Hesa írsku filmsplakatina hevði eg leingi hangandi á vegginum, innrammaða. Ein framúr leiklutur hjá Daniel Day Lewis, sum tá sást í Sjónleikarhúsinum ein sunnudag, eftir at fótbóltskappingin í Gundadali var av. Tað var treytin hjá operatørinum.
- Ikki blanda kappingarárið og sýningarskránna, tí áskoðaraskarin er hin sami, segði hann.
Tað fekk meg sannførdan um, at filmur og fótbóltur spruttu úr somu fólksligu mentan, og aldri vóru longri enn hálvan annan tíma, og høvdu ein steðg á hálvari leið, so stundir vóru at pissa, men ikki meir. Soleiðis var fólksliga savningarmentanin fyri ta sunnudagsbilettina.
Men aldri minnist eg at filmiska yrkispressan happað nakran fyri eitt likamligt brek, sum til dømis í filmaðu ævisøguni um My Left Foot, har høvuðsleikarin bara kundi samskifta við vinstra fóti. Og fekk hægstu virðisløn fyri tað.
Um vikuskiftið varnaðist eg, at yrkisliga ítróttapressan nú er farin at savna seg um eina aðra mentan.
Danska Ekstrablaðið og eitt annað útlendskt ítróttablað, helst norskt, góvu føroyska toppskjúttanum, Klæmint Adrasson Olsen, eitt eyknevni, sum ikki bara var óhoyrt happandi, men samstundis fekk meg at slúka happingina, tí hon kendist sum fótur í egnari hosu, so tølandi natúrlig var hon í skrivingarlagnum hjá útlendsku journalistunum.
Visti eg ikki betur, so helt eg, at fremsti føroyski málslúkur varð navngivin og kallaður soleiðis.
Men nei.
Eftir skjóta leiting komi eg lukkutíð eftir, at tað bara er útlendska pressan, ið brúkar eyknevni, tá hon á henda hátt skrivar til lesaran í ekkórúminum í heimlandinum.
Samstundis sum eg fegnist um, at okkara egna ítróttapressa, ið týðuliga hevur bestu søluvøruna, fótbóltin, um hendi, ikki dyrkar hesa lágu mentan og atferð, so øtist eg yvir lágt niðrandi skrivingarlagið hjá danska Ekstrablaðnum og norsku líkunum.
Hvat er tað, sum ger, at menningarstigið hjá ítróttalesarum og ítróttaskrivarum er so ymiskt í so líkum grannalondum og tað í somu ítróttagrein?
Gjørdi av at spyrja Tóru við Keldu, sum umframt at vera forkvinna í Megd, eisini hevur verið aktiv í ítrótti, hvat hon heldur um niðrandi skrivingarlagið hjá fótbóltsjournalistum, sum enntá sæst í yvirskriftum.
- Mín áheitan til føroysk fjølmiðlafólk vil vera, at tað eigur ikki at undra nakran, at góð og dugnalig ítróttafólk kunnu bera brek. Sigið góðu søguna uttan eyknevni við virðing fyri dugnasemi og ágrýtni. Latið tykkum ikki ávirka av útlendsku miðlunum. Orð hava týdning, so brúkið tey við umhugsni, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, við Birkblog í morgun.
Gott, at føroysk ítróttapressa í hesum máli er komin longur fram á leið enn í grannalondunum. Helst hevur verið lúkað so væl og leingi her hjá okkum, at tílíkt orðalag ikki fæst til keyps í føroyskum bløðum ella hoyrist í loftmiðlum.
Takk fyri tað!