Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2011

Er framtíðin BAD?

So er løgtingsvalið av og úrslitið greitt. Nakrir formenn eru rímiligvís bjartir og lættir í huga, meðan aðrir sleikja sár og royna sum frægast at burturforklára støðuna, akkurát sum liðskiparin, tá dysturin er taptur: “Bæði dómarin og veðrið var ímóti okkum!” Matthew Workman úr Oregon fylgdi við alt valkvøldið, og spurdi so hvørt hann ikki skilti mun á Vágum og Vági og hvussu stórir flokkarnir eru og hvussu nógvar atkvøður ein skal hava fyri at sleppa inn. Og henda leygardag seinrapart í Oregon vildi ein lurtari hava at vita, um tað var í niðurgangstíðum at Sambandið er serliga sterkt. Nei, ikki er tað lætt at forklára føroyskt fólkaræði fyri einum amerikanara. Nú bíða øll eftir hvør samgongan verður og í hvønn mun hon endurspeglar valið. Eitt sannlíkt boð er at føroyska framtíðin verður borgarlig og BAD, so sum Michael Jackson sang um í 1987. Reyða veggjaáskriftin omanfyri er lánt av hansara plátuhúsa. Men ilt er at gita og spáa, serliga um framtíðina. Og tá hava vit slettis ik...

Málmmøði

"Hesi koma á ting", sigur Sosialurin. Men er tað nú vist? Eru nóg nógv spurd og er kanningin eftirfarandi? Hava spyrjararnir blandað nøvnini Stenberg og Steinberg? Nei, eg veit ikki. Mangur leikur er í longum talvi og ivin er stórur. Men eg eigi eitt valkort. Høgni Djurhuus eigur eisini eitt, men hevur ongantíð brúkt tað. Seinast vóru tey 10,7%, ella 3723 vaksin fólk, sum ikki brúktu valrættin, sigur hann í eini góðari klummu í sama blaði. Veit, at Høgni rammar óbrúktu valkortini inn og setur tey á veggin í gongini. Tað havi eg ongantíð gjørt. Fyri ein nýggjan flokk, ið roynir at koma upp um sperrumarkið, má hetta vera bæði hugstoytt og hugvekjandi. Tí hvat er ein atkvøða? Hvønn mun ger hon? Og hinvegin: hvat er ein flokkur? Hvønn mun ger hann, flokkurin? Hann melur av ymsum ættum í dag. Flokkurin, sum eg í fleiri førum havi valt, hevur verið uttan ávirkan í so langa tíð, at bæði flokkur og veljari eru rakt av metalmøði, metallúgvan - málmmøði. Men eg má taka meg sa...

Sólin skínur á løgmann

Hóast lítið sæst til løgmann og Sambandsflokkin í skeltiskóginum í Havn, so skínur sólin á bæði hann og flokkin. Havi undrast yvir ósamsvarið millum sjónligheit á gøtunum og undirtøku á fundum og veljarakanningum, síðst millum ung á Kambsdali. Man tað vera tí, at Sambandsflokkurin dugir betri enn nakar annar flokkur at brúka talgildu miðlarnar, bannarar á portalunum og ikki minst Facebook? Havi ein varhuga av, at so er. Aðrir flokkar brúka Facebook sum spamm, nakrar dagar fyri valið, meðan Sambandsflokkurin og kanska onkur annar flokkur eisini, javnt og samt brúka henda sosiala miðil við fynd og hegni alt árið í kring. Stóra myndaevnið, ja eitt rættuligt scoop, á Hálsi í morgun var Jørgen Niclasen í fullum útskornum figuri. Sum formaður peikar hann sjálvsagt á stavin A. Men hinumegin rundkoyringina stendur Annika Olsen og fólksins pennur hevur skrivað á hana: Hot :-) Og við teirra lið er eisini floksfelagin Jacob Vestergaard. Hann hevur brúkt teknaran Óla P at bera fram ei...

