Mynd: Martin Sirkovsky Dimmalætting februar 2006: FILMUR OG ÁVIRKAN Almenna meiningin er, at filmur ávirkar okkum, so vit mugu hava vernd og verju, dag og dagliga. Eins og í ferðsluni eru fleiri, ið vilja fremja eina filmiska null-hugsjón, so einki blóðdryppandi, harðrent, siðspillandi, ella bara annarleiðis, kann vísast á okkara leið. - Men rakar filmur okkum so meint og djúpt, sum almenna meiningin vil vera við? Vit lata stórbrúkarar siga teirra meining um ein bannaðan film, eins og vit taka pulsin á teim filmum, sum standa í fremstu røð at fáa gull á Oscarveitsluni sunnudagin Oscar Night Birgir Kruse Sunnudagin verða árligu Oscarvirðislønirnar handaðar. Fremstur við átta tilnevningum er filmurin ”Brokeback Mountain”, um samkyndar kúrekar og honum á baki er ”Capote”, um samkynda rithøvundan við sama navnið og ”Transamerica” er um ein transvestitt á ferð tvørtur um America. Festa filmarnir ikki í moralsku krúttunnuna, so fer ”Paradise Now” at gera tað. Hann krevur frígering av Pales...