Skip to main content

Hvør syngur fyri tær tá?


Quién te cantará, Hvør syngur fyri teg, ella Hvør fer at syngja fyri tær? Nýggi spanski Netflixfilmurin hjá Carlos Vermut (f.1980) er um hina uppspunnu Lila Cassen (Najwa Nimri), sum í nítiárunum var kendasta sangarinnan har í landinum, til hon bráddliga hvarv og eingin hoyrdi frá henni.


So ganga tíggju ár, og Lila Cassen ger seg til reiðar at taka pallin aftur og at syngja chansons fyri fólki. Men beint undan at hon skal byrja, er hon fyri eini vanlukku, missur minnið og kennir ongan sang aftur. Akkurát sum Jack Malik (Himesh Patel) í nýggja filminum Yesterday (2019), sum ikki skilir, at hann er hin einasti á lívi, sum minnist Beatles og teirra sangir. Ein onnur kvinna í spanska filminum er Violeta (Eva Llorach), sum hvørt kvøld rýmir frá vaksnu dóttrini, sum ger henni tilveruna ótolandi, dótturin.


Einasti uggi hjá Violeta er at fara á karaoke-barr at syngja sangir hjá Lila. Einki ger hana lukkuliga, sum hetta. Meðan Violeta syngur, sum var hon Lila, hoyrir umboðskvinnan hjá sangarinnuni hana. Lila er enn ikki før fyri at syngja, og Violeta verður tí spurd, um hon kann venja og læra Lila at verða aftur sum Lila. Píkarill, sum hetta er gott!


Fyrsta er, at Violeta er sum at síggja Onnu Berg Hansen (Maria Rich) í triðja parti av donsku sjónvarpsrøðini Bedrag. Hon hyggur niður og er illa tiltuskað av tilveruni, hóast hon hevur íbornar eginleikar, sum eingin annar. Sjálvt stjórin setur hana til viks, og verður harvið orsøkin til illu Bedrag-søguna.


Leita vit í filmsøguni, er henda samanblanding millum tætt knýttar kvinnur, ið onkuntíð eru so tættar, at tær glíða inn í hvørja aðra - og endursiga somu móðir-dóttir søgu, men við mótsættum fortekni, um nær tær byrjaðu at syngja og nær tær góðust av syngja - sum vóru vit í Bergman filminum Persona (1966), ella í Fassbinder filminum Die bitteren Tränen der Petra von Kant (1972).


Sum eg hyggi eftir hesum undrunarsma spanska filmi á Netflix eitt hóskvøld, Quién te cantará, varnist eg at kvinnuligi høvuðsleikarin, Najwa Nimri (Lila), er sami leikari, sum var í tí allarmest løgna filmi eg nakrantíð havið sæð. Eisini hann var spanskur og kallaðist Los amantes del Círculo Polar (1998). Heitið í donskum biografum var De elskende ved polarcirklen, og søgan bygdi á palindrom, tað er nøvn, sum kunnu stavast aftanifrá og framífrá og geva okkum sama úrslit.


Søgan í tí filminum gongur eisini í ring, og persónarnir krossa lívsleiðirnar hjá hvørjum øðrum, og avtala, eftir at nógv ár eru umliðin, at møtast í Finnlandi undir pólkringinum. Men hvat sigur palindrom-lagnan tá?

Og so er spurningurin um alt hetta er tilvild, ella ein lagnufingur er við í spælinum, tá tú tendrar fyri einum filmi, sum tú billar tær inn, at tú sjálvur valdi heima hjá tær sjálvum. Kanska gongur alt í ring og ringanna filmsharri brosar finskur og málar eitt panorama við sjeylittum ælaboga í útsýninum, har eingin sær.

Far og hygg. Tí tað er gott at undrast. Sjálvt um tú yvirhøvir ikki skilir søguna.