Filmurin “ZACHARIAS”, sum Teitur Árnason hevur leikstjórnað, verður frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikukvøldið 11. apríl kl 20:00. Í hesum sambandi hevur Teitur skrivað hesar hugleiðingar um høvuðspersónin, Zacharias í Uttarstovu: Tær fáu ferðirnar eg hitti Zacharias, eftir tað árið ið lítla filmslið okkara var í Fugloy og gjørdi upptøkur til mín fyrsta film ”burturhugur-faroese observations”, spurdi hann meg altíð ein spurning. Hvørja ferð við sínum eyðkenda, góðsliga og spælandi eygnabrá. Hvar upptøkurnar úr Særisurð vóru blivnar av? Eg varnaðist í eygum hansara, at hann visti, at hann rakti okkurt innan í mær: Ta ævigu tvístøðuna ímillum at velja og vraka, tá ið tú fæst við at skapa okkurt. Tað, sum altíð er so torført. Tá ið eg fekk deyðsboðini av Zachariasi 21. juli 2016, fór eg beint at leita eftir øllum upptøkunum, ið vit høvdu gjørt av honum úti á hesum fjarskotna plássi tá - stívliga 16 ár frammanundan. Striltið gekst at finna alt hetta gamla tilfarið, og ...