Tóm pakkhús, tómar konteynarar og burturblakaðir plattar. Vit eiga alt í Føroyum. Sama gera tey í Keypmannahavn, har tey umframt rokaða kommunala pengakassan, eisini hava dugað at lovað kreativum kreftum uppí part at definera óbrúkt havnarøki. Her endar samanberingin við heimligu Havnina. Og tá hugsi eg ikki um veðurlagið. Kreativa danska Pappírsoyggin er millum Christianshavns kanal og Operuna hjá Mærsk á Holmen í Keypamannahavn. Upprunaliga eitur oyggin Christiansholm. Men síðani 1958 hevur danska pressan havt pappírsgoymslu her. Í 23 ár lossaði appilsingula skipið Trans Dania pappír til danska marknaðin, so pressan altíð kundi nøkta lesaraskaran í ein mánað. Seinasta skipslastin við finskum, svenskum og norskum avíspappíri varð lossað 26. november 2012. Lossingin, ið vardi seks tímar, er nú ein farin tíð. Pláss er ikki longur fyri lesipappíri í avísum. Men enn standa húsini við navninum Den Danske Presses Fællesindkøbsforening fyrst fyri á oynni. Í høgra endanum er...