Grør um gangandi fót

Í Havn grør um gangandi fót, nú valdagurin nærkast. Skeltiskógurin grør sum aldri áður. Tey, sum leggja strategi og seta upp skelti, hyggja fyrst at ferðsluni og síðani í pengapungin. Vegirnir eru meginnervalagið í okkara samfelag. Tað sæst skilliga á politisku talvunum, myndum og dreglunum. Tey verða øll sett fram við høvuðsvegunum. Sum sæst á myndini niðanfyri, hevur Bjørt Samuelsen eisini funnið fram til ein snildan hátt av product placemement , við at gera bjarta navnið til endurskin, eisini í bakrútinum á bilum, sum venda móti vegnum. Smáu flokkarnir eru ikki so sjónligir fram vegunum. Men uppi við Hoyvíkstjørn er ein stuttlig dupultmynd av Kára á Rógvu og Arnfríð Hentze úr Sjálvstýrisflokkinum. Men hon er lítil, samansetta myndin, ið nemur við tað skemtiliga. Úti á Argjum, hinumegin Sandá, er ein stór og góð mynd av Kára sett á ein húsavegg. Tjóðveldi boðar í stevnuskránni frá um ferð. Tí er tað upplagt at seta navnið á Bussleiðina, sum alla tíðina koyrir í Havnargøtum og...

Hvønn stakkin skal eg fara í?

Nú bert fáir yrkadagar eru eftir til valið, verður tosað við stórum stavum og ikki smærri myndum. Í morgun er tað Annika Olsen, valevni hjá Fólkaflokkinum, ið er mest sjónliga myndin í almenna rúminum í Havn. Størst er hon á vegginum í Lagahúsunum, við Quillingsgarð. Strategiskt væl fyri, tí her er ein natúrligur trongi hjá bilum sum onga aðrastaðni í Havn. Mongu stóru uppsløgini hjá Anniku, sumstaðni mest sum segl, eru sett kring allan býin. Her er munur á fíggjarætlanini hjá Tróndi Djurhuus í Framsókn, sum hevur sett nakrar smærri sjálvsmyndir í gamla sýningargluggan hjá Katrinu Christiansen á Áarvegnum, yvirav Lagahúsunum. Myndir elva til mótmyndir, har tær verða settar. Longur uppi í býnum, undir Pisuvarða, hevur ein húsaeigari gjørt greitt, hvønn politiskan lit hann og hús hansara fara at velja. Listi E fyllir alt hornið í matchandi húsalitum. Ímeðan dettur dagur av degi, gráur í grátt, til brátt lýsir í eystri - leygardagin. Út á kvøldið munnu tey flestu ...

Ringur teirra lærdu

Við Eystara Ringveg í Hoydølum eru nógv skelti í hesum døgum. Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi er hin sjónligasta við einum trídimensjonellum E, tapetserað við sjálvsmyndum og grøna flokslitinum. Við síðuna av hevur flokssysturin Anitta á Fríðriksmørk reist eitt kapell og við Ringvegin longur uppi, kappast hinar báðar, Kristina og Marin Katrina, úr sama flokki, um tokkan hjá teimum, ið skunda framvið í ljósi og myrkri í hesum parti av almenna rúminum. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin síggjast eisini, men Tjóðveldi fyllir so nógv mest á hesi leið. Men á hesum leiðum er tað ikki uttan treytir at lýsa og seta til sølu. Á trøðni undir húsunum hjá Torbirni Sørensen verður undir bláa Sambandsskeltinum sagt svart uppá hvítt: ‘Tað er ikki loyvt at seta upp plakatir og tílíkt á lendi ella girðing uttan avtalu við Sendistovuna.’ Við Hvítanesvegin, har Skógrøkt Landsins heldur til, verður sagt  at her er ikki loyvt at lýsa akfør til sølu. Men á báðum støðum verða tvíbeint...

Kvøld í Havn

Ljósini eru tendraði í Gundadali og úti á vágni liggur eitt risastórt jólatræ, eitt gasstangaskip frá Maersk við føroyskum yvirmonnum. Ein vika er til valið og gassið er um at fáa fastatøkur á fólki, ið vilja á ting. Var í miðbýnum og keypti pitsa frá Mouldi og varnaðist valplakatir í myrkri. Á húsinum hjá Toru Tourist, har Nielsen barberurin var fyrr og síðan kioskin Bros, er eitt størt segl frá Framsókn. Tekur seg væl út, sum alt annað hjá tí flokkinum. Í hvussu er tað, sum er á prenti. Hinumegin Steinatún er reyða Náttaravnskioskin tagla til við plakatum, skrøddum og heilum, um diskotek og møti og nú eisini um politikk. Trý úr Tjóðveldi, Marin Katrina Frýdal, Margreta Nónklett og Ingi Sørensen, hava sett seg á veggin, ið útflíggjar brennandi kjerligheit. Øll hesi uppsløg tala teirra egna skrædda grafitti mál, sum í neonnáttini angar so deiliga av forfalli. Og so uppdagaði eg sanna endamálið við hvíta plássinum á húsavegginum við vegkrossin Jóanesa...

