Skip to main content

Jesus Christ Superstar - ein aðalroynd fyri skúladepilin






Eitt-tvey-trý, so hava næmingarnir á Tekniska skúla reist Jesu kross á pallinum í Norðurlandahúsinum. Leila av Reyni, lærari, letur Judas í gula vestin. Aftanfyri sæst ein partur av stóru klædnagoymsluni, sum Stíl- og Sniðdeildin hevur seymað til leikin. - Hetta er ein víðskygd og djørv byggiverkætlan, sigur Egon Øregaard, skúlastjóri, frammanfyri tekning av Skúladeplinum við Marknagil  (Myndir: Páll Árni A. Berg)


At skapa samband millum hendur og heila er størsta avbjóðing í nútíðar skúlaskapi. Henda avbjóðingin slapp at standa sína roynd, tá næmingar á Tekniska skúla í Tórshavn frá skúlaársbyrjan fingu til uppávu at krossfesta Jesus, heingja Judas, smíða og sveisa, smyrja og frisera, og lata hvønn leikara í hóskandi búna í rokkuta sangleikinum Jesus Christ Superstar.

Ein aðalroynd

Sangleikurin Jesus Christ Superstar, sum Anfinn Heinesen stjórnaði og Gunnar Hoydal týddi, er samstarv millum Tekniska skúla í Tórshavn, Studentaskúlan og HF skeið í Hoydølum og Tórshavnar Musikkskúla. Harumframt hava næmingar frá Føroya Handilsskúla og Studentaskúlanum á Kambsdali, stóran leiklut á leikpallinum.

“Í somáta er sangleikurin Jesus Christ Superstar okkara aðalroynd, tá vit hugsa um stóra Skúladepilin við Marknagil,” sigur Egon Øregaard, stjóri, framman fyri modellum og tekningum í lærarastovuni á Tekniska skúla, nú 8000 fólk hava sæð leikin í Norðurlandahúsinum.

Á skrivstovuni í Smiðjugerði sigur Egon frá Skúladepilinum, sum løgtingið samtykti at byggja fyri hálvum triða ári síðani og sum Mentamálaráðið fyrr í ár sýndi fram í modelli hjá samtakinum Fuglark.

Saman við Studentaskúlanum og Handilsskúlanum, skal Tekniski skúlin í Tórshavn húsast í nýggja, kringluskapta deplinum, ið skal standa liðugur við Marknagil í 2014. “Skúladepilin er so nógv størsta byggiverkætlan á skúlaøkinum higartil,” sigur Egon ikki sørt errin.

Framsýning í SMS

Í morgin er seinasta sýning í Norðurlandahúsinum og mánadagin hevur Tekniski skúlin í Tórshavn framsýning í SMS, har fleiri av teim sjáldsamu lutum, ið gjørdir eru til pallmyndina í Jesus Christ Superstar, verða at síggja.

Umframt at tveir sangir úr kenda leikinum hjá Andrew Lloyd Webber og Tim Rice frá 1970 verða framførdir á føroyskum í SMS, verður krossurin, leikbúnar og búr sýnd fram afturvið myndum, ið sýna næmingarnir til arbeiðis handan leiktjøldini.

58 næmingar og 160 búnar

Toymisleiðarin hjá Tekniska skúla, Jógvan Sørin Hansen sigur, at fyrireikingarnar byrjaðu av álvara 18. august í ár. Tilsamans 58 næmingar í fýra ymsum lærugreinum vóru við at leggja lunnar undir leikin, sum varð frumsýndur 12. november.

“Fjúrtan klædnaatstøðingar á Stíl- og Sniðdeildini hava seymað ikki færri enn 160 búnar, ellivu næmingar á Hár- og Smyrsldeildini hava arbeitt hvønn dag við teirra faki, sum týðuliga sæst aftur í pallmyndini, seytjan næmingar á Timburdeildini hava fyrireikað alt pallsmíðið og brúktu eina viku at gera grovarbeiðið undir pallinum og so krossin, sjálvandi. Og so hava sekstan næmingar á Smiðjudeildini gjørt alt jarnsmíðið, stigar, veingir og sliskuna, at seta krossin í”, sigur Jógvan Sørin og tryggjar sær at hann hevur fingið allar næmingar og deildir við, nú hann hyggur upp úr arbeiðspappírunum.

