Skip to main content

Hoyr, tað rópar í oyðimørkini



Vikuskiftið, Sosialurin 19. september 2003:

Liðin eru 30 ár síðani ein hin undarligasti rokkarin fór av verðini. Tað var Gram Parsons, the Grievous Angel, sum doyði í Joshua Tree í Kalifornia hin 19. september 1973. Birgir Kruse skrivar úr rúmi nummar 8, sum var karmur um mest skakandi hending í rokksøguni.

Eitt jósvatræ peikar í ymsar ættir. Í veruleikanum er tað ikki nakað træ, men er av liljuættini, Yucca brevifolia. Sigst, at tá mormonar miðskeiðis í 19. øld fóru um Colorado ánna, góvu teir trænum bíbilska navnið. Fyrimyndin var Jósva, sum við opnum ørmum signar teimum landið fyri vestan. Undan mormonum brúkti upprunafólkið, indiánar, jósvatræið í listahandverki og til matna.

Í hesum heita og berliga parti av Kalifornia er viðalundin The Joshua Tree National Park. Ikki nøkur viðalund í vanligari merking, heldur oyðimørk við runnum og mistrivnaðum pálmum, ið spretta millum steinar og klettar, ið tykjast sum leiktjøld frá Hollywood filmum. Luftin darrar yvir heita asfaltinum og steinarnir, ið tykjast lagdir av risum, fáa skap sum heljareygu og andlit úr ræðufilmum sum Invasion of the Body Snatchers.

Og ikki er Hollywood langt hiðani. Fleiri eru filmarnir, serliga westerns, ið eru tiknir her í steinoyðuni. Og so eru tað tey, sum hyggja eftir stjørnum, stjørnum á himmalhválvinum. Undir gjøgnumskygdum lofti búgva tey í fjaldum smáttum. Til hesa kvirru leitaðu filmstjørnurnar í fimtiárunum. Fremsti gistingarstaðurin var ein kubansk hasienda við høvuðsgøtuna The Joshua Tree Inn, bygd í 1950.

Tríggir sangir úr oyðuni

Tá hippirørslan tók seg upp í kalifornisku stórbýunum, funnu ungfólk somu støðini. Teirra millum vóru Gram Parsons, Keith Richards og Anita Pallenberg. Heilar nætur gingu tey trý í oyðimørkini við Joshua Tree, har tey eygleiddu stjørnur og flogdiskar og ivaleyst onnur flúgv-andi fyribrigdi, ið kunnu tykjast bæði nær og verulig, tá ein hevur bitið í sterkan kaktus og verður fyltur av stórum sjónum um lovaða landið. Sangurin Wild Horses, sum er um Gram Parsons, er sprottin úr hesum ferðum.

Gram Parsons, sum var úr Florida, hevði lisið um lovaða landið á Harvard. Men eftir akademiska oyðimarkargongd gjørdist tónleikurin kallið. Áhugin fyri siðbundna kantrítónleikinum var stórur, samstundis sum hugurin stóð til nýkomna elektriska rokkin. Hetta førdi við sær søguligu samanrenningina kantrírokk, sum serliga The Eagles vórðu kendir fyri. Við floygdum orðum heilsa teir upphavsmanninum Gram Parsons í sanginum My Man.

Tá Gram Parsons leitar eftir eini kvinnuligari rødd at syngja kór, finnur hann Emmylou Harris. Hóast einki uttan sangur var teirra millum, yrkir hon seinni um kvinnuna Sally Rose, sum í Sweet Chariot syngur um kalifornisku oyðimørkina og hin horvna elskaða í Joshua Tree.

Kantrírokkur

Givin við gudfrøðilesnaði í 1967 stovnar Gram Parsons bólkin The International Submarine Band, ið verður mettur sum hin fyrsti kantrírokkbólkurin. Árið eftir geva teir út plátuna Safe at Home á plátufelagnum hjá Lee Hazlewood. Samstundis hevur Parsons hitt blúgrasmannin Chris Hillman, sum fær hann upp í víða-gitna bólkin The Byrds at spæla ljómborð. Longu í februar fær Parsons bólkin á Grand Ole Opry í Nashville og fær høvuðsleiklutin á plátuni Sweethearts of the Rodeo, sum er hornasteinurin í kantrírokki. Men Hazlewood, ið enn hevur sáttmála við Parsons, krevur allar upptøkur strikaðar. Tí hoyrist einans Roger McGuinn syngja á hesi plátu, uttan í eina førinum, Hickory Wind, har Gram Parsons syngur. Tá eitt savn við Byrds upptøkum verður givið út í 1990 hoyrast røttu upptøkurnar aftur.

Jagger og Richards

Á sumri 1968 fara The Byrds á konsertferð til Suðurafrika. Teir ferðast um London, har vinmenninir Mick Jagger og Keith Richards bjóða døgurða. Sambært Richards og ævisøgu hansara er tað undir hesum døgurða, at teir gera amerikansku lagsbrøðrunum greitt, at teir eiga at boykotta apartheitstjórnina. Ongin bretskur rokkbólkur spælir í Suðurafrika.

Gram Parsons, sum hevur funnið ein nýggjan vin og mentor í Keith Richards, takkar fyri seg og fer úr bólkinum The Byrds, sum dagin eftir heldur fram til Suðurafrika. Í hansara staði er Carlos Bernal.

Hálvt ár seinni, í desember 1968, stovna Chris Hillman og Parsons bólkin The Flying Burrito Brothers, sum í 1969 gevur út tiltiknu plátuna The Guilded Palace of Sin. Á húsanum er manningin klædd í búnum frá skraddaranum Nudie Cohen, sum eisini seymaði fyri Hank Williams og Elvis Presley. Búnin hjá Gram Parsons hevur áseymað marijuanabløð og frynsar við LSDpillarum, sigst í hvussu er.

Í apríl 1970 fer Parsons úr bólkinum og vil ganga egnar leiðir. Samstundis ferðast hann við Rolling Stones, men aldri hoyrist hann spæla saman við teimum. Sambært Keith Richards kjakast teir um amerikansku kantrístjørnurnar, eitt nú George Jones og the Louvin Brothers, sum báðir eru serstakliga fegnir um. Seinni syngur Keith saman við George Jones og fær skoðsmálið, at hann syngur sum ein "Dying Dolphin".

Tá Rolling Stones eru í Los Angeles, vitja teir í Joshua Tree. "For me, Gram was a way of getting a bit outside of the Stones, which was getting very claustrophobic in those years. It was very nice to have another musician, a writer, just to bounce ideas off, without any sense of intrusion", sigur Keith Richards og leggur ertandi afturat, at Gram Parsons lærdi hann meiri enn nakar annar, ikki minst um rúsevni: "He could get better coke than the Mafia".

Tvær plátur

Í egnum navni gevur Gram Parsons út tvær plátur. Hin fyrra, nevnd GP, kemur í 1973. Her var ætlanin at Merle Haggard skuldi standa fyri upptøkunum, men tá teir møttust í Bakersfield, rýmdi hann og ljóðmaðurin Hugh Davies tók við. Tað var í sambandi við hesar upptøkur, at Gram Parsons fann fram til eina unga kvinnu við eini frálíkari rødd - Emmylou Harris. Í sanginum We'll sweep out the Ashes vísa tey inniligu, vokalu dygdirnar. Hinir tónleikararnir eru limir í orkestrinum hjá Elvisi. Parsons eigur 7 av teim 11 sangunum.

Upptøkurnar til seinnu plátuna, Grevious Angel, verða gjørdar sama árið. Umframt Emmylou Harris medvirka Bernie Leadon og ein røð av fremstu tónleikarum innan kantrírokk undir heitinum The Fallen Angels Band. Plátan kemur út posthumt í 1974. Parsons eigur 6 av teim 10 sangunum, teirra millum Brass Buttons og her er ein yndislig duett við Emmylou Harris Love Hurts. Plátan er nummar 44 í einum lista, har heimsgitnir ummælarar kjósa 100 tær bestu pláturnar í allari rokksøguni í bókini "Top 100 Albums", sum fyrstu ferð kom út í 1987.

Ein sáttmáli

Ein hin løgnasti sáttmálin í undirhaldsverðini verður gjørdur í 1973. Inngangurin verður skrivaður við vegjaðaran í Palmdale í Kalifornia á kvøldi hin 14. juli. Her hava The Byrds spælt og eftir lokna konsert rigga teir av og bera ljóðførini í bilin. Lagnan vil tað so, at ein drukkin bilførari strýkur framvið og í ferðini rennir hann á Clarence White, sum doyr á staðnum. Hann spældi gittar í The Byrds.

Á gravarbakkanum syngja Gram Parsons og Bernie Leadon sálmin Farther Along. Í ervinum, sum seinni er, svørja Parsons og Phil Kaufmann í fyllskapi tann eið, at tann av teimum, ið fyrstur doyr, skal brenna hin og kasta hann í allar ættir í oyðimørkini við Joshua Tree. "The survivor would take the other guy's body out to Joshua Tree, have a few drinks and burn it", sum Phil Kaufman sigur í bókini Road Mangler Deluxe. Kaufmann, ið hevði eina ivasama fortíð og áður hevði samstarvað við Charles Manson, var umboðsmaður Parsons.

Í rúmi nummar 8

Hin 17. september 1973 skrivar Gram Parsons seg inn á rúm 1 og 8 í The Joshua Tree Inn. Við honum eru Phil Kaufman, Michael Martin, unnusta hansara Dale MacElroy og Margareth Fisher úr Florida. Her varð ballast til tann ljósa dag, tá Parsons gerst ússaligur og Martin verður sendur eftir meiri marijuana, Jack Daniels og teim rúsevnum, hugsast kunnu.