Archie teknar Hanus

Fríggjadagin var fernisering í Galerie Focus hjá Amariel Norðoy í Lambagerði 1 í Havn, har Archie Black (f.1956) úr Klaksvík sýnir fram eina røð av pastellmyndum á akvarellpappíri, ið allar hava Hanus G. Johansen sum myndaevni. “Hanus” er einfalda heitið á framsýningini. Høvuðspersónurin, ella myndaevnið, sang og spældi gittar undir ferniseringini í kjallarinum hjá Amariel. Archibald Black, til vinstru, er bygningssnikkari, tónleikari, sjálvlærdur listamálari og ikki minst bóndi. Síðani 1994 hevur hann undirvíst í málningalist í Kvøldskúlanum í Klaksvík. “Tá Hanus spurdi meg um eg kundi sniðgeva fløguhúsan til Hørpuspælaran, fekk eg hugskotið um at gera eina framsýning, har myndaevnið er Hanus. Og Hanus hevur jú eina heilt serliga útstráling, ja, eg vil siga karisma,” sigur Archie í samrøðu við Gunnar Nolsøe, sum eisini var til fernisering. Framsýningin “Hanus” er opin til 2. november 2011, týsdag til fríggjadag kl 15:00 til 18:00, leygardag kl 16:00 til 18:00. Og kans...

Organiski einarin

Meðan onnur ganga morguntúr við hundinum, gangi eg við fartelefonini, iPhonini, við innbygdum myndatóli. Ikki so gott sum speglrefleks, men hon er fløt og passar í lumman. Eftir at flestu politisku flokkar hava funnið teirra støð og sett endaleysar myndarøðar á stakkitt og pelar, varnaðist eg í morgun nakrar organiskar einarar. Tað vil siga valevni, sum hava funnið sær ein serligan gimmick, ella eitt serligt stað, sum onkursvegna myndar og krøkir í tey sjálvi, so fólk í almenna rúminum leggja merki til valplakatina á ein positivan hátt. Fyrsta í morgun var Bjørt Samuelsen, sum hevur brúkt ein livandi heitan træstubba at festa uppslagið á ein keðiliga óorganiskan elsteyra á Vaglinum. Tað gevur eitt spennandi spæl, sum ein leggur merki til. Sama ger Øssur Winthereig á Boðanesi. Hóast einsamallur, eins og Bjørt, er hann trygt og fast plantaður við organiskum træi niður í svørðin. Og so Hákun Steingrímsson, sum hevur verið so vágin at seta seg sjálvan við inngongdina...

Fólkið er á havnarlagnum

Fólkaflokkurin savnast á havnarlagnum. Í hvussu er í Havn í morgun. Her eru øll valevni floksins sett upp á strípu eftir rekkverkinum um havnarlagið, framman fyri Farstøðini. Tað er altíð ásjónligt og snøgt, tá sjálvsagda visuella rípan, sum repeterandi mongdin at einføldum myndum gevur, trýnur fram í almenna rúminum. Effektivt í propaganda arbeiði. Men er boðaskapurin at Fólkaflokkurin er vorðin ein verkamannaflokkur og fremsta val lossingamanna? Politisku boðini og staðið, har uppsløgini verða sett, kunnu onkutíð skurra, tí eg ivist í kontekstinum, sum lærararnir siga. Men kanska er eingin kontekstur í føroyskum politikki. Longur upp í gøtuni er ein einsamøll valmynd av John Johannesen í einum frisørglugga. Eg eri ikki sannførdur um at tað rigar so væl, burtursæð frá hársniðinum. Longur úti í býnum, við brúnaskúla í Fríðrik Petersens gøtu er aftur ein røð av Fólkafloksmyndum. So tey eru eisini lærarar, ikki bara lossingarmenn. Tað er at byggja brúgvar, tá ein fer upp í poli...