Í ljómandi góðveðrinum á Hvítusunnu gekk eg runt um standmyndina, sum Hans Pauli Olsen (f.1957) gjørdi av sálmaskaldinum Mikkjali á Ryggi (1879-1956) í Miðvági. Standmyndin stendur uttan fyri barnaheimið hjá Mikkjali, í Beitinum kallað. Eftir at hava verið í gerð í tvey ár, varð hon avdúkað eftir guðstænastu í Miðvágs kirkju, hinumegin vegin, á Vestanstevnu í fjør. Standmyndin hjá Hans Paula myndar tvær opnar bøkur av gróti, við eini bronsumynd av Mikkjali á Ryggi í natúrligari stødd, vigandi á endanum, yvir móti kirkjuni, har bróður Hans Paula, Torbjørn Olsen, hevur málað altartalvuna og modellið er enn ein bróður, Marius Olsen, sum hin krossfesti Jesus (2000). Á standmyndina eru tekstir hjá Mikkjali prentaðir, summir við hansara hondskrift. Aftan fyri eru fuglamyndir úr Fuglabókini (1951). Hóast bygdavegurin klývur rúmligu upplivingina, er hetta ein hugfarslig standmynd at ganga rundan um á Hvít...