Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2010

Filmsprát við árslok

Ewan McGregor í The Ghost Writer Hvør var besti filmur í 2010? Tann spurning sendi Eyðun á Sosialinum herfyri. “At síggja film í almenna rúminum er blivið so avmarkað” var mítt fyrsta svar, tí Havnar Bio, sum er einasti biografurin, vísir ikki teir filmar, eg oftast síggi. Teir eru á útlendskum sjónvarps- og filmsrásum, ella heima á DVDfilmi, keyptur frá Amazon. Filmsýningar eru sum fótbóltur. Tað er ein almenn samkoma, har vit av fríum huga loysa bilett og møtast á jøvnum føti at kjakast, og afturvendandi staðfesta, at eingin dystur er betri enn hin seinasti. Í dag er almenna føroyska filmsrúmið eksproprierað. Hvør einstakur má leita upp og finna sína filmsuppliving. Millum teir filmar, eg havi sæð til almenna føroyska sýning, eru tríggir, sum eru verdir at nevna. Tveir við Leonardo di Caprio Inception og Shutter Island , og ársins Polanskifilmur The Ghost Writer . Eg velji hendan seinasta. Orsøkin er at hetta er ein klassisk og elegant nøtrisøga, ið snýr seg um at skriva fyri o...

Filmar, ið skapa karmar

Gorfas, smáar íbúðir úr sólturkaðum múrsteini, í Ksar Haddada í Tataouine hjá berbum har suðri í Tunis. Her var George Lucas á sumri 1997 og gjørdi upptøkur til ’Star Wars The Phantom Menace’. Tað er tó ikki hann, ið stendur í stiganum. Ein ungur íverksetari eigur stigan og hevur installerað seg her við sølubúð. Á opna plássinum ætlar hann at hava diskotek (Myndir: Unn og Birgir Kruse) Jólini eru filmsdagar. Allar sjónvarpsrásir senda góðar, gamlar filmar, ið seta tankarnar í gongd. Fyrsti spenningsfilmur í jóladøgunum var The Guns of Navarone frá 1961. Eg sá filmin í Havnar Bio, men tá hevur filmsspenningurin verið minst sjey ára gamal. Tað hevði verið óhugsandi í dag, at fari í biograf at síggja so gamlan spenning. Og so er tað høvundurin, Alistar MacLean. Kanska hin mest lisni fyri fjørti og fleiri árum síðani. Minnist, eg læs Bjørneøen , meðan eg seldi bensin í Auto á sumri 1973. Síðani havi eg ikki hoyrt um MacLean. So var tað Topkapi frá 1964. Eisini hesa perlu havi eg ...

Gleðilig jól!

Egin spor í kavanum á Húsareyni, útsýni av ringvegnum omanfyri Boðanes móti Eystnesi, Hoydalar og Hoyvíkskirkja og niðast brúgvin um Hoydalsá (Myndir: Birgir Kruse) Góðu tit øll í tykisheimi! Við nøkrum myndum tiknar í dag, ynski eg tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, við tøkk fyri upplivingar og samskifti annars í skjótt farna ári. Kære jer alle i cyberspace! Med nogle billeder fra i dag, ønsker jeg jer alle en glædelig jul og et godt nytår, med tak for udveksling af oplevelser og meninger i det snart hedengange år. To all of you in cyberspace! With some pictures from my place this morning, I wish you a Merry Christmas and a Happy New Year, being thankful and thoughtful for the sharing, and making the world a more open and connected place - in the universe, as we know it. Enjoy!

Skuggar millum skúrar

Myndir úr Havn í dag. Vestara bryggja, við bátinum Tinganesi til vinstru og samnevndu skrivstovunum til høgru. Síðani sæst Viðarnes og oljutangarnir hjá Effo, økið úti undir Bakka og Tinganes mitt fyri, Havnin í setandi sól, sædd av Hamrinum á Argjum, og at enda seinastu middagssólstrálur yvir Tórsbyrgi og Lágargarð (Myndir: Birgir Kruse) Hóast farið er um stytsta dag, ið rakti bæði sólstøður og mánamyrking, er fyrrapartsskuggin langur millum egningarskúrarnar á Ískajuni á Vestaru bryggju í Havn. Men vit hava tikið fyrsta stig móti ljósari tíðum. Sálmar og sangir um sólir, ið firnast og skuggar, ið leingjast, verða ekkó úr farnum døgum. Tað er sum hjá pílagríminum, ið Magna Carta syngja um á mínari fjøruti ára gomlu LP-plátu, ið ber plátumerkið Vertigo, sum tá tað melur, gongur í seg sjálvt. Plátugrímurin vendir árinum bakið, horvar á ljósaru síðuna, sum hóast nýggj, er gomul, eins og plátan, ið melur í somu foyru. Hvat er tað ikki gott at spæla eina gamla p...

