Skip to main content

Sjáldsamir filmar í Havn


Í morgin verður amerikanski filmurin úr lítla býnum Manchester by the Sea í Massachusetts sýndur í Havnar Bio. Filmurin fekk tvær Oscarvirðislønir, aðra fyri bestu søgu og hina fyri besta mannliga høvuðsleiklut. Tað er Filmsfelagið, sum skipar fyri sýningunum, sum eru mikukvøld kl 20. Sýningarnar eru almennar. Klikkir tú á filmsheitini, so kemur tú til síðuna hjá Havnar Bio við treylara og bilettsølu til hvønn einstaka filmin.


Fyrsti suðursámiski filmur í verðini, Sameblod, verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 29. mars, tá Heðin M. Klein fer at innleiða. Sýningin er samskipað við Faroe Islands International Minority Film Festival, FIMFF, sum verður í Havn í september. Hetta er fyrsti filmur hjá svensku Amandu Kernell, sum er í spælifilmslongd. Sameblod varð frumsýndur á filmstevnuni í Venezia í fjør, hevur verið sýndur í Toronto, á Sundance Film Festival og hevur júst vunnið heimsins stórstu filmsvirðisløn, The Dragon Award, í Gøteborg. Svenskir filmsummælarar eru sambært Kritiker.se samdir um, at hetta er besti filmur beint nú.


Frantz er um eina unga týska kvinnu, sum undir Fyrra Heimsbardaga hevur mist franska sjeikin. Tá hon eftir kríggið leggur blómur á fronsku grøvina, kemur ein loyndarfullur franskur maður á sama stað. Sjáldsami filmurin er svart-hvítur, men eisini í litum, tá søgan krevur tað.


Sølumaðurin er iranski filmurin hjá Asghar Farhadi, sum í ár vann Oscarvirðislønina fyri besta útlendska filmin. Tað er aðru ferð at sami leikstjóri vinnur hesa virðisløn. Fyrru ferð var í 2011 fyri Nader og Simin, ein separatión.