Børn hava eisini rætt er heitið á nýggjari temasíða á undirvísingarportalinum Snar. Undir hesum heiti kanst tú lesa alt um barnarættindasáttmálan á nýggju temasíðuni , sum er blivin til í samstarvi við Løgtingsins Umboðsmann og Barnabata. Teksturin fevnir eisini um veruligar søgur úr okkara egna gerandisdegi í dag: "Tað byrjaði, tá eg var 12 ár og byrjaði at fáa boppur og alt tað, sum fylgir við. Hvørja ferð, ið mamma fór í náttarvakt, skuldi eg vera einsamøll inni við babba. Næstan hvørja ferð gjørdi hann seg inn á meg. Tað bleiv verri og verri fyri hvørja ferð. Stórasystir var flutt út í egna íbúð, tá ið hon var 17 ár. Nú hugsi eg, at hann hevur nokk eisini gjørt okkurt við hana. Eg segði fyri mammu, hvat babba gjørdi. Mamma bleiv ræðuliga bangin og segði, at vit máttu ikki siga hetta fyri nøkrum. Hon segði, at hon skuldi syrgja fyri, at tað ikki hendi aftur. Mamma fór aldri í náttarvakt aftur. Hon tosaði eisini við babba. Tað hevur merkt okkum øll trý. Hetta ræðuli...