Skúmandi mushmallow hundalorturin við bátabrúgvarnar á Skálatrøð var rustreyður og ringur at fáa av aftur skógnum (Mynd: Birgir Kruse)
Í góðveðrinum í dag skein sólin við skørpum. Sjálvt nasjonalromantikkurin fór at blóma frítt av himni. Í útvarpinum vilja bæði Høgni og Høgni kanna sær nýggja danska forsætisráðharran. Og meðan tað soleiðis grør í hvørjari sprekku, borgarligheitin ger seg klára til konfirmasjón og ungir havnamenn liggja avdottnir á bønum við Glitnir, finni eg hópin av myndum við bátagrúgvarnar á Skálatrøð. Men gakk, so hendir tað. Bráddliga traðki eg í ein skúmandi hundalort, mest sum ein mushmallow, bara rustreyður á liti. Eg mundi spýð. Tað vellir upp í svølgið, út í oyruni og setir í eyguni. Helvitis hundaeigarar. Fyrst at føða mansins besta vin við áti, ið gevur hesa avføring, og so at lata hetta fýrbeinta sleppa øllum, ið er innaborða beint á alfaraveg. Tvívorið tykkum, helvitis hundaeigarar. Lukkutíð er enn ein grønur teigur undir Gamla Danmark at skeina sær trantin. Á heimrustini kring Tórsbyrgi er sama skil. Í hvørjum bøkki er hundalortur. Tá tey sláa, er ikki útfarandi fyri lágtflúgvandi hundalortum. Feski avskorni deymurin av hundalorti breiðir seg yvir bøin og minnir okkum á, hví summir býir hava sett fullkomið hundabann. Reykjavík sigst verða ein teirra. Navnframi Harvey Milk arbeiddi eisini við at avmarka hundalortarnar í Castro býlinginum í San Fransisco. Honum dámdi ikki luktin av lorti. Tað dámar mær heldur ikki.