Skip to main content

Koltur í sól




Úti í Koltri er mangt at síggja og ikki minni at fjala, tá ein skal fotografera, ella fáa sær ein guv í durinum, meðan hini parlamentera undir vegginum. Á Gomlurætt setir Pól út í kortið, meðan Silja Star leggur at og Palli Lamhauge kastar endan í land, og sonurin, Jákup Andrias, er í stýrhúsinum.


































@Veðrið ar av tí fagrast henda summarmorgun í mai og fólk hugna sær í svalliga lotinum uppi á dekkinum, meðan vit strúka gjøgnum Hestfjørð og tosa um livilíkindi á bygd, eitt nú í Hesti, har 20 fólk búgva.

















Nú dagar Koltur undan, Trøllkonufingur undir Vágalandinum eisini, og vit renna okkum í Kolturssund, har Magnus svam í tí syndarliga sjónleiknum og ikki mynni syrgiliga sangin um unga fríggjaran. Men okkara Magnus er alt annað enn deyður, her hann stendur so fattur í vandasjógvi millum Hestboða og Kolturstanga, ella Skylla og Karybdis, fyri at sitera Homeros, tá hann lýsti grikkar á fjarum leiðum í italska Messinasundinum.


















So eru aftur stundir hjá Palla úr Vestmanna at kasta endan í land. Tey, ið taka ímóti endanum í Koltri, eru Lykka og Bjørn Patursson, sum eru her úti og skulu greiða frá og vísa okkum runt. Vit ganga niðan frá og okkurt litfagurt eygað er at síggja í fjøruni.

















Í túninum á bóndahúsunum hyggja vit í kortið, meðan Bjørn greiðir frá um búseting, stuðul frá A.P. Møller og um nýggju UNESCO ætlanina at gera Koltur til tjóðargarð.

















Eitt sjáldsama eksotiskt fyribrigdi í Koltri er hvíti sandurin við útsýni inn móti Streymoyarlandinum.

















Ein gróðrarríkur hvanngarður er í gamla endurreista býlinginum suðri í Húsi. Vindmátarin ber boð um, at her lendir tyrlan hvørja løtu. Og so er. Ein av snikkarunum skal senda eina gamla profilhurð inn til Havnar at umvæla.

















Her verður arbeitt dúgliga í summarhitanum. Hans Wilhelm Lutzen, snikkari, sigur okkum frá um útgrevstur, har steinar frá eldstaði eru funnir tveir metrar undir jørð. Steinarnir bera boð um at búsetingin í Koltri kanska er eins gomul og heima á Sandi.


















Fólk lurta tolin og njóta summarloftið meðan Bjørn fortelur íðin og hugagóður.


































Inni í húsunum er mangt forvitnsiligt at síggja, gamlar sálma- og lestrarbøkur, Familie Journalen og eitt Dagblað frá flaggdegnum 1950. Og mín sann, eisini eitt Tandberg Sølvsuper 10 radio undir einum talmerktum bretti.

























So ganga vit suður á Kolturstanga, niður á helluna og so langt slepst, um sýnuna og so vestur undir Gíning, har vit skoða stórbara veggin, sum var hann tað bera graffitti, gjørt av fólk, men so er ikki. Hetta er náttúran í øllum sínum veldi. Tær báðar myndirnar av mær tók Gunvá.











































Og so ganga vit heimaftur, niðan brekkuna og um hegnið, við fríum útsýni vestur í hav, og framvið smábátahylinum hjá Niklasi í Koltri, sum nú er skolaður burtur, hóast hann er uppi í haganum. Og so er báturin fyri okkum á støðni og eftir er bara at kasta nakrar fliður á hvíta sandinum í Koltri. Eitt paradís í Tórshavnar kommunu, eitt steinkast frá høvuðsstaðnum.