“Samskiftið hevur verið fyrimyndarligt og disiplinerað, bæði millum starvsfólk og næmingar á Tekniska skúla, men eisini millum teir tríggjar skúlarnar, við leikstjóran og øll onnur, sum vóru við at skapa karmarnar um leikin. Og allar uppgávurnar vórðu loystar í góðari tíð,” sigur Jógvan Sørin, nú sýningarnar lækka móti endanum.

Eitt kick fyri lívið!

”Hetta var ein sera spennandi verkætlan, ið var mennandi fyri bæði næmingar og lærarar”, sigur Laila av Reyni, lærari á Stíl- og Sniðdeildini. ”Næmingarnir vístu so stóran áhugað, at tær sótu ofta langt út á kvøldið og arbeiddu við búnunum. Hetta hevur virkað sum ein slags samansjóðing eisini. Umframt alt tað teoretiska, eru tær komnar at kenna hvørja aðra og hava knýtt sterk vinarbond. Genturnar, sum so at siga blivu blakaðar út í hesa verkætlan, eru blivnar nógv meira sjálvstøðugar.”

Ein teirra, Oddvør, sigur, at hetta var tað stuttligasta, hon nakrantíð hevur upplivað, meðan Jóna fortelur, at hon fekk eitt rúsandi kick, tá hon sá lidna úrslitið.

Ungdómur úr stáli

“Tað er ein frøði og ein sonn fragd at síggja og hoyra hendan ungdóm við sjálvsáliti úr rustfríum stáli syngja og framføra Jesus Christ Superstar,” sigur ummælarin Andras Sólstein í Norðlýsinum.

Í mentanarsendingini Refleksjón, á Facebook og í øðrum miðlum við, hevur leikurin fingið framúr ummæli og øll eru samd um, at henda uppseting er á so høgum støði, sum yvirhøvur slepst, innan hesar karmar, har eingin av teim leikandi enn er professionellur.

“Nú verkætlanin, um 24 tímar, er lokin má sigast, at hetta var fantastiskt. Undir so vánaligum korum og við so stórum praktiskum forðingum, kann tað undra, at ein so stór og krevjandi verkætlan kann gjøgnumførast, við einum so framúr úrsliti”, sigur Egon Øregaard, stjóri á Tekniska skúla í Tórshavn.

Útbúgving og vitan

Tá løgtingið í mai 2008 samtykti at fara undir Skúladepilin við Marknagil, segði Kristina Háfoss, landstýriskvinna í mentamálum, at hetta var eitt stórt framstig í strembanini at fáa enn fleiri ung at nema sær útbúgving eftir fólkaskúlan. “Íløgur í vitan eru altavgerandi fyri framtíð Føroya, og samtyktin í dag er týðandi tekin um, at politiski myndugleikin ynskir at raðfesta íløgur í útbúgving og vitan sera høgt”, segði landsstýriskvinnan.

Greið semja tykist vera millum leiðslurnar og øll avvarandi skúlafólk, at tá nýggi Skúladepilin við Marknagil, um fá ár verður tikin í nýtslu, eru korini framúr og praktisku forðingarnar hjá teimum núverandi trimum skúlunum, Føroya Handilsskúla, Føroya Studentaskúla og HF skeiði og Tekniska Skúlanum í Tórshavn, burtur.

“Satt at siga kann tað onkra løtu vera trupult at fyristilla sær, hvørjar møguleikar henda framúr víðskygda og djarva byggiverkætlan kemur at skapa í føroyska samfelagnum.

Sangleikurin Jesus Christ Superstar gevur skúlunum og politisku myndugleikunum so avgjørt allar orsøkir til at skunda undir, at Skúladepilin við Marknagil verður tikin í nýtslu, ongantíð ov skjótt”, sigur Egon Øregaard, stjóri á Tekniska skúla í Tórshavn.

Birgir Kruse, Dimmalætting 3. desember 2010