Turið Kjølbro, Sosialurin 10. november 1998: Tað er lætt at lata seg ávirka av fjølmiðlum, um man ikki veit nóg mikið um tað, men við at fáa undirvísing í miðlum læra vit, at vit skulu ikki trúgva øllum blint og at tað hevur týdning at duga at lesa millum reglurnar, sigur Leivur Persson, næmingur á miðlabreytini á Eysturskúlanum. Á Eysturskúlanum í Havn hava tey eina sera áhugaverda miðlabreyt. Sum orðið sigur er miðlabreytin frálæra í fjølmiðlum, tað vil siga frálæra í samskifti. Í hesum sambandi vóru báðir 10. flokkarnir á Eysturskúlanum við lærara teirra Birgiri Kruse á vitjan á Sosialinum, har tey fingu kunning frá blaðstjóranum um blaðarbeiðið, hvussu tað verður skipað og hvørji viðurskifti dentur verður lagdur á. Spurningarnir frá næmingunum vóru væl fyrireikaðir, nógvir og umfatandi, og blaðstjórin gav sær góða tíð at svara. Endamálið við undirvísingini í miðlum er at næmingarnir gjøgnum uppliving, framleiðslu og greinan menna persónliga eginleikanum at skilja og nýta miðlar. Fr...