Skip to main content

Føroyskt sjónvarp — fyri ein og hvønn prís?


Lesarabræv, Dimmalætting 5. november 1998:

Í áhugaverdari sending hjá Ginnu Midjord í Útvarpi Føroya varð fríggjakvøldið kjakast um ungdómstilfar í føroysku miðlunum. Allir miðlanir, bløð, útvarp og sjónvarp, vóru umboðaðir. Harafturat var ein luttakari við, sum var serkøn í interneti og margmiðlum. Mikið áhugavert

Sendingin varð endursend týsdagin, og mikudagin hevur Sosialurin í ungdómsískoytinum Yngd eina eins áhugaverda grein, sum er sprottin úr sama evni.

Tað hevur mangan undrað meg, at ein so sterkur miðil sum Sjónvarpið aldri hevur tikið føroyska ungdómin í álvara. Eg meini á heimligum botni. Tað ber ikki til at skjóta seg undir, at øll eru ungdommilig, at flestu ung eisini finna frægd í tíðindum og harafturat dáma at hyggja at Baywatch og X-Files.

Skal sjónvarp rekast eftir hesum parametrum, hava vit ivaleyst bara teknifilm eftir. Originalan Disney teknifilm frá 1935 til 1967. Tað fært tú helst fólk flest at verða samd um, fert tú at spyrja. Men flyta vit fjøll við tí? Tæna vit tjóðini best við tí? Skapa vit ein heimstað hjá ungdóminum í sterkasta miðli okkara við tí? Ikki haldi eg tað.

Í umrøddu sending hjá Ginnu Midjord, nevndi sjónvarpsstjórin nøkur tøl, ið skuldu prógva, hvussu dýrt tað var at gera sjónvarp til føroyskan ungdóm. Hundrað túsund krónur fyri sendingina. Fýra hundrað túsund í ein mánað. Eina millión og tvey hundrað túsund fyri árið. Hasum stólinum hevði eg fegin vilja sitið í.

Tað tykir mær, at hesar upphæddir verða nevndar við eittans endamáli. Nevniliga at prógva fyri Føroya fólki, at tað ber ikki til at gera føroyskt ungdómstilfar at nýta í sjónvarpi. Útlitin verða so í hvussu er ikki teknað við bjørtum litum.
Fyri trimum árum síðani var eg boðsendur av fyritøku í Havn, sum átti alskyns digitala videoútgerð, sum ofta stóð fyri onki. Mestu úrtøkuna fekk fyritøkan, tá eins og nú, við at gera lýsingar. Til tess at fáa størri nyttu úr digitalu videoútgerðini, setti fyritøkan sær fyri, at gera uppskot til ungdómssendingar, at selja Sjónvarpi Føroya.

Mín leiklutur var at framleiða t.e. koma við uppskotinum, finna heitið á sendingini, skapa leiklutin hjá vertunum, skipa innihaldið og knýta sambond við álítandi leverandørar. Til hvørja sending, árið, ella í hvussu er veturin, í kring.
Uppskotið var liðugt eftir stuttari tíð og var hin 8. februar 1996 sent Sjónvarpi Føroya.

Samlaða tilboði frá hesi fyritøku í Havn, fevndi um 20 sendingar á 30 minuttir fyri 540.000 krónur. Tað er í meðal 27.000 krónur fyri hvørja sending. Sjey og tjúgu túsund.

Gamaní eru trý ár liðin, og kanska var hetta tilboð nakað skallut. Og nøkur videoløg skuldu harafturat koma frá SvF. Men í hvussu er var tað hugsað á føroyskum støði og ætlað sum ein ungdómsproduksjón á heimligum botni. Alt hevur sína byrjan.

Eg havi sett meg í samband við somu fyritøku, at kanna eftir, um eg minnist skeivt. So var ikki. Upplýst var harafturat, at fyri bert fáum døgum síðani, hevur sama fyritøka sent nýtt uppskot til Sjónvarp Føroya.

Aftur snýr tað seg um at gera ungdómstilfar, har ung medvirka og sjálvi seta karmarnar. Nú, trý ár seinni, ljóða prísirnir soleiðis: Prísur fyri eina ungdómssending 35.000 kr. Fimm og tredivu túsund krónur. Vil Sjónvarp Føroya lata eitt fólk, t.d. fotograf, til sendingina, so er framleiðsluprísurin 29.000 kr. fyri sendingina. Níggju og tjúgu túsund krónur. Tilboðið er sent Sjónvarpi Føroya hin 20. oktober í ár.

Fyri hampuligheits skyld skal eg nevna, at sjálvur eri eg ikki á nakran hátt knýttur at aktuella tilboðnum, tíansheldur fyritøkuni. Helt bert, at Føroya ungdómur hevur krav uppá at fáa innlit í hesi viðurskifti. Og ikki minst, at tað ber til at liva í Føroyum.

Lesarabræv, Dimmalætting 5. november 1998: