Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2004

Tala millum veggja

Samkoma í Norðurlandahúsinum 28. januar 2004: Gott kvøld øll somul og serliga Helga, takk fyri vertskapin og innbjóðingina til hetta hugnaliga borðhald. Og av givnum ávum, sum tit øll vita um, so fari eg samstundis at takka fyri tey farnu árini og tær upplivingar, sum eg - og vit í felag - hava havt her í húsinum, alt síðani Listastevna, kajakk og ísbjørn komu her á matrikkulin. Eg skal ikki draga nakað frá, alt hevur verið spennandi. Tá ein í 15 ár hevur sitið í skúlanum, sum er eitt fast skipað og rættuliga afturlatið samfelag, har tað ringir inn og ringir út og tú beint fram kanst liva eftir konstant at verða “saved by the bell”, og so kemur út í pulserandi erhvervslívið, so er mangt forvitnisligt, onkuntíð ovæntað – bæði negativt og positivt – at uppliva. Meðan skúlin og tímatalvan, sum har er, dagliga er tryggjaður við faki, flokki, lærara, stuðulslærara, garðvakt, høli og klokkutíð, so eru hesi viðurskifti, hesir karmar, ikki galdandi í arbeiðslívinum annars. Meðan tú hevur bæði ...