Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2016

Hetta er prísurin fyri eitt Føroyakort

Hetta er prísurin fyri loyvi at prenta eitt danskt Føroyakort í føroyskum bókum ella øðrum prentmiðlum at brúka í okkara skúlum í okkara landi. Ikki er tað upphæddin, ið ræðir meg, men tann politiska líkasæla, síðan heimastýrið kom í spargament fyri skjótt 70 árum síðani. Ikki eingang reyðgløðandi tjóðveldisfólk hava hildið tað verið eitt burðardygt projekt at taka kortekning heim . Tí rópti eg eitt innantanna halleluja, tá Sigrún í Útvarpinum í morgun klokkan sjey kundi siga, at nú var vón fyri stavn. Hon visti at siga, at í oktober fara útlit at vera fyri, at vit sleppa at tekna okkara egna land til egið brúk. Landið verður tikið heim og sett í egnar bøkur. Og hvør veit, kanska eisini digitaliserað, endurgivið í 3D og alla tíðina dagført á eini almennari síðu. Neyvan er nakað so stórt hent í so lítlum landi - so spakuliga. Men livst, so spyrst.

Føroyar úr erva

Um so veðrið er illfýsið, sum á Vaglinum í dag, eru flaggdagsrøður altíð áhugaverdar at lurta eftir, tí tær bera brá av, hvussu langt vit eru komin á tjóðskaparleið. Jóhanna á Bergi helt ein góða røðu við ervafrásjón, frá Nils Holgarson til Lítla Prinsin, um einstaklingin, sum altíð hevur verið undangongufólk, og at enda ein ávaring um aldri at gerast skuggi hjá teim undanfarnu. Í kunngerðunum í Útvarpinum í dag hoyrdi eg nógvar flaggdagsrøðarar nevndar. Onkur teirra hava gjørt vart við seg sum fólk, ið ganga inn fyri fullveldi og ikki heimastýri. Helst er tað tí, at tey eru biðin at røða fyri flagginum. Tí eri eg spentur, um ikki heimastýrisfólk fara at protestera út á dagin. Protestera um, at aftur í ár sluppu bara fullveldisfólk at ganga undir merkið at røða og brúka varpið, skótarnar og orkestrið. Tey fara nokk ikki at protestera ímóti, at danskir stovnar veittra við donskum flaggi á føroyska flaggdegnum. Livst, so flaggast. Óla Jákup Rólantsson tók myndina omanfyri ...

Let there be drums!

Myndir: Norðurlandahúsið Teldutala Tríggjar ferðir hevur unst mær at hoyra røddina á donsku Annisette á føroyskum palli. Fyrstu ferð í nýbygdu ítrottarhøllini á Hálsi í 1970, tá tey vóru uppá tað allar størsta, aðru ferð í Læraraskúlahøllini á Frælsinum, tá tey høvdu verið í Palestina og flippaðu heilt út á teppum á gólvinum, og triðju ferð í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, tá hon fagnaði trummunum og heimsins kúgaðu. Útiliggjarum í pappeskjum undir bankaskeltunum í París, sum ikki vildu hvørva, hvussu hon gníggjaði eyguni, eftir eina konsert í París fyri 50 árum síðani. Fantastiskt at uppliva ein ektaðan naivt fabulerandi hippie í 2016. Hóast skæra røddin ikki er hin sama sum tá, er insisterandi styrkin í røddini hjá berføttu Annisette, ið hevur dance moves sum ein andamanari í transu, enn hin sama. Onkuntíð helt eg veruliga, at hon datt, men røddini bilti einki. Í dag er hon 67. Eftir filmin Whiplash í 2014 eru trummur vorðnar lógligar á konsertum. Eisini í duet...

Servering við søgu

Teldutala Seinasta servering eftir gastronomiska várkalendaranum heima í Havn var í Áarstovu fríggjakvøldið. Matstovuleiðarin John Mikkelsen og høvuðskokkurin Jóhan Joensen skipaðu fyri eini sannari veitslu við lambi sum altjóða høvuðstema. Matstovan var fullsett. Við næsta borð sita italsku Paola og Anna, sum eru komnar úr París í dag og hava verið undir Vestmannabjørgunum við Palla Lamhauge. Fyrsta, tær spyrja um er, hvat hatta gjøgnumskygda er, sum hongur uppblást undir loftinum í trappuni mitt í matstovuni. Eftir frágreiðingina kemur ein svalligur fordrykkur við gin og tonic inn á borðið. Smakkurin er markantur við rosmarin og einum dismi av pipari omaná. Forrætturin er tríggir brellbitar við heimagjørdum lamb jerky , sum sæst niðanfyri, royktari kjøtpylsu frá Krási og súltaðari rót úr Dímun. Afturvið er eitt glas av Okkara Kelling, sum er ein sterk hveitiøl, ið er ljós og løtt við søtum fruktanga, kanska banan. Altjóða dámurin yvir heimliga lambinum er aft...

Tá tú ikki býrt á sløttum...

Teldutala Seyðurin í grannalagnum hevur ongar trupulleikar at ganga í lendinum, hvussu bratt og illgongt tað er, her á lítla økinum niðanfyri Tórgarðstrøð, omanfyri vegin yviri við Strond. Eitt hanagleiv longur heimi, har sum Hamarsgøta tekur seg niðan í brekkuna, er verri hjá humanu ættini at laga seg til lendið og tað á javngóðan hátt. Snøggu húsini til høgru standa sjáldsama væl, men mitt í brekkuni hinumegin vegin, hevur onkur bygt eini hús í einari hædd, sum ikki síggjast longur, og ivaleyst hava mist alt útsýnið yvir dýrdarfjørðin. Nú eru tey innibyrgd av tveimum kassum. Og hvør veit, um ikki tey grundstykki, sum enn eru eftir í brekkuni, eisini verða kassar, sum tá fara at taka sýnið frá teim húsum, vit nú síggja. Livst, so sæst. Longur úti við Strond tykist vera bygt eftir lendinum, bæði høgt og lágt. Eingin tekur sýnið frá øðrum. Men hyggja vit hinvegin, so síggja vit fyrst ultimativa vakurleikan, svartur við flagtekju og sprossavindeygum fremst fyri, og so...

Sterkir filmar í Filmsfelagnum

Teldutala Várskráin hjá Filmsfelagnum fevnir um sjáldsama sterkar filmar, sum verða sýndir mikudagar í Havnar Bio. Í farnu viku sýndi Filmsfelagið franska filmin Dheepan , sum í vann gull í Cannes í fjør og Hanna Jensen, sum er franskur konsul, innleiddi sýningina við nýggjastu tølum og ætlaninum, tá umræður lógligar og ólógligar tilflytarar í Evropa. Filmurin Dheepan er um eitt kostruerað húskið frá krígsherjaða Sri Lanka, sum roynir at skapa eina nýggja tilveru í modernaða París. Tað gongur ikki væl, tí sosialu karmarnir eru longu skaptir og lagaðir av fronskum brotsmonnum, sum ikki kenna styrkina í einum tamilskum tikara. Meðan sosialu myndugleikarnir blunda, endar tað sum í Taxi Driver. Mikudagin í hesari vikuni sýndi Filmsfelagið aftur ein sterkan film, Der kommer en dag , sum er borin av sosialari indignasjón, sum verður poetisk, og fyrst og fremst lýsir tað at verða móður í einum samfelag, har pápar í besta føri eru fráverandi, í ringasti føri ódjór. Dreymamyndirnar leve...

Úr sortanum sprettir várið

Teldutala Apríl er hálvur, og í gjár boðaði álmanakkin frá summarmála, men í dag er kavi í túninum. Grafiski strangleikin er so harður, at eina løtu strikaði hann alla Nólsoynna og skipini, sum eru á fjørðinum. Sjálvt akkerið, sum er fremst fyri á morgunmyndini, megnar ikki at draga sólina úr sortanum. Og tað varð verri út á fyrrapartin, tá hann dró svart í erva. Men so syngur ein láglig strála seg inn í túnið, har fyrstu hjólspor síggjast í kavanum. Runnarnir, sum spretta, kenna seg tíðarvilstar í ársins fyrstu summarviku, nú hann prílar. Eitt er grafiska spælið úti, men innandura er tað ein avbjóðing av teim sjáldsama stóru, at bjóða til fernisering í Listaskálanum, har Várframsýningin letur upp klokkan fýra. Í listatúninum síggjast brandgulu berberisberini frammanfyri Bládýpinum. Tað er sum Amariel er í køldu várluftini. Listafólkini, ið eru við á rúmligu og ikki petti kroystu Várframsýningini, eru átjan í tali. Ímyndin av einfaldu rúmligheitini er myndin hjá Birgit...