At tendra ljós í myrkri

Bjarni Prior, lærari á Tekniska Skúla í Havn, greiðir frá um verkætlanina í Rumenia. Á niðaru myndin síggjast næmingar og lærarar til arbeiðis í Rumenia: aftast til vinstru: Gunnar, Anton, Tummas Marni, Tummas Albert, Torvald, Hans Óli, Tommy, Rói, Heri, Bjarni og Benny. Í fremru røð eru Høgni, Martin, Rói og Allan Upplýsing er lyklaorðið á heimsins skúlum, bæði í Føroyum og Rumenia. Vit eru í ársins myrkastu tíð, men skjótt verður stytsti dagur og so er aftur ljósari. Myrkastu tilveru í Evropa hevur rómafólkið í Eysturevropa. Flestu teirra búgva í Rumenia. Tíggju næmingar av Tekniska skúla í Havn brúktu tíggju dagar í mars at smíða og leggja vatn inn hjá vesælum rómahúskjum í bygdini Spantau við Donauánna, dygst við Bulgarska markið, har suðri í Rumenia. Birgir Kruse, Dimmalætting 21. desember 2010 Lærlingar á fimta stigi á maskindeildini skuldu røkka teirra fakligu krøvum á ein annarleiðis hátt. Tað hevði lærarin Bjarni Prior sett sær fyri, tá lærlingarnir og tríggir lærara...

Loftfim vøra í fólksins tænastu

Greinahøvundurin á brandskeiði við Oyggjarvegin í Havn, har uppgávan var at sløkkja eitt brennandi sjónvarp (Myndir: Gundur Mortensen) Starvsblaðið desember 2010: Eftir ársskiftið fer Føroya fyrsti public service-sáttmáli at virka. Sáttmálin skal leggja lunnar undir eitt Kringvarp, sum virkar í fólksins tænastu, er fíggjað við almennum pengum og óheft av handilsligum áhugamálum Birgir Kruse birk@email.fo Sagt verður ofta í spølni, at einki er sum kríggj og porno. Umframt at tey seta nýggj og óvæntað krøv, fáa tey nýggjan pening at rulla og elva púra óforvarandi til úrslit, eingin visti um. Marknaðarkreftir, kalla tey slíkt. Ótamdar marknaðarkreftir. Millum tey mongu jaligu úrslitini í kjalarvørrinum av hesum báðum óunnuligu tættum, kríggi og porno, kunnu nevnast transistorurin, sum trokaði gomlu rørini av marknaðinum, kvinnurnar, sum fóru út at arbeiða í kúlu- og bumbuídnaðinum og elvdu til at ungdómurin bleiv heimleysur og fann seg sjálvan aftur í nýggjum miðlum, og at sat...

Stuttfilmskvøld

Klassiska skuggamyndin, sum í amerikanska filminum Casablanca og donsku sjónvarpssendingini Bogart, bjóðaði til føroyskt filmskvøld í Norðurlandahúsinum í kvøld, har eg hevði loyst billett til stólin L21 (Myndir: Birgir Kruse) Í kvøld var føroyskt stuttfilmskvøld í Norðurlandahúsinum. Sýndir vóru sjey nýggir stuttfilmar í hesi røð: Magma, Stev, Sigarett, Toilettet, Køkkenet, Mens bladene falder og Passasjeren . Hóast øll upphavsfólkini, Marianna Mørkøre, Rannva Káradóttir, Andrias Høgenni, Heiðrikur á Heygum, Katrin Ottarsdóttir og Sakaris Stórá, eru føroysk, vóru bara tveir av filmunum, ið høvdu føroyska talu. Mest avbjóðandi filmurin, bæði tá umræður estetikk og søgu, var hin fyrsti, Magma . Í óvanliga stuttorðaðu skránni hjá Norðurlandahúsinum ber filmurin undirheitið Eksperimenterandi stuttfilmur . Filmurin er greitt surrealistiskur og leiðir tankarnar aftur til Luis Buñuel og Salvador Dali, tá teir í 1929 gjørdu stuttfilmin Andalusiski Hundurin . Filmurin hevur ikki vanli...

