Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2014

Skapandi hendur í advent

Gundadalur hevur verið ein sjóðandi arkitektoniskur pottur í mong ár. Øðrumegin er ítróttarøki, hinumegin Listaskálin, sum nú vil byggja út, og á nýggja Tempulheygnum millum Meksiko og Konmansmýru ger Bank Nordik klárt hjá einum rúmdarskipi at lenda, sum rullaði tað beint inn úr  Independence Day hjá Roland Emmerich í 1996. Ófokuseraðu hendurnar høgrumegin eru av standmyndini Ítróttur (Hans Pauli Olsen 2005), sum skal markera høvuðsinngongdina til ítróttarøki í Gundadali. Hóast eg rættuliga sjálvdan eri til fyriskipaði tiltøk á hesum kommunala spælistaði, so er í mínum hugaheimi eingin ivi um, at inngongdin er longur niðri, har sum Hoydalsvegur natúrliga førir teg úr Havnini og niðan í dalin, sum nú letur seg upp. Men helst er ymsar meiningar um tað, og ikki minst, hvat er fram- og baksíða í hesum spæliplássi við so nógvum mastrum og veggum. Men ilt er at síggja eina eintýdda ella bara nøkulunda sjónliga farleið av skapandi hondum í hesum parti av Havnini. Tá er mu...

Ekstrablaðið í nýpressaðum buksum

Ein av mest siteraðu miðlum í morgunsendingini í Útvarpinum, Ekstrablaðið , hevur nú funnið útav, hví vit pissa meðan vit skíta. Ja, tað er nokkso týðandi spurningur, nú rokað jólaborð eru fyri framman, og okkurt leskiligt lættliga kann koma tvørt fyri í svølgi, sodningarleið, landrás og endatarmi. Upplýsinartænastan við útberingarstuðuli í almannamiðilinum kann fyri advent borðreiða við einum vitugum svari, sum er vitalt  fyri fólkið. Fólkið, ið skal lesa, uttan at hugsa um skoynisopp. Fólkið, sum í pressuni lesur seg til vitan, so tað verður stuðulin undir vitanarsamfelagnum, tí pressan er fjórða samfelagsmaktin, sum altíð skal hava tamarhald á lóggevandi, útinnandi og dømandi valdinum. Tí skulu øll rista í brókunum, tá pressan er á gøtuni. So í navni upplýsingarnar lata vit hesa fyndaryvirskrift úr fólksins mektigasta blað á okkara leiðum standa enn eina løtu:

Jólatræ á Vaglinum í 80 ár

So er tólv metur høga granntræið úr Íslandi tendrað og kastar nú ljós á Tinghusið og Vaglið. Eins og í Føroyum veksur einki í Íslandi, uttan at tað er plantað. Hetta træ varð gróðursett á Heiðmørkini í Reykjavík í 1960 og hesa hálvu øldina ella meir, hava norrønu feløgini og líknandi felagsskapir tikið stig til at planta mong trø í Íslandi. Forsetin í býráðnum í Reykjavík, Sóley Tómasdóttir, helt røðu og upplýst varð, at sjálvur borgarstjórin, Dagur B. Eggertsson, hevði felt træið. Har hava tey eitt nógv størri pingsystem enn vit hava sett í verk í høvuðsstaðnum. Men kanska kemur tað. Aldri áður havi eg sæð so nógv fólk á Vaglinun, tá kalendarin ikki sigur ólavsøka. Havnar Hornorkestur spældi undir kønari leiðslu av Ova Olsen, ein lítil genta varð eftirlýst og afturfunnin, so tað varð akkurát sum tað eigur at verða á jólum, tá øll savnast og eru glað. Og so skulu einglarnir líka taka eina sjálvsu . So fóru tær sum verndareinglar út millum fólk, at geva teimum endurskyn fr...

