Tíðindagrein, Dimmalætting 29. august 2002: Norðurlendskt samstarv: Tað fólksliga er um at hvørva í norðurlendskum samstarvi, og útjaðarin verður marginaliseraður, segði Birgir Kruse við Dimmalætting í gjár. Mikkjal Helmsdal er samdur, men hann heldur kortini, at politiskt hava tey smærru londini fingið okkurt burturúr. Í samrøðu við Dimmalætting í gjár segði formaðurin í Norrøna Felagnum Í Føroyum, Birgir Kruse, at tað sokallaða fólksliga í norðurlondum ikki verður raðfest líka høgt í dag, sum tað varð gjørt í eitt nú seksti- og sjeytiárunum. Hann helt, at tað norðurlendska samstarvið er sentraliserað og bureaukratiserað, við tað at næstan bert politikarar og embætismenn viðgera norðurlandamál, og tí er reellur vandi fyri, at fólkið missir áhugan fyri tí norðurlendska samstarvinum. Eisini segði Birgir Kruse, at áhugin fyri teimum smærru økjunum, sum eitt nú Føroyum, er minkaður, og tí verður útjaðarin í norðurlondum marginaliseraður. Mikkjal Helmsdal var stjóri á »Nordens Institut på ...