Listin 2010

Kinna Poulsen við nýggju bókini Listin 2010. Inger Smærup avmynda á Heystframsýningini fyrr í ár. Carl Jóhan Jensen við ørkum úr Skjaldraveldinum. Bárður Jákupsson, Sakaris Stóra og Kinna Poulsen. Bárður hugsunarsamur við Listabókini (Myndir: Birgir Kruse) Eitt gosfjall av upplivingum. Soleiðis plagdu tey at selja ferðir til íslendska høvuðsstaðin. Í dag hóskaðu orðin til Havnina. Hvørt hús í miðbýnum er opið, mangt er at síggja og meir at keypa. Rabarbuglas í Bajanstovu, Brylcreme hjá Katrinu og ullavørur hjá Andriasi í Vágsbotni, har italska gólvið enn er líka spennandi at traðka á. Úti á Skálatrøð, í hølunum hjá Steinprenti, løgdu John Dalsgarð, Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen fram bókina Listin 2010. Bókin byggir á tekstir, sum hava verið á blogginum Listin  í ár. Eg havi áður sagt mína meining um blogg og prent, til dømis í tekstinum Kann mann blogga uttan blogg 2. juli í ár. Tí hevði eg mínar betonkiligheitir við hesari bók, sum endurp...

Patriarkurin

Hanus G. Johansen er patriarkurin í føroyskum tónleiki á plátu. Niðast er perman á nýggju fløguni "Hørpuspælarin", ið var karmur um konsertina í Norðurlandahúsinum í kvøld Á blogginum um dagarnar nevndi eg Martin Joensen plátumeistaran . Skal eitt einstakt heiti heftast á Hanus G. Johansen, so er tað patriarkurin . Hanus er ein patriarkur, ikki bara í útsjónd og pallstíli, men eisini tá hann tónsetur Pól F., og speglar hansara skaldskap, ið streymar til okkara - hástemtur, og í glógvandi løtum nøtrandi djevulskur, afturvið vælskipaðum smátónum, onkuntíð sum Cohen, onkuntíð sum Pink Floyd, onkuntíð sum ein hamrandi Leon Russel og at enda við eini gittarsymfoni, sum var tað Grieg uppá speed. Men mest sum Hanus, patriarkurin, ið syngur Pól F. Sangskráin var úr nýggju fløguni, Hørpuspælarin , ið kom út 18. november, sum er føðingardagur hjá Pól F. Mikael Blak hevur framleitt og Jónas Bloch Danielsen tikið upp og ljóðblandað. Tað var ein fragd at hoyra fylgispælið, sum lu...

Gev mær eina uppliving!

Næmingar av fýra deildum á Tekniska skúla í Havn bygdu og reistu jólabýin heysthálvuna í 2008. Síðani síggjast seks av teim átjan næmingunum av Træ- og El-deildini á Tekniska skúla í Havn, sum bygdu sláturhúsið í Dímun, aftast frá vinstru: Gudmund Nordbúð, Jógvan Rói Davidsen, Bárður Johannesen og Andrias Jacobsen, lærari. Fremst frá vinstru: Hjalti Olsen, Helga Guttesen og Tróndur Fríði Tróndarson Magni á Lakjuni, økisleiðiari, við talvuna á skrivstovuni á Tekniska skúla, har verkætlanir verða samskipaðar. Jógvan Rói Davidsen var SIT-næmingur á Tekniska skúla í Havn, tá tey bygdu jólabýin og sláturhúsið í Dímun. Nú er hann í læru sum timburmaður hjá Húsavarðatænastuni í Havn. (Myndir: Páll Árni A. Berg) Á verkstaðnum arbeiða næmingarnir uppá ein bil. “Rætt mær skiftilykilin,” sigur eini næmingurin við hin. “Her,” er svarið. “Og oljuna,” sigur ein annar. “Rætt mær so eina uppliving,” sigur triði næmingurin, sum stendur undur bilinum og starir eftir oljustráluni, ið rennur burt...

Fýra ferðir fýra

Undir heitinum Fýra ferðir fýra møttust vit gomlu skúlafelagar, Martin, Hans, Jóhan Petur og eg, úti hjá Hansi á Norðasta horni. Tað gera vit aldri uttan skrá. Fýrakantaða heitið skuldi takast bókstaviliga. Alt skal ganga upp í fýra og hava ein kant, bæði borðtalur og spurnarkapping. Fyri ikki um at tala kantutu flatarnir hjá Fridu Zachariasen. Men avfall á vetri er ikki gott fyri blits og myndatól. Tað er sjón fyri søgn, sum sæst ovast. Myndin er tikin uttanfyri Bowlinghøllina á Hálsi, sum er einsti rundleitti partur á skránni, kúlurnar altso. Ikki nýgivnu kærleikskúlurnar, men tær marglittu bowlingkúlurnar, hjá hugfarsligu fyrimyndini - Lebowski. Meðan hann kavaði av møkum, borðreiddi Hans við turrum fiski, nýkókaðum eplum og spiki frá Jóhan Peturi. Um kvøldið, eftir bowling, gongutúr og ølsmakking, gjørdi Hans døgurða, ið smakkaði so væl, at bara forrætturin bleiv avmyndaður. Avtalaðu borðrøðurnar høvdu so hvassan kant, at ilt var at lata vera við at ...