Nú greitt er, at einvegis tíðinda- og tilfarsfloymurin úr Danmarks Radio og norður til okkara fer at steðga, tí lógin um Uppavsrætt púra óvæntað kom á okkum, er rímiligvís onkur, sum harmast, meðan flestu stórfegnast. Tí kom mær til hugs dagsins orð, boppudólgur, ið sipar til 'dreng, som dier sin mor længere end sædvanligt', sum føroysk-danska orðabókin hjá Sprotanum sigur.
Hetta hugfarsliga og ikki sørt skemtiliga orð, boppudólgur, fann eg í kjallaranum í Miðlahúsinum í dag, har Eirikur Lindenskov lat meg sleppa at blaða í Sosialinum frá 1980'unum, tá eg ummældi føroyskt sjónvarp í leygardagsblaðnum undir yvirskriftini 'Hygg og Hoyr'.
Eftir at hava blaðað í hond eina løtu og kent, hvussu avíspappír og svart hvítt prent var fyrr, kom eg fram á yvirskriftina Boppudólgur í vesturferð tann 7. mars 1987:
Umframt at ummæli tá vóru beint fram og uttan innballað fyrivarni, var eisini ein miðlakritisk siðvenja, har framstandandi persónar søgdu sína meining, til dømis Finnbogi Isaksen, sjónvarpsmaður, um danska ávirkan.
Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur, heldur fram í næsta blaðið og sigur sína hjartans meining um prestiguprojektið hjá Finnboga og journalistunum, sum bara er Dagur og Vika og einki annað. Og sjónvarpið verður ikki meira føroyskt, um teir so senda tíðindi allan dagin, sigur Eyðun.
Henda livandi og miðvísa kjakmentan um føroysku pressuna í pressuni fyri fjórðingsøld síðani, sum Jan Müller fekk í lag, er horvin sum døgg fyri sól. Í dag er eingin fjølmiðlakritikkur.