekst, sum vit ditta okkum at kalla journalistikk. Í summum førum kunnu vit í allar besta føri kalla tað vánaligan journalistikk. Eitt slag av teksti, sum hevur vent sær frá at veita samfelagsligt ansni, til at skriva tekststubbar, sum fara so langt, sum at dyrka ein innara svínhund, ið annars ikki er serliga føroyskur skrivingarstílur seinastu mongu árini, sigur Birgir.

- Redaktiónirnar eru tíanverri so bundnar av brúkaranum, ið tær bara kenna umvegis klikkini, at man natúrliga leggur seg upp at hesum hugsaða lesaraynski. Brúkarin kemur sostatt í ta óhepnu støðu, at hann í ávísan mun fær ávirkan á tað, sum redaktiónin velur at skriva. Av tí sama síggja vit kensluporno og persónsøgur á tíðindasíðunum og tað bera gor og gall sum viðmerkingar undir mest skakandi stubbunum.

- Samanbera vit við nú, so hevur ágrýtni miðlabrúkarin atgongd til allar hugsandi miðlar á netinum. Hann kann viðmerkja tíðindi og kann enntá sjálvur skapa tíðindi. Við øðrum orðum, verður hann sín egni miðlaframleiðari, miðlabrúkari og miðlaviðmerkjari. Miðlatørvurin, tá hann er størstur, verður nøktaður við totalari sjálvsstýring, sum fer í sjálvsentrerað sjálvsving, sigur Birgir Kruse.

Trælir av ótolni

Summar av tíðindasíðunum hava vegleiðandi minstakrav fyri hvussu nógvir stubbar skulu verða lagdir út fyri hvønn tíman, hóast tað ikki altíð eru fleiri hendingar at skriva um fleiri ferðir um tíman í einum lítlum samfelag, sum tí føroyska. Birgir skilir væl, at miðlarnir hava sett sær fyri at framleiða nógv tilfar, og vendir aftur til tað óndu ótolnu ringrásina, sum brúkarin og framleiðarin hava snoðið seg inn í.

- Skalt tú síggjast aftur í øllum tíðindameldrinum, so er miðilin noyddur at hava eitt out-put. Tá kunnu vit venda aftur til hina óndu ringrásina. Við einum stórum out-put'i, kann lesarin kenna tað, sum um hann verður mettaður. Bæði lesari og miðil venja seg við, at tað skal vera ein rúgva av tøkum tíðindum. Vit kunnu eisini siga, at hesin áhaldandi tíðindastreymur fer at fóðra tiltakandi ótolseminum, sum skapar ein bundinskap, og bara krevur fleiri tíðindi. Við tílíkum redaktióninum og høgum og týttum out-put frekvensi, fáa vit automatiskt ein verri tíðindaflutning.

- Vit kunnu siga, at júst ótolnið kemur at dríva ein yvirfladiskan tíðindastreym, sum gevur minni og minni meining í almenna rúminum. Hann flytur seg longur burtur frá tí, at seta seg niður í frið og náðum at blaða í einum tjúkkum vikuskiftisblaði, sum er skrivað av vitandi tíðindafólki, grafiskt flott og tekkiliga sett upp - og rættlisið!.

- Tað verður ein ómetaliga stór gjógv millum ynskidreymin um eina stóra avís og skjóta talgilda floymin av smátíðindum, ið mynda okkara gerandisdag. Á netinum eru vit sostatt komin ov langt frá tí sameinandi kvalitetsteksti, sum eigur at vera grundsubstansurin í øllum tíðindaflutningi, sigur Birgir.

- Samanumtikið hava fjølmiðlarnir um allan heimin uppælt ein ótolnan miðlabrúkara, sum er yvirfladiskur og flaksar allastaðni, og tað er vorðið eitt journalistiskt problem, tá ið tíðindafólkini billa sær inn, at tey við ongum starvsfeløgum og ongari fígging kunnu veita øllum heiminum tíðindi. Tá hvørvur í hvussu er tann djúptøkni og reflekterendi tíðindaflutningurin, ið eg vil hava, sigur Birgir Kruse at enda.

Onnur grein um sama evni í Sosialinum dag: