Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2018

Nú koma mest skakandi filmarnir í føroysku biografarnar

Eftirlitsmyndugleikar av gamla viktorianska slagnum, sum vit ikki longur hava her í landinum, tí teir langt síðan eru spardir burtur, eru í Danmark samdir um, at mest skakandi filmarnir har, eru í ár  Holiday hjá Isabellu Eklöf og The House that Jack built hjá Lars von Trier. Nú verða báðir vístir í Føroyum. Tað var ikki gamalt, at filmar høvdu frítt at fara í føroyskum biografum ella filmsfeløgum. Millum filmarnar, sum vórðu bannaðir at vísa meðan Filmseftirlitið var virkið, eru The Last Temptation of Christ (Martin Scorsese 1988), sum hevði danska heitið Kristi sidste fristelse, Life of Brian (Terry Jones 1979) sum hevði danska heitið Et herrens liv, og Natural Born Killers (Oliver Stone 1994). Filmsfelagið vísti teir báðar fyrru, og fekk ávaring frá Filmseftirlitinum. Seinasti filmur í Filmsfelagnum fyri jólahalguna í ár er danski Holiday , sum er fyrsti filmur hjá svenska leikstjóranum Isabellu Eklöf. Hann verður sýndur mikukvøldið 28. november kl 20. Dans...

Barbara Lervig var við at gera Holiday

Her sæst føroyska Barbara Lervig, standandi mitt fyri í svørtum, saman við upptøkuliðnum, ið gjørdi filmin Holiday.  Myndin er tikin á altjóða filmstevnuni, sum hvørt ár er í Göteborg. Barbara hevur loyvt mær at blaða í myndasavninum, nú Holiday verður sýndur herheima mikudagin. Á myndini niðanfyri, sum er tikin á turkisku Bodrum strondini, er Barbara nummar fýra frá vinstru. - Tað var á fimtu lestrarhálvu á bachelorinum í Film- og miðlavísindi, at eg valdi at fara í starvsvenjing. Eg fekk eitt pláss á produktionsselskapinum Apparatur aps, sum tá var í holt við síðstu fyrireikingar til spælifilmin Holiday . Mín tittul var producerassistent og uppgávurnar vóru nógvar og ymiskar, sigur Barbara. - Holiday varð tikin upp í Bodrum í Turkalandi á vári í 2017 og vit filmaðu í fimm vikur. Vit vóru eitt stórt lið eini 40 fólk við sjónleikarum. Filmurin er ein co-produktión millum fleiri lond, so filmsliðið var úr nógvum ymiskum londum, og tað merktist eisini í mun til a...

Ikki fyrr enn tá - er vinnarin!

Oddfríður Marni Rasmussen vann Bókhandlaravirðislønina í 2018, sum var latin á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í dag. Heitið á skaldsøguni er Ikki fyrr enn tá . Vinningurin er 100.000 krónur og útgávusáttmáli við forlagið Sprotan. Grundgevingin hjá dómsnevndini er soljóðandi: Føroyskur skaldskapur hevur við Ikki fyrr enn tá fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn - hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli. Skaldsøgan setur flugubein við allar tær røttu yvirskriftirnar. Mál, frásøgufólk, frásøguháttur og sjónarhorn, nærlagni, flow og fokus, bygnaður, samanhangur - alt arbeiðir saman og ger skaldsøgan til eitt heilskapað verk, ið ...

Ræstkjøtaburgari

Hetta er hann, Ræstkjøtaburgarin, sum Street Food borðreiddi við uttan fyri handilin hjá Svend Krosstein á Hálsi í Havn í dag, svartafríggjadag. Hevði sett mær fyri, einki at keypa henda mammonsdag, men fall fyri freistingini, tá nakrir starvsfelagar settust við borðið at eta Ræstkjøtaburgaran við knívi og gaffili. Fyrsti bitin er so herskin, at tú ynskir tær eina myrka øl afturvið. Tað smakkar av summarstevnu og tú ynskir tær eisini vind í andlitið. Hetta er ein burgari, ið skal etast úti og helst á stevnu. Men næsti biti normaliserar smakkleykirnar á tungu og í munnholu, so nú er alt á sløttum. Ein svølg av kaffi og hetta er ein búrmáltíð svartafríggjadag, nú jólaborðhaldini byrja. Fyri hundrað krónur fært tú eina heila máltíð, og er tað ikki nóg mikið, so fært tú eisini rísalamand við raffineraðari kirsjuberjasós omaná. Tá er máltíðin eitt heilt jólaborðhald. Manga takk!

Hanna og Mikkjal vunnu

Systkinini Hanna og Mikkjal Davidsen úr Havn vunnu í kvøld 10.000 krónur fyri stuttfilmin 12 ár í kappingini hjá Klippfisk, sum byrjaði fríggjakvøldið klokkan seks, tá evnið "Meðan vit bíða" varð kunngjørt. Kappingin endaði 48 tímar seinni, sunnukvøldið klokkan seks, tá dómsnevndin møttist og metti um allar teir 21 filmarnar, sum komu inn. Partur av evninum var ein forðing , ið skuldi fatast sum ein spegil ella spegling. Sum vinnarafilmurin bendir á, er Mikkjal 12 ára gamal. Hanna, sum hevur leikstjórnað, er 18 ára gomul og gongur í 3.g á Glasi, har yndisfakið er miðlakunnleiki. Mikkjal, sum er høvuðspersónur í filminum, gongur í 6.e flokki í skúlanum á Fløtum. Beinta Haraldsen, ið er leiðari á filmverkstovuni Klippfisk, skipaði fyri sýningunum í Reinsarínum í kvøld, meðan Pætur Marjunarson Dahl las grundgevingarnar hjá dómsnevndini. Dómsnevndin segði soleiðis um besta filmin 12 ár : Hóast tað vóru nógv góð uppskot til besta filmin í ár, so var tað ein sa...

Kvinnufilmar í felag

Kovboyfilmar vita vit, hvat er, men hvat er ein kvinnufilmur? Eru tað filmar um kvinnur og kvinnuviðurskifti; filmar, sum kvinnur gera, ella bæði og kanska okkurt triðja? Í september royndi Filmsfelagið at seta nýggjar kvinnufilmar á skrá í Havnar Bio og í Norðurlandahúsinum, eisini ein føroyskan, við góðum innleiðarum, sum allir vóru kvinnur. Frálíkt tiltak, spyrt tú meg. Tí samstundis kom eisini fram, at nógv tey flestu, sum ganga í biograf, eru kvinnur. Kvinnur eru vorðnar mentanarberar, tað er sjón fyri søgn, fert tú í biograf eitt fulsett kvøld. Nú fer Filmsfelagið at vísa fyrsta filmin hjá svensku Isabellu Eklöf (f.1978), sum ber lagaliga frítíðarheið Holiday og hevur eina so flotta plakat, at tú skuldi trúð at hetta var lokkandi sponsorvirksemi og product placement frá charterturismuni. Men so er ikki. Svenska Isabella, sum er útbúgvin á danska Filmskúlanum í 2011, skrivar og skapar hennara egna veruleika, sum vit fyrstu ferð sóu í svenska filminum Gräns , sum vann...

Temasíða á Snar um miðlar

- Tað, ið vit lesa, hoyra og síggja í miðlunum er tíðarbundið. Eins og kronos merkir klokka, so er ein kronikkur ein tíðargrein. Greinin skal fanga okkurt, sum er í tíðini í tí landinum, har vit búgva. At vera journalistur merkir at vera ajour , tað er altíð at vera dagførdur, sama hvør miðilin er. Soleiðis byrjar nýggja temasíðan á Snar um miðlar, sum sæst her . - Umframt at lesa, fara vit í hesum tema eisini at spæla journalistar. Við støði í galdandi námsætlanum fara vit at skriva og læra okkum ymsu sløgini av journalistiskum tekstum, at brúka keldur og meta um falstíðindi. Tilfarið um miðlar er býtt í smáar stubbar við kjakevnum at taka upp í flokkinum. Lagt verður upp til at brúka og fata miðlarnar, og at næmingurin er virkin við egnum amboðum ella útgerð, sum skúlin útvegar. Tað er annan vegin at halda og lesa bløð, lurta eftir útvarpi og hyggja eftir Degi og Viku. Hin vegin er tað ikki minni umráðandi, at næmingurin sjálvur brúkar amboð sum fartelefon og teir skiftandi ...

Bankatoskur frá Kára

Kári Kristiansen úr Kollafirði er høvuðskokkur á fiskamatstovuni Barbaru , sum er í Gongini heima í Havn. Vit sita niðri undir, og tað er sum í galluni undir dekki á einum fullriggara. Gólvbrettini geva seg, tá gestir koma inn og sum frálíður fylla húsið, og tænastugenturnar tita aftur og fram. Portugisiskur sangur við Elis Regina, Velha Roupa Colorida, frá 1976 fyllir rúmið. Ein organisk uppliving millum hvíttaða kjallaragrótið og mjúku sitipúturnar við føroyskum mynstrum. Saman við Ólavi Heinesen og Ólavi Sjúrðarberg, hevur kokkurin Kári sjálvur flakt bankatoskin uppi á Hotel Føroyum. Ein annar leirvíkingur, Ingvar Joensen, sum er stjóri á Tavuni, og sæst til vinstru á myndini niðanfyri, var hin fyrsti, sum flakti bankatosk til Áarstovu og matstovurnar heima í Havn. Bankatoskurin, sum er prima vøran, ið verður borðreidd í bacalaostíli í kvøld, er veidd við Magnusi Heinasson á Føroyabanka í september.  Her eru skiparin, og til vinstru stjórin á Havstovuni, Eiler Gaar...