Lat tónleikin tala

Í kvøld spældi Blátt Gras úr Vágum í Reinsarínum í Havn. Ein væl uppløgd framførsla við fýra ovurfegnum vágamonnum, Richard Johansen, Terje Johannesen, Johan Mikkelsen og Gunnar Steintún, einum havnamanni, Ragnar Joensen, og tveimum stuðulsspælarum á fiól, Angelika Nielsen, og á dobro og steel, Jákup Zachariassen. Í løtum rættir hillbillies, sum vóru komnir beint oman úr Appallachunum at spæla í mánalýsinum afturvið kókaðum høsnarunga og slitnum bíblium mitt í túninum. Frálíkt. - Tá vit møttu til venjing fyri fyrstu ferð, ánaði eingin at vit fóru at gera ein bólk. Vit høvdu allir ynskt tað í longri tíð, men vit spældu bara hvør sær til ymisk tiltøk. Vit elska tónleik og gleðin av at syngja og spæla lýsti ígjøgnum frá fyrstu venjing, siga teir á heimasíðuni bilett.fo , sum upplýsir um konsertir kring landið, nú nýggj fløga, Ávegis , sum er gjørd í Nashville, er komin út. - At navnið bleiv til Blátt Gras komst av tí, at vit nýttu ljóðføri og gjørdu løg, sum løgdu seg uppat B...

Minni frá Múrinum

Her er eitt minni, ein souvenir , frá tónleikafestivalinum Við Múrin í 2009 . Nú hoyrist, at aðrir eigarar, men undir sama navni, bjóða somu uppliving á sama stað, uttandura tónleik á bønum í Kirkjubø. Karmarnir eru upplagdir og nærmast sjálvsagdir, fæst loyvi til endamálið. Hvussu innihaldið og upplivingin fer at verða, man bara tíðin fara at vísa. Á heimasíðini siga teir báðir, Rói B. Poulsen og Helgi D. Michelsen, at tað var ikki av tilvild, at valið fall á Kirkjubø. - Vit vita frá øðrum festivali, ið áður hevur verið, og, sum ber sama heiti, at staðið er sera væl egnað til festival. Hóast Við Múrin 2015 ber sama sama heiti og fer fram í sama staði, er talan um ein annan festival, við øðrvísi konsepti og øðrum fyriskiparum, siga teir baðir. - At savna føroyingar á einum søguligum stað til ein føroyskan tónleika- og mentanarfestival er bara “spot on “. Føroyska náttúran og umhvørvið í Kirkjubø skapar hugna millum fólk, siga Rói og Helgi. Og er veðri við teimum, so hava t...

Løgmaður sum tilvitin borgari

Í middagstíðindunum í dag var telefonprát við Kaj Leo Holm Joannesen, løgmann, um havnaútbyggingina kring Skansan í Havn. Ikki tí hann er blivin havnafúti, kommunlimur í høvuðstaðnum og so slettis ikki løgmaður. Nei, hetta var hin samvitskufulli og tilvitaði borgarin, the conscious citizen, sum tosar beint fram uttan spuna og heilivágsframleiddan boðskap. Persónliga niðurstøðan er, at hann vil ikki síggja uppá eina stóra bingjuhavn restina av lívinum. Og so dittar hann sær at nevna undirsjóvartunnilin inn í Eysturoynna og møguleikarnar beint á miðleingjuni í nýggju Sentralføroyum. Hetta er greið tala, borgarans vegna, nú havnin í Havn er farin at liva sítt egna innkrevjingarlív. Gott, harra løgmaður! Myndina omanfyri tók eg av nýggjárstaluni hjá løgmanni fyri tveimum árum síðani, sama ár, sum eg tók havnalagsmyndina niðanfyri í Listaskálanum.

Color Me Country

Onkuntíð plaga tey at siga dagur í viku . Eg havi hug at víðka hugtakið til vika í ári . Hesa vikuna kom nýggja atlasið hjá Námi og sama dag, sum tað varð lagt fram, var ársfundur í smápartafelagnum Kúfóðuri  úti í Mattalág hjá Jóhan á Plógv. Ikki so galið. Og heitið á dagsins bloggi opinberast longur niðri. Tí Verðin hevur ymsar litir. Omanfyri er Erla Olsen, ið týddi atlasið úr enskum, avmyndað saman við undirritaða, sum í hálvtfjórða ár hevur havt ta náði at ritstjórna skúlaútgávuna hjá Námi, sum 47 navnsnevnd fólk hava staðið saman um. Niðanfyri sæst kvøldverturin í Mattalág, Jóhan á Plógv, Ragnar í Vík við gittara og fremst fyri er Oddbjørn Vágslíð, sum dagin fyri fylti 70. Bókaleygardagurin í Norðurlandahúsinum byrjaði við eini víðfevndari, undirhaldandi og perspektiverandi setanarrøðu frá Jóanesi Nielsen . Ein herrlig røða, sum við eini sjáldsama vælupplagdari ervafrásjón gjørdi vart við æviga dynamikkin í plátuvinyli, hesuferð Beggars Banquet (1968) hjá Rolling...