Skip to main content

Ein ferðavinna, sum vit kunnu liva av og liva við


Oda Wilhelmsdóttir Andreasen var tjúgu ára gomul, tá hon fekk eitt summarferiustarv í call sentrinum hjá Smyril Line. Henni dámdi so væl í ferðavinnuni, at hon fór í læru á Ferðaráði Føroya. Meðan hon lærdi, gekk hon á Turistakademiet í Randers ein vetur og var summarmánaðarnar í starvsvenjing hjá Ferðaráðnum. Eftir hálvt triðja ár varð útbúgvingin sum akademiøkonomur í ferðavinnu lokin í mars í 1997.


- Eg valdi at skriva høvuðsuppgávu við evninum ”Burðardygg ferðavinna í Mykinesi”. Hetta førdi við sær, at eg var í Mykinesi í januar 1997 og interviewaði tey 16 lokalu, sum búðu har tá. Uppgávan kann ikki sigast at vera annað enn sera aktuell í dag, 22 ár seinni, nú øll hava burðardygga ferðavinnu í huga. Eg kom tá fram við eini sekstan uppskotum um at menna burðardygga ferðavinnu í Mykinesi, m.a. at gera pakkaferðir, har man pakkaði ferðaleiðara og gongugjaldið til eigarar og kommunu og seldi til ferðafólk. Eisini skeyt eg upp, at man gjørdi eitt savn, har sum Mikinesmálarin hevði atelier, núverandi Mykinesstova, sigur Oda, sum hevur játtað at skriva ein gestablogg um egnar ferðavinnuroyndir og aktuellu støðuna tá umræður ferðavinnu kring oyggjarar.

- Eg fekk tokka til oynna og eri komin her síðani, og havi altíð droymt um at búgva og reka ferðavinnu her, og tað er nú eydnast, so eg kenni meg sera hepna.

Tá eg var liðug at lesa í 1997 starvaðist eg fyrst í Randers Regnskov, har eg gjørdi teirra fyrstu marknaðarætlan. Síðani flutti eg til Løkken í Norðurjútlandi, har eg var ferðavinnustjóri frá 1998 til 2003. Eftir hetta var eg produktstjóri hjá Stena Line Danmark við ábyrgd fyri svenska og norska marknaðinum. Tá møtti eg Gurið Højgaard, tí hon starvaðist í Visit Stockholm. Eg hevði 60 ferðadagar um árið, vetur og summar, og gjørdi tematúrar um summarið og sáttmálar við skíðstøð um veturin.

Veturin 2007 fluttu eg og sonurin heimaftur til Føroya, har eg fekk starv sum søluleiðari hjá Smyril Line. Eftir hetta varð eg deildarstjóri hjá Føroya Tele og seinastu átta árini havi eg starvast á marknaðardeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, seinni Betri. Summarið 2018 fekk eg prógv í HD Marketing Management og gjørdi av at royna meg sum sjálvstøðuga vinnurekandi í ferðavinnu.

Við vaksandi ferðavinnuni vil eg bjóða meg fram at ráðgeva innan burðardygga ferðavinnu og marknaðarføring og geva av mínum royndum.

Nú reki eg gistingarhús í Mykinesi um summarið, og bjóði meg fram sum ráðgeva innan ferðavinnumenning og marknaðarføring um veturin. Eg vil so fegin vera við til at menna ferðavinnuna á ein burðardyggan hátt við virðing fyri náttúru, tað er fyskiskari burðardygd, og tí fólki, sum býr her, tað er sosial burðardygd. Fíggjarliga burðardygdin merkir at peningurin liggur har, sum ferðafólkini koma, tað vil siga at tað er týdningarmikið at brúka føroyskar ferðasmiðir og ferðaleiðarar, so peningurin liggur lokalt.

Eg má siga, at eg eri sera fegin um góðu móttøkuna, sum mín fyritøka GoLocal.fo hevur fingið. Eg havi havt fyrilestrar um burðardygga ferðavinnumenning fyri kommunum, og undirvíst á ferðaleiðaraskeiði í Suðuroy í vár. Eisini eri eg skrásett í ráðgevarabankanum hjá Vinnuframa, og havi havt onkrar uppgávur í hesum sambandi.

Eric Stoen tók myndina

Sólseturtúrarnir í Mykinesi hava verið nógv eftirspurdir, og eg havi havt gestir úr øllum heiminum, frá Japan, Kina, Kanada, Týsklandi, Danmark og eisini úr Føroyum. Eg royni at gera alt so burðardygt sum gjørligt, og brúki setningin ”away from the crowd”, tað vil siga burt frá mongdini og ikki meira enn 4-6 fólk. Hetta merkir at mínir gestir í Mykinesi koma kl. 17, tá allir hinir gestirnir fara av oynni. Tey fáa heimagjørdan mat og vit ganga túr eftir eggini norðanfyri bygdina, meðan vit síggja lundar og sólina seta. Vit eru ongantíð meira enn fimm fólk so tað er persónligt og serstakt. Eisini kenna tey seg sum ein lokalan í bygdini um kvøldið, og uppliva tað autentiska oyggjasamfelagið, sum er burtur frá mongdini. Tey gista her og fara inn aftur við bátinum um morgunin kl. 11, tá allir eindagsturistarnir koma.


Framtíðarútlit fyri ferðavinnuna

Eg vænti, at ferðavinnan fer at vera eitt triðja bein at standa á hjá Føroyum. Í løtuni byggja vit fleiri hotell og matstovur, og upplivilsir blóma kring alt landið til gleði fyri lokalar íbúgvar og okkara útlendsku gestir.

Tað er týdningarmikið, at Visit Faroe Islands hevur tættan dialog við lokalfólkið og roynir at spjaða ferðavinnuna kring alt landið alt árið, so man ikki týnir nakrar fáar bygdir og gøtur og stressar tey lokalu, sum har búgva.

Vit mugu eyðmerkja tey støð, har lendi ella fuglalív er sárbært, gera góðar gøtur og enntá avmarka ferðafólkatalið, fyri at verja fugl og lendi.

Sosial og mentanarlig burðardygd er týdningarmikil. Tað, at man nú krevur pening frá føroyingum fyri at ganga í fjøllunum, rakar á sosialu burðardygdina og skapar neiligan hugburð til ferðafólk, hetta má loysast sum skjótast.

Eg síggi fyri mær, at vit um 5-10 ár, fara at hava ferðavinnu alt árið. Ráðstevnur, ítróttarkappingar og annað, sum er off season, og meira high end ferðafólk um summarið. Føroyar eru sera lítlar og tí eisini viðbreknar, og tí mugu vit vera kritisk og satsa uppá færri fólk, sum gjalda meira. Og vit mugu lurta eftir lokalíbúgvunum.

Samferslukervið má eisini gerast tíðarhóskandi til ferðavinnuna. Smáu bygdavegirnir til Saksunar, Tjørnuvíkar, Gásadals og Gjáar bera ikki nógvu bussarnar og leigubilarnar, her má ein betri loysn finnast, til dømis shuttle bussar ella farleið sjóvegis, og hví ikki leiga súkklur út, so man kann súkkla til Tjørnuvíkar og Saksunar 😊

Parkeringspláss og vesifasilitetir mugu gerast sum skjótast, har sum nógv ferðafólk koma.

Ferðavinnan er við til at gera Føroyar ríkari í mun til mentanartilboð, og er eisini við til at gera okkum varug við okkara siðsøgu. Víkingabusetingar verða grivnar fram, storytelling verður greiðari, matmentanin blómar, alt hetta er orsakað av ferðavinnu. Tað er jaliga árinið av ferðavinnuni, sum elvir til eina mentantarliga burðardygd.

Nú vóni eg bara, at bøndur, Visit Faroe Islands, kommunur, náttúrufelagsskapir og lokalir íbúgvar seta seg saman og finna eina gongda leið, sum øll kunnu liva við.

Ferðavinnan gongur uppá tvørs av øllum landsstýrisfólkunum, samferðsla, vinna, mentan og fiskivinna, so vónandi verður hetta ovast á listanum hjá komandi samgongu eftir løgtingsvalið.

Eg elski Føroyar og vil gera alt, hvat eg kann og megni, fyri at vit innan ferðavinnuna menna og skapa tilboð, sum øll, bæði ferðafólk, vinnan og íbúgvar her á landi, fara at gleðast um.

Oda Wilhemlsdóttir Andreasen, gestabloggari