Skip to main content

Ferðast í egnum landi


Nú fingu vit ein skáa heima hjá okkum sjálvum, at ferðast í egnum landi púra turistfrí. Koronan varð tað, sum gjørdi okkum leys av útlendskum ferðafólkum og teirra forstýrilsi eitt bil. Endiliga fingu vit høvið at vitja okkara egna land í teirri ferð og rútmu, sum passar okkum best, øki fyri øki, oyggj fyri oyggj, ein dag í senn, til latið verður upp aftur. Henda góðveðursdag vórðu tað Vágar.


Her er mest avmyndaða stað í Føroyum, Múlafossur, í Gásadali, og sum sæst er enn rættuliga rúmsátt at ferðast í egnum landi.


Meðan tað fram til aldarskiftið var alt um at gera at fáa onkran úr Havn at stoypa eitt alment betongvesi við neonljósi í hvørjari bygd, sum sjálv helt, at hon hevði nakað at bjóða teim ferðafólkum, sum við bussi komu úr sama metropoli eitt ørstutt bil, hevur ferðavinnan flutt seg munandi hægri upp á tænastustiganum, og er vorðin ein sjálvsagdur partur av mat- og gistingarvinnu. Nú er nakað fráliðið síðan meira human og tænastusinnað vesi vórðu bygd, so tey við hjartastartara og øllum passa inn í lendið, vesini. Tey skemma ikki longur umhvørvið so nógv sum yvirdrivin skelting og alt ov litfagrir lastbilar og gravimaskinur nú eru farin at gera.


Nú vesiparturin er lokin, er nýggjasta avbjóðing sjálv upplivingin og staðbundni autentisiteturin, sum tú loysir bilett til, óansæð hvat tú keypir á hesum fjarlagda ferðastaðnum. Her er tað skerpikjøt úr egnum haga, borðreitt á terrassuni í konverteraða sláturhúsinum í Gásadalsgarði.


Vakni lesarin sær beinanvegin etikettina á ølfløskuni, sum ikki bara sigur "Múlafossur", sum var tað ein innantómur profitmaksimerandi gimmik, nei, hetta er ein vælvald øl til rugbreyð og turt kjøt, har serliga fitin angar væl í sunnudagssólini, yvir ølini, sum saman við Gásadalsgarði er bryggjað við vatnið úr Múlafossi og byggkorni, ið er dyrkað á akrinum, júst har eg hyggi, oman móti fossinum. Nú er hon søluvøra í svaliskápinum við improviseraðum søluskeltum, klár at njóta á terrassuni.

Inni í framúr snøgga og væl gjøgnumhugsaða Gásadalsgarði er framsýning við málningum hjá Pól Skarðenni, har øll myndaevnini eru lokal úr oynni.


Í túninum er eins snøgt og nossligt og tað er inni. Konseptið við Gásadalsgarði er tað best gjøgnumhugsaða, eg kann koma í tankar um á bygd, har nógv ferðafólk koma. Umframt kafé er eisini møguleiki at gista her.


Men so er tað tað. Avbjóðingar eru alla staðni. Einaferð segði ein, at skal friður verða inni, so skulu øll verða úti. Snari eg á halinum, uttan yvirhøvur at flyta meg í túninum, men haldi myndatólið fram fyri meg meðan eg gerið staðbundna snarið á halinum, so er útsiktin hendan:


Ein bilur uttan nummarplátur á einum trífóti, sum onkur er í holt við at skifta hjól á ella umvæla á onkran annan hátt, plattar, dekk og felgur, og um hornið eru fleiri ættarlið av traktorum og niðan í dalin síggjast gular gravimaskinur og oman móti Múlafossi er ein rúgva av settum bilum, væl at merkja aftanfyri rundu barakkina, har ikki er loyvt at parkera frammanfyri. So sigur skeltið. Men hvat, vit eru í bóndalandi og her er eingin fungerandi borgarstjóri við estetiskum sansi, so tað er bara gott at ganga millum rust og amboð, sum minna okkum á okkara egna forgangiligleika, og at fyri Gudi eru vit einki annað enn rustur, rustur uppi í Dalinum.



Hetta við at umsita so sjáldsaman vakurleika, sum hann í Gásadali, og varðveita eina staðbundna og umsetiliga uppliving, sum omanfyri nevnd, er ein avbjóðing, ið ikki minkar við árunum, so hvørt traktorarnir eldast og vaksa í tali. Tað eru ikki bara virknir bøndir, ið seta teirra amboð, har tey skulu brúkast, mitt á bønum, ella har ein renna skal gravast beint nú, nei, tað eru eisini húsaeigarar, sum av óransakiligum ávum finna tað fyri gott og fáa loyvi til at byggja heilt úttanfyri allan kendan og hevdvunnan estetikk á hesum sjáldsama stað, sum burdi verið fevndur at strangastu byggi- og handilsreglum, nú hann ikki er 1700 metrar frá framtíðini, men er mitt í nútíðini, við fortíðini á rygginum.

Úr Gásadali er passandi at fara gjøgnum Bø, Sørvág og Vatnsoyrar og at enda til Sandavágs at fáa suppu í eins søguligum kørmum á Fiskastykkinum ytst í bygdini.


Her angar eins nógv av staðbundnum autentisiteti og í Gásadali, og hartil einum menukorti, sum er hóskandi til staðið og tann gastronomiska viljan, sum við marknaðinum í huga, er lagdur fyri dagin. Framúr. Fyrsta, sum er fyri við diskin, eru tvær myndir av ivaleyst mest bombastisku framsýning, sum føroyingar nakrantíð hava verið við á, henni í Barcelona í 1929, tiltikna ferðamannabýnum uppá gott og ilt, sum eg vitjaði og bloggaði um í 2016.


Innan bílagda fiskasúpanin kemur á borðið eru stundir at eygleiða arkitektoniska varsemið, sum Fiskastykkið byggir á. Alla staðni verður tú mintur á søgu og karmarnar, ið eru settir fyri hesi nútíðar servering og søguligu plasering.


Og so kemur fiskasúpanin, væl krúddað við breyði og vatni afturvið. Serliga hongur roykti laksurin leingi uppi við og so føstu eplini og gularøturnar, sum ikki eru kókaðar linar, men eru fastar og standa ímóti, tá tú ikki bara sýpur, men eisini tyggir og smakkar salta stykkið av fiski. Framúr súpan til nátturða í Vágum, innan leiðin liggur aftur til Havnar. Manga takk fyri góða servering fyri ótolnum ferðafólki úr Havn ein sólskinssunnudag í Vágum.