Vikuskiftið, Sosialurin 19. september 2003: Liðin eru 30 ár síðani ein hin undarligasti rokkarin fór av verðini. Tað var Gram Parsons, the Grievous Angel , sum doyði í Joshua Tree í Kalifornia hin 19. september 1973. Birgir Kruse skrivar úr rúmi nummar 8, sum var karmur um mest skakandi hending í rokksøguni. Eitt jósvatræ peikar í ymsar ættir. Í veruleikanum er tað ikki nakað træ, men er av liljuættini, Yucca brevifolia. Sigst, at tá mormonar miðskeiðis í 19. øld fóru um Colorado ánna, góvu teir trænum bíbilska navnið. Fyrimyndin var Jósva, sum við opnum ørmum signar teimum landið fyri vestan. Undan mormonum brúkti upprunafólkið, indiánar, jósvatræið í listahandverki og til matna. Í hesum heita og berliga parti av Kalifornia er viðalundin The Joshua Tree National Park. Ikki nøkur viðalund í vanligari merking, heldur oyðimørk við runnum og mistrivnaðum pálmum, ið spretta millum steinar og klettar, ið tykjast sum leiktjøld frá Hollywood filmum. Luftin darrar yvir heita asfaltinum og stei...