Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2007

Gakk ikki við tí, ið einki ger!

Føðingardagsheilsan í "Tres bien" Kristian Blak 60 ár (Tutl 2007): Við nývunnum koyrikorti og realprógvi av Oyrarbakka fór eg til Havnar í skrivstovulæru. Lærumeistari í Málingahandlinum úti við Landavegin var Áki, sum eisini hevði áhuga í tónleiki og tøkni. Á skrivstovuni hevði hann bundið ein Philips kasettuspælara til samtaluanleggið. Millum kasettubondini, ið kundu koyrast í eina slisku og renna runt, sum vóru vit á útróðuri, vóru The Shadows. Skjótt samdust vit báðir um, at hetta var tónleikur til fólkið. Hetta heita summarið í 1975 kendu øll í Málingahandlinum snøggu riffini hjá Hank B. Marvin. Hoydalar í stereo At venda pappírsrúgvum og skriva “bókað” annanhvønn dag gjørdist ov turrisligt. Ringdi niðan í Hoydalar og spurdi, um pláss var. Jú, har var pláss. Og mín sann um ikki Elin og Ásmundur vóru so beinasom at finna mær – og steroanlegginum – rúm á kostdeildini. Tá eg flutti úr tronga kamarinum hjá Gustavi á Sundi og niðan í høgu hallirnar í Hoydølum, var eg millum ...