Tá hann kemur aftur og mikudagurin hin 19. september rennur upp, finna tey Gram Parsons lívleysan í rúmi nummar 8.

Í skundi verður hann førdur til Yucca Valley sjúkrahúsið, har tey einans kunnu staðfesta, at Gram Parsons er deyður, 26 ára gamal av hjartatilburði. Líkskoðarin skrivaði í frágreiðingina "Drug toxicity, days, due to multiple drug use, weeks."

"Tequila og Grevious Angel Dust tóku lívið av honum," sigur Emmylou Harris í fløgusavninum Portraits, sum kom í 1996. Phil Kaufman er meiri bersøgin og sigur turrisliga "He thought he had Keith Richard's metabolism. Gram was mistaken".

Brandar í oyðuni

Tey avvarðandi í New Orleans vildu hava kistuna við The Grevious Angel, sum Parsons varð róptur, heim, so jarðarferðin kundi verða hildin í heimbýnum. Heim, var tó so nógv sagt. Hóast abbin átti ein triðing av sitrónmarkunum í Florida og húskið var múgvandi, doyði mamman av drukk og pápin tók seg av døgum, tá Gram var 13. Árið eftir stakk hann av.

Fosturpápin, ið bar navnið Parsons, var tað, ið vildi hava kistuna heim.

So varð og heimleiðin varð løgd um altjóða flogvøllin í Los Angeles. Her varð kistan goymd til flogfarið fór. Ímeðan eru teir báður Kaufman og Martin farnir til verka. Vinurin og lyftið skulu ikki svíkjast.

Teir drekka seg skít, lána kampingvognin hjá Dale MacElroy, sum í veruleikanum er ein Cadillac líkvognur og klæða seg í svart, sum vóru teir menn, ið skipa fyri jarðarferðum. Í líkhúsinum á flogvøllinum billa teir vaktarmanninum inn, at broytingar eru og líkið sum skjótast skal flytast til annan flogvøll. Hesin eftirlíkar og kistan verður borin í skirvisliga Cadillac bilin, sum uttan nummarspjøldur heldur ta beinu leið út í oyðimørkina.

Teir renna á, men eydnast at rýma undan løgregluni og støðga bert fyri at keypa øl og ein dunk av bensini, ávegis til Joshua Tree National Park. Komnir fram, steðga teir undir klettinum Kap Rock. Her opna teir kistuna, stoyta bensin á líkið og skotra ein tóman øldunk, sum er fyltur við illgresi, niður í kropnu hondina. So festa teir í.

Í staðin fyri at verða grivin heima í New Orleans, verður Gram Parsons brendur í oyðimørkini í Joshua Tree og síðani spjaddur fyri allar vindar.

Bløðini eru á tremur við søgum um líkbrennu Grams og heidnu hundarnar í oyðimørkini. Nakrar dagar seinni verða teir báðir Phil Kaufman og Michael Martin handtiknir. Teir verða funnir sekir í at hava stolið og brent kistuna og verða dømdir at rinda 700 $. Eftir galdandi lóg verður líkrán ikki revsað.

"His exit was perfect," segði Elvis Costello, sum eins og Uncle Tupelo, Carla Olson og Steve Wynn, hevur sungið sangir Parsons.

Hóast staðurin við Kap Rock í Joshua Tree oyðimørkini er fremsti minnisstaður Gram Parsons, er hann alment jarðaður við New Orleans í Louisiana. Ella í hvussu er tað, ið ikki fór upp í royk hin dagin fyri 30 árum síðani. Á grøvini stendur "God's own singer".

FAKTA um My Man Gram Parsons:



1946: Føddur 5. november í Winterhaven, Florida, nevndur Ingram Cecil Connor III, kallaður Gram
1955: Elvis syngur í skúlanum og Gram lærir at spæla á klaver.
1960: Syngur saman við Jim Stafford og Ken Lavoie (Lobo)
1961: Rýmur, mótmælissangari í Greenwich Village, pápin sjálvmorð, ættleiddur og fær navnið Parsons.
1965: Gudfrøði á Harvard, mamman doyr, stovnar International Submarine Band, fyrsta single plátan.
1968: LP "Safe At Home", í The Byrds "Sweetheart Of The Rodeo", fer úr bólkinum, ávegis til Suðurafrika.
1969: Flying Burrito Brothers, LP "The Gilded Palace Of Sin". Møtir Gretchen Burrell, giftast 1972.
1970: LP "Burrito Deluxe" við "God's own singer". Í Fraklandi við Keith Richards, "Wild Horses" og "Dead Flowers" stava frá samstarvi teirra.
1972: Los Angeles við Emmylou Harris og Elvis-tónleikarum, "G.P.", sum kemur út árið eftir.
1973: Fallen Angels, seinna LP liðug, men ikki útgivin, tá Parsons doyr 19. september 1973. Plátan "Grievous Angel" kemur út fýra mánaðir seinni, í január 1974.

Birgir Kruse, Vikuskiftið, Sosialurin 19. september 2003