Tíðindagrein, Sosialurin 26. apríl 2000: - Virki mentanarlív kostar. Men játtaði peningurin er kortini ikki ein útreiðsla, men heldur ein innløga í samfelagið, segði Gunnar Hoydal millum annað, tá mentanarálit varð handað býráðsformanninum í Havn í gjár. »Havnin - livandi, kveikjandi skapandi«. Hetta er heitið á nýggjum áliti um mentanarpolitik í høvuðsstaðnum. Álitið er gjørt av mentanarbólki mannaðum við átta fólkum, sum Tórshavnar býráð í januar í fjør setti. Bólkurin hevur havt 35 fundir síðani hann varð settur, og í gjár kundi formaðurin í bólkinum, Birgir Kruse, handa býráðsformanninum álitið. Mentanarálitið telur 63 síður og viðgerð 10 høvuðsevni innan mentanina í høvuðsstaðnum. Hesi høvuðsevni eru býráðið og mentanarmál, skúlarnir, ítrótturin, børn og ung, tónleikur, myndlist, sjónleikur, bókmentir og skaldskapur, søvn og stovnar og síðani onnur mentanarmál, sum til dømis bygging, livandi myndir og telda og tøkni. Áðrenn sjálva viðgerðina av ymsu evnunum, verður greitt frá megi...