Í dag var dagurin, tá Jóanes Nielsen skuldi lesa og práta á norðurlendska pallinum undir heitinum Färöarna genom två århundraden. Vertur, ella moderator, var svenska Bodil Tingsby, sum væluppløgd legði fyri við setninginum úr skaldsøguni Brahmadellarnir : "Det kom ein soldat frå Hordaland til Tórshavn i 1837. Det fekk fatale følger." Prátið teirra millum var livandi og passionerað. Fólk sótu í øllum stólum, sum vóru settir fram og tey, sum gingu framvið steðgaðu, hugtikin. Væleydnað tiltak, sum vendi sær til áhoyraran. Norski Lars Moa var eisini við á pallinum. Hann hevur týtt Jóanes til nýnorskt, eins og hann hevur týtt nógvan annan føroyskan tekst í sama mál. Lars greiddi frá, hvussu hann hevði lært seg føroyskt og um týðingararbeiðið, ið hann segði verða sum einki, sammett við trupulleikarnar at fáa týðingarnar givnar út í Noregi. Har í landinum eru nógvar forðingar og tvørleikar, innan týdda skaldsøgan kemur í handlarnar og til lesaran. Í Noregi verða tvey...