Børn hava eisini rætt er heitið á nýggjari temasíða á undirvísingarportalinum Snar.
Undir hesum heiti kanst tú lesa alt um barnarættindasáttmálan á nýggju temasíðuni, sum er blivin til í samstarvi við Løgtingsins Umboðsmann og Barnabata. Teksturin fevnir eisini um veruligar søgur úr okkara egna gerandisdegi í dag:
"Tað byrjaði, tá eg var 12 ár og byrjaði at fáa boppur og alt tað, sum fylgir við. Hvørja ferð, ið mamma fór í náttarvakt, skuldi eg vera einsamøll inni við babba. Næstan hvørja ferð gjørdi hann seg inn á meg. Tað bleiv verri og verri fyri hvørja ferð. Stórasystir var flutt út í egna íbúð, tá ið hon var 17 ár. Nú hugsi eg, at hann hevur nokk eisini gjørt okkurt við hana. Eg segði fyri mammu, hvat babba gjørdi. Mamma bleiv ræðuliga bangin og segði, at vit máttu ikki siga hetta fyri nøkrum. Hon segði, at hon skuldi syrgja fyri, at tað ikki hendi aftur. Mamma fór aldri í náttarvakt aftur. Hon tosaði eisini við babba. Tað hevur merkt okkum øll trý.
Hetta ræðuliga loyndarmálið bera mamma, babba og eg. Eg havi lovað mammu einki at siga fyri teimum, ið vit kenna. Mamma er altíð bangin, men babba virkar ikki at verða ávirkaður av tí, sum er hent, tá hann er millum familju og vinir. Heima er kuldi og ofta tøgn.
Eg royni at klára meg nú. Eg eri langt síðan flutt til eina aðra bygd. Eg eri farin í viðgerð hjá einum sálarfrøðingi, tí eg eri so plágað av angist."
(Brot úr frásøgn frá gentu, sum nú er 28 ár)
Barnarættindasáttmálin hjá ST er frá 1989. Føroyar skrivaðu undir sáttmálan í 1992. Tað merkir, at myndugleikarnir í Føroyum, t.e. kommunur, barnaverndir, politi, skúlar, o.s.fr., skulu halda tað, sum stendur í honum.
Hóast øll børn í heiminum hava fingið ein Barnarættindasáttmála, verða rættindi hjá børnum ikki altíð vird, heldur ikki í Føroyum. Løgtingið hevur tí gjørt av, at aftaná 1. oktober í 2014 skal Løgtingsins umboðsmaður hava eitt serligt eftirlit við, at føroyskir myndugleikar halda rættindini hjá børnum og ungum.
Børn og ung skulu sleppa at taka lut og siga sína meining, soleiðis at øll børn, sum vaksa upp í Føroyum, hava møguleika fyri at hava tað trygt og gott í uppvøkstrinum.
Barnarættindasáttmálin er ein altjóða sáttmáli. Hetta er eitt slag av lóg, sum tey flestu lond hava góðkent skal vera galdandi í teirra egna landi. Í Barnarættindasáttmálanum eru týdningarmiklar reglur um rættindi hjá børnum. Barnarættindasáttmálin er galdandi fyri øll børn og ung undir 18 ár uttan mun til kyn, húðalit, mentan ella